Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 149 - 7. august 2008 Eftir at Sjálvstýrið sníkti seg út gjøg­ num bakdyrnar í Sjónleikarhúsinum, verður ein nýggj uppseting av politiska sjónleikinum framførdur fyri Føroya Fólki kom­ andi dagarnar. Hesaferð dansar samgongan samba við Sambandinum ANALYSA Árni Joensen og Rigmor Dam Hoyrdi tú í nátt eitt skríggj? Eitt øtiligt og frumkent primalskríggj - helst frá einum av teimum seks floks- formonnunum? Í øllum førum eru vit fleiri sum skilja teir, um so var. Nú Sjálvstýrið eftir øllum brøgdum ikki kundi semjast um at stuðla samgonguni ordiliga, liggur landið enn einaferð í stjórnarloysi. Hjá skerdu minniluta- stjórnini tykist tíðin nú vera búgvin til at venda sær til annan av hinum báðum and- støðuflokkunum, Sambands- flokkin. Hin andstøðuflokk- urin kemur í síðstu røð, tí Fólkaflokkurin er helst tann, sum hevur minst at bjóða sitandi samgongu – politiskt. Harumframt hev- ur flokkurin á uttasta høgra- vonginum kanska eisini fyrimun av at halda lágan profil beint nú. Hóast ein politikari sjáldan vinnur nakað við at sita í andstøðu, kann hetta kortini vera ein fyrimunur, ella neyðugt, í sambandi við eitt formans- skifti. Fara Jørgen Niclassen og onnur úr Fólkaflokkinum út í Tinganes nú, koma teir báðir gomlu kamphanarnir Óli Breckmann og Bjarni Djurholm inn aftur. Tað líkar ikki Jørgen, sum hevur brúk fyri tíð til at mani- festera seg sum formann í Fólkaflokkinum. Misálit ongin loysn Sjálvandi ber tað til at leggja fram misálit móti løgmanni. Men hví egent- liga? Hann er einasta sjálv- sagda løgmansevni, og við einum lítlum baklandi á bert fimm tinglimir, er hann ikki so vandamikil, sum ein løgmaður við einum stórum og sterkum baklandi. So- statt kunnu flokkarnir, við at samstarvað við hann, fáa rættiliga nógv burturúr – bæði í samgonguskjalinum og í landsstýrinum. Spurn- ingurin er eisini, um hinir stóru flokkarnir kundu blivið samdir um ein annan løgmann. Ósamdir Kárar Nógv bendir á, at ósemja innanhýsis í Sjálvstýrinum var orsøkin til, at flokkurin spældi sær av við trumfarnar og nú stendur úti í kulda- num. Kárarnir eru fundamentalt ósamdir um fiskivinnupoli- tikkin, sum er eitt kardinal- punkt fyri eldra Kára. Men samstundis bendir okkurt á, at teirra politisku ráðgevar hava yvirmett leiklutin hjá Sjálvsstýrisflokkinum. Fólk í samgonguni eru í øllum førum vónbrotin av teim- um. Ongin hevur ráð til at spæla kostbarur í hesum døgum. Miðflokkin við Tað er alt um at gera at fáa frið um tunnilsmálið – bæði í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldinum. Flokkarnir eru rættiliga fegnir um at vera komnir í samgongu saman, og hava eisini fleiri politisk mál, har teir draga somu linju. Bæði fiski- vinnu-, búskapar- og skatta- politiskt. Í mun til yvirtøkur, blokkniðurskurð og sosialu málini mugu teir so finna semjur – helst saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum. Kemur Sambandið inn í hitan, er hetta kanska ikki so gott fyri sjálvsstýrisvong- in í samgonguni. Men hetta verður kortini uppvigað av Miðflokkinum, sum fram- vegis er sjálvsagdur í sam- gonguni. Hann hevur higar- til víst seg at vera ein loyal- ur og stabilur samstarvs- felagi, sum báðir hinir flokkarnir vinna av: Tjóð- veldi tjóðskaparpolitiskt og Javnaðaflokkurin sosial- politiskt. Ómentaðar gíslatøkur Gerhard, Gerhard. Tú gjørdi tað lort. Tað kann væl vera, at treiski skopuningurin er hetja á Sandoynni beint nú. Men um eina tíð gongur veruleikin eisini upp fyri teimum omanfyri seks hundrað tunnilsatkvøðu- num: At alt rumblið bara hevði við sær, at tunnilin nú er skotin so langt inn í fram- tíðina, sum ongantíð áður. Hetta var vánaligt politiskt handverk, tí ongin vil vera gísli hjá einari sjálvútnevnd- ari lokalhetju – slett ikki løgmaður. Hava alt at vinna Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur meldað út, at Fólkaflokkurin ikki ynskir at stuðla verandi samgongu – hvørki so ella so. Sambandsformaðurin Kaj Leo Johannesen hevur hinvegin gjørt greitt, at Sambandsflokkurin er til reiðar at taka upp samráð- ingar við samgonguna. Men so skal talvan vaskast rein og nýtt samgonguskjal skrivast. Kemur Sambandsflokk- urin uppí, telur samgongan 24 (B við 8, C við 5, E við 8 og H við 3). Vit kunnu tá ímynda okkum eitt lands- stýri við 9-10 landsstýris- fólkum: B og E við trimum í part og C og H við tveim- um í part, harav C hevur løgmann. Sambandið og Javnaðurin hava longu prógvað, at teir kunnu samstarva. Hinvegin eru tað nýggir tónar um B og E fara saman. Men tónarnir hava eisini verið nýggir frá Kaj Leo Johannesen seinastu tíðina við tosi um fólkaatkvøðu og grundlóg. Hetta átti at verið átuligt hjá Tjóðveldi- num. Harumframt hevur Jenis av Rana longu meldað út, at Sambandið er einasta leiðin nú. Men í einari slíkari sam- gongu høvdu sjálvandi verið mál, sum máttu parker- ast – eins og etisku málini longu eru tað. Tórbjørn Jacobsen noyðist undir øll- um umstøðum at laga fiski- vinnuuppskotið munandi til, og Sandoyartunnilin hevði helst eisini verið parkeraður úti í vegjaðaran- um saman við Gerhardi, Kárunum og Jørgen. Nýval høvdu bara miðlar- nir og lýsingarfyritøkurnar vunnið av. Samband við Sambandið Startpakkin væl móttikin Fólk, sum flyta til Klaksvíkar kommunu, fáa tilboð um ein startpakka, tá tey verða skrásett í fólkayvirlitinum hjá kommununi.. Í startpakkanum er ein heilsan frá borgarstjóranum, kunnandi faldarar um ynisk kommunal viðurskifti og ymisk avsláttarmerkir frá vinnurekandi í kommununi. Eitt avsláttarmerki, ið er serliga aktuelt í hesum døgum, er, at børn at tilflytarum frá 6-12 ár fáa ókeypis atgongumerki til Summarfestivalin. Ongin hevur ráð at vera kostbarur í hesum døgum. Man ikki onkur sambandsmaður hálsfevnast við samgonguni nú? Mynd: Chris Johns