Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 149 - 7. august 2008 Sjóvevur aftur í Klaksvík Í samband við 100 ára føðingardagshaldið hjá Klaksvíkar Kommunu og Sjómannadagin, verður einrøðuleikurin Sjóvevur tikin uppaftur. Sjóvevur er um hendingaríku ferðina hjá svensku Ainu Cederblom, sum í 1933 sigldi í sínum lítla motorbáti Rospiggen II úr Svøríki til Føroyar og viðari til Grønlands og Amerika. Eyð Matras hevur leiklutin sum Aina Cederblom, og er hon einsamøll á palli í útvið tveir tímar. Í vár fekk hon ársins herðaklapp frá Tjóðpalli Føroya og MáF fyri avrik sítt. Sígrún Valbergsdóttir hevur skivað leikritið, og hon hevur eisini leikstjórnað. Magni Husgaard eigur tónleikin og framførir til hvørja sýning. Árni Baldvinsson hevur gjørt ljóssetingina og Edward Fuglø pallseting og búna. Leikurin verður sýndir hesar dagar í Leikalund í Klaksvík hósdagin 14. august kl. 19.00, fríggjadagin 15. august kl. 19.00 og sunnudagin 17. august kl. 17.00. Eyð Matras, sjónleikari - Um vit ikki skulu hava nýval nú, so noyðist Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at bakka fyri Gerhardi Lognberg og fylgja løgtingssamtyktini frá 2007 um sandoyar- tunnilin. Læn hasar milliardirnar úr føroysku peninga- stovnunum, sigur Zakarias Wang, stjórn- málafrøðingur Politikkur Rógvi Nybo & Eirikur í Jákupsstovu Nú politiska støðan í land­ inum er soleiðs háttað, at landsstýrið ikki longur hevur parlamentariskan meiriluta aftanfyri seg og samráðingar eru farnar í gongd millum samgongu­ flokkarnar og andstøðu­ flokkar um møguligt sam­ starv, heldur Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, at loysnin upp á trupulleikan liggur beint fyri nøsini á samgonguni. Hann heldur, at tað rætt­ asta at gera nú, til tess at aftur fáa arbeiðsfrið og støðufesti í politisku skipan­ ina, er at fylgja teimum samtyktum, ið løgtingið longu hevur gjørt. ­ Teir eiga at endurskoða løgtingssamtyktina um sandoyartunnilin og fara í holt við bæði at gera tunnil um Skopunarfjørð og til Suðuroyar samstundis, so­ leiðs at teir báðir verða lidnir samstundis, sigur Zakarias Wang. Hetta, heldur hann, er tað rætta at gera samfelagsbú­ skaparliga, og í veruleikan­ um heldur hann, at hetta er einasti møguleikin fyri at bjarga samgonguni. Kostnaðurin reelt lítil ­ Verandi skipan, við sigling um firðirnar, er í veruleik­ anum somikið dýr, at tað hevði loyst seg langtíðar­ fíggjarliga at farið í holt við báðar tunnlarnar suðureftir. Tað hevði verið bíligari at latið bilarnar sjálvar koyrt gjøgnum tunnlarnar, heldur enn at sigla teir um firðirnar, um hugsað verður um økta mobilitetin hjá teimum tíggju prosentunum av føroya fólki, ið búgva sunn­ anfjørðs, greiðir Zakarias Wang frá. Eisini eigur at havast í huga, at altjóða samfelagið fer at seta alsamt størri krøv, tá talan er um útlát av koltvíiltu og vakstrarhús­ gassum annars. ­ Um vit lata bilarnar koyra sjálvar gjøgnum tunnlarnar, so minka vit um útlátið við tað, at bilarnir dálka minni, enn skipini gera, leggur Zakarias Wang dent á. Hann heldur eisini, at fíggingin av tunnlunum er í veruleikanum eingin trupul­ leiki. Hann metir tað verða rættast, um landskassin tók lán úr føroysku peninga­ stovnunum til tess at fíggja verkætlanina. ­ Um landskassin tekur innanlandslán úr føroysku peningastovnunum, svara hetta til at læna úr vinstra lumma í høgra. Tað hevði í øllum førum verið skilabetri enn at læna úr útlendsku peningastovnunum, stað­ festir Zakarias Wang. Harafturat heldur hann, at tað hevði loyst seg hjá peningastovnunum at lænt pengar til eina slíka trygga verkætlan, heldur enn at læna pengar út fyri hús og aðrar íløgur, ið skjótt kunnu minka í virði. Bakka ella nýval Um viðurskiftini í politisku skipanini skulu fáast aftur í rættlag, og samgongan skal halda valskeiðið út, heldur Zakarias Wang at bert ein loysn er. ­ Um samgongan ætlar sær at fáa arbeiðsfrið, parla­ mentariskan meriluta aftur og at sita alt valskeiðið út, so noyðist løgmaður at fáa Gerhard Lognberg við í samgonguna aftur. Hetta má hann gera við at bakka og ganga við til at fylgja løgtingssamtyktini frá 2007 um sandoyartunnil, sum stórur meiriluti av táverandi løgtingi samtykti. Hann heldur eisini, at um landsstýrið ikki velur at fylgja samtyktini og heldur velur at taka onkran av and­ støðuflokkunum inn í hitan, so kemur landsstýrið í stórar trúðvirðistrupulleik­ ar. Um samgongan velur at satsa uppá minnilutastjórn og Sjálvstýrisflokkin sum stuðulsflokk, fer samgong­ an neyvan at halda valskeiðið út. ­ Hin møguleikin við Sjálvstýrisflokkinum fer at geva øgiligan óstabilitet, og endin verður helst nýval í nærmastu framtíð, metir Zakarias Wang. Í verandi løtu royna teir at fáa parlamentariskan meiriluta aftur, og flokkarnir halda kortini sera tætt innat kroppinum. ­ Einasta loysnin er at løgmaður noyðist at bakka fyri Gerhardi Lognberg og byggja báðar tunnlarnar suðureftir. Milliardirnar eiga teir at læna úr føroysku peningastovnunum, sigur Zakarias Wang, stjórnmála­ frøðingur. Løgmaður má bakka - Vit vilja verja ogn Føroya fólks saman við øðrum, so hon ikki verður latin fíggingarstovnunum at umsita, sigur Føroya Fiskimanna- felag, sum er til reiðar at seta tiltøk í verk saman við eitt nú Meginfelag Útróðrarmanna Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroya Fiskimannafelag tekur als ikki undir við at skerja fiskidagarnar við heili 50%. ­ Vit fara at standa saman við hinum feløgun­ um, sum eru samd um at seta tiltøk í verk, um upp­ skotið hjá Tórbirni Jacob­ sen, landsstýrismanni, vinnur frama. Tað sigur felagið á heimasíðu síni. MÚ heimild Á fundi mánadagin fekk starvsnevndin í Megin­ felag Útróðrarmanna heimild frá umboðsnevnd felagsins at seta tiltøk í verk, um fiskidagarnir verða skerdir, soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp. Í gjár boðaði so Fiski­ mannafelagið frá, at fel­ agið fer at standa saman við øðrum feløgum, um tiltøk verða sett í verk. ­ Vit meta, at ein avleið­ ing av hesum uppskoti kann verða, at stórur part­ ur av føroyska inntøku­ grundarlagnum verður tik­ ið frá Føroya fólki og verð­ ur latið fíggjarstovnunum at umsita. Felagið sigur seg vilja verja ogn Føroya fólks saman við øðrum, sum tikið verður til. Blokada hugsandi Vit skulu langt aftur í tíðina – aftur til árið 1975, tá fiski­og útróðrarmenn seinast settu tiltøk í verk av tí slagi, sum hugsandi er kunnu koma upp á tal, um eitt nú Meginfelag Útróðrarmanna og Føroya Fiskimannafelag gera álvara av hesum. Jan Højgaard sigur, at feløgini, sum umboða fiski­ og útróðrarmenn, eru rættiliga samd um, at neyðugt er við tiltøkum, um skerjingarnar av fiski­ døgum fara at ganga høv­ uðsvinnuni so nær, at grundarlagið verður tikið undan henni. ­ Fyri okkum snýr hetta seg um lív ella deyð, og tí kunnu vit ikki sita hendur í favn, um lívgrundarlagið verður tikið undan okkara limum. Hetta snýr seg eis­ ini um ogn Føroya fólks, sum ikki skal enda klórnum á fíggingarstovn­ um, ei heldur nøkrum fáum útlendskum og/ella føroyskum reiðarum. Formaðurin í Fiski­ mannafelagnum sigur, at ein møgulig blokada av Havnarvág als ikki er óhugsandi – um neyðugt. Vælskipað tiltak ­ Kemur hetta so vítt, verður talan um vælskip­ aði viðurskifti, og talan verður als ikki um nakað óskil, sum hugsast kundi staðist av slíkum tiltøk­ um. Jan Højgaard leggur dent á, at um neyðugt verður við tiltøkum, fara feløgini at ansa væl eftir, at einki drekkarí og óskil verður í hesum sambandi, sum hann tekur til. ­ Vit skulu helst liva í einum góðum og friðar­ ligum landi, leggur hann aftrat. Blokada ikki óhugsandi - Einasta loysnin er at løgmaður noyðist at bakka fyri Gerhardi Lognberg og byggja báðar tunnlarnar suðureftir. Milliardirnar eiga teir at læna úr føroysku peningastovnunum, sigur Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur