hósdagur 2. august 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 • hósdagur • 2. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Venjarin hjá U–19
landsliðnum, sum
mánadagin fer til
Wales, dregur
nýggju møguleik-
arnar fram, eftir at
fleiri lyklaspælarar
hava givið avboð
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
U–91
landsliðið
fer
mánadagin til Wales, har
teir týsdagin og hós-
dagin skulu spæla vinar-
dystir ímóti Wales.
Jógvan Martin Olsen
hevur úttikið átjan spæl-
arar til ferðina. Liðið
eigur fyrst og fremst at
vera grundað á 1983
árgangin. Men umstøð-
urnar hava havt við sær,
at venjarin hevur valt at
taka fleiri yngri spælarar
enn so við til Wales.
Onkrir av teimum,
sum áður hava verið á
landsliðnum hjá hesum
árganginum, eru givnir,
og tríggir av teimum,
sum undanfarin ár hava
verið lyklaspælarar á
hesum liðnum, hava
givið avboð til ferðina
niður til Wales. Talan er
um Jón Róa Jacobsen og
Vagnur Mohr Morten-
sen úr HB og um Símun
Joensen úr KÍ. HB
menninir skulu annað
hóskvøld spæla í Europa
Cup, og KÍ spælarin fer í
komandi viku yvir til
USA, har hann skal vera
tað mesta av einum ári.
– Tað er harmuligt, at
vit ikki hava allar spæl-
ararnar
tøkar.
Men
støðan ber møguleikar
við sær hjá øðrum at
vísa, hvør dugur er í
teimum. Tríggir av spæl-
arunum, sum í hesi
vikuni eru í NM kapp-
ingini fyri U–17 landslið
í Vejle (fyrsti dysturin
varð spældur í gjár, eftir
at blaðið var farið til
prentingar), skulu við til
Wales, og so eru tað
onkrir spælarar, sum
ikki hava verið á lands-
liðnum áður, men sum í
ár hava tikið seg rættu-
liga nógv fram, sigur
Jógvan Martin Olsen, og
sipar í hesum sambandi
m. a. til Heina í Skorini,
sum í summar er komin
í 1. liðs hópin hjá B36.
Teir átjan spælararnir,
sum fara til Wales, eru
Pól Næs Joensen, B36,
og Heini Jacobsen, VB,
sum eru málverjar, og
útispælararnir eru Marni
Djurhuus, EB/Streymur,
Atli Danielsen, KÍ, Áki
L. Hansen, NSÍ, Áki
Petersen,
ÍF,
Bjarni
Jørgensen, HB, Rókur
av Fløtum Jespersen,
HB, Jann Ingi Petersen,
B68, Kaj Ennigarð, GÍ,
Hjalgrím Elttør, KÍ,
Fróði
Jóannesarson,
NSÍ, Kári í Lágabø, VB,
Sólbjørn Olsen, B36,
Gilli Haraldsen, Frede-
rikshavn, Heini í Skor-
ini, B36, Mortan Jo-
hannesen, B36 og Ras-
mus Nolsøe, TB.
Ferðalagið fer úr Før-
oyum og til Aberdeen
mánadagin. Teir skulu
koyra í bussi niður til
Wales. Fyrri dysturin er
á skránni týsdagin, og
tann
seinni
verður
spældur hósdagin.
Nýggir spælarar
skulu royna seg
ÍSB-svimjararnir
hava vunnið síni
fyrstu heiðursmerki í
EM-kapping, sum
verður hildin í
Stockholm
SVIMING
Eyðun Klakstein
Týskvøldið
vann
ÍSB-
svimjarin, Heidi Andrea-
sen, tvey heiðursmerki í
Europameistaraskapinum
fyri
rørslutarnað,
sum
verður hildin í Stockholm í
hesum døgum.
Heidi vann gull í 100
metrar frí, og í hesi kapping
betraði
hon
persónliga
metið við einum sekundi.
Í kappingini 100 metrar
rygg vann Heidi bronsu,
meðan hin føroyski svimj-
arin, Esther Gaard Hansen,
gjørdist nummar 5.
– Hvørki eg ella Heidi
betraðu okkara persónliga
met í hesari kappingini, so
vit eru ikki heilt nøgdar við
úrslitið, sigur Esther Gaard
Hansen.
Ræður um at betra seg
Esther og Heidi skulu
luttaka í fleiri kappingum í
hesi vikuni, og í gjárkvøld-
ið vónaði Esther, at hon fór
at vinna eitt heiðursmerki.
– Eg skal kappast í 100
metrar firvald, og eg vóni,
at eg kann vinna eina gull
ella silvurmedalju, segði
hon stutt fyri middag í gjár.
– Tað, sum mest ræður
um, er at betra okkum alla
tíðina, og so fáa vit at
síggja, um vit vinna fleiri
heiðursmerki.
Fyrireikað seg á Sicilia
Áðrenn EM-kappingina í
Svøríki
vóru
føroysku
svimjararnir á venjingar-
legu á Sicilia.
– Tað fingu vit nógv
burturúr.
Umstøðurnar
vóru sera góðar, og vit
vandu okkum við at svimja
í 50 metra hyli. Eingin
slíkur hylur er í Føroyum,
so tað er gott at kunna
venja í einum sovorðnum
hyli áðrenn eina kapping,
sigur Esther Gaard Hansen.
Umframt báðar svimjar-
arnar er Katrin Johansen,
venjari, og ein fysiotera-
peutur við á ferðini í
Svøríki.
Føroyska
ferðalagið
verður aftur í Føroyum
mánadagin.
Heidi vann gull
Heidi Andreasen, vinstrumegin, Katrin Johansen og Esther Gaard Hansen eru í hesum døgum í Svøríki, har EM í svimjing fyri
rørslutarnað verður hildið
Hjalgrím Elttør hjá KÍ er ein av spælarunum, sum fer
við U19 landsliðnum til Wales at spæla vinardystir
19
18
Nr. 146 - 2. august 2001
Summarfrí
Skrivstovan verður stongd vegna summarfrí, frá
mánadegi 6. august. Opið verður aftur mána-
dagin 27. august.
Havnar Handverkarafelag
Til handlarnar við Hoyvíksvegin og Gripsvegin
verður søkt eftir fyrikomandi
Ekspeditrisu
Arbeiðið fevnir um skiftandi vaktir uml. 30 tímar
um vikuna.
Ring ella støkk inn á gólvið og spyr eftir Andreu.
Hoyvíksvegur 65
Tlf. 22 51 60 ella 31 21 61
Mýrusýra
Mýrusýra er at fáa frá Kemilux.
Mykinesgøta 1
Tlf. 310833
Aðalfundur
Lýst verður til aðalfundar í Listafelag Føroya hós-
dagin 23. august 2001 kl. 17.00.
Skrá:
Nevndarfrágreiðing
Framløga av ársroknskapi felagsins
Nevndarval
Val av grannskoðarum
Ymiskt
Listafelag Føroya
Box 1141 - FO 110 Tórshavn
Telefon 313579
Barrfólk og
servitrisa
Søkt verður eftir barrfólki og servitrisu at byrja
skjótast gjørligt.
Løn eftir avtalu.
Tlf. 319767 ella 219696
Serskeið á Søgu- og
Samfelagsdeildini
Í heyst bjóða vit undirvísing í hesum
skeiðum:
Føroyskur politikkur
Lærari: Jógvan Mørkøre,cand.mag
Tíð og stað: hósdagar kl.10.35-12.15 á Sjómansskúl-
anum
Nationalisma og etnisitetur
Lærari: Firouz Gaini,cand.scient.anth
Tíð og stað: mikudagar kl. 12.45-14.25 á Sjómans-
skúlanum
Demokrati sum hugtak og hugsjón
Lærari: Jóanes N. Dalsgaard, BA (í samstarvi við
Jógvan Mørkøre)
Tíð og stað: hósdagar kl.12.45-14.25 á Sjómansskúl-
anum
Løgtingssøgan
Lærari: Hans Andrias Sølvará,cand.mag
Tíð og stað: týsdagar kl. 10.35-12.15 á Sjómansskúl-
anum
Oljuvinnan – samfelagsligu árinini
Lærari: Suni á Dalbø,cand.scient.soc
Tíð og stað: mánadagar kl. 12.45-14.30 á Sjómans-
skúlanum
Økismenning
Lærari: Gestur Hovgaard, Ph.D. og Richard Apostle,
professari í sosiologi/antropologi
Tíð og stað: mikudagar kl. 10.35-12.15 á Sjómans-
skúlanum
Búskaparfrøði II
Lærari: Ólavur Christiansen,cand.polit & scient.soc
Tíð og stað: týsdagar kl. 12.45-15.15 á Sjómans-
skúlanum
Galdandi fyri øll skeið:
Tey eru fyrst ætlaði lesandi, ið eru komin nakað
áleiðis í lesnaði við lærdum háskúla, og lidnum
kandidatum við áhuga fýri at leggja aftrat vitan síni.
Undirvísing og próvtøka er treytað av at nóg nógv
tekna seg. Skeiðini eru uppá 15 dupulttímar til-
samans, ið svarar til 1/4 lestrarár ella 15 ECTS
(undantikið “Búskaparfrøði II”, ið telur 7,5 ECTS).
Umsóknarfreistin er 15. august 2001
Umsóknarbløð og upplýsingar um skeiðini fáast
við at venda sær til
Søgu- & samfelagsdeildina,
J.C. Svabos gøtu 7,
100 Tórshavn,
tlf. 317009.
ssd@setur.fo
Skrivstovufólk
Á Dómaraskrivstovuni verður søkt eftir fólki við
hollari skrivstovuútbúgving til setan tann 1. sep-
tember 2001.
Talan er um eitt starv við niðursettari arbeiðstíð –
30 tímar um vikuna.
Viðkomandi verður settur sambært felagssátt-
mála millum Statsansattes kartel og Finans-
ministeriet og sáttmála millum HK/STAT og
Finansministeriet.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Kathrinu Magnussen, skrivstovuleiðara, ella Niels
Tang Christensen, rættarassessor, tlf. 311003.
Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli verða at
senda Dómaraskrivstovuni í seinasta lagi 17.
august 2001.
Sorinskrivarin í Føroyum,
tann 27.juli 2001
Niels Tang Christensen
ra.
Víkingur 900
Framúr útróðrarbátur
Longd 9,60 m, breidd 3,40 m við stórari last, 12
stk.350 l kassar.Motorur Cummins 300 hk.Til sølu
uttan fiskiloyvi. Báturin er eisini væl egnaður til
alivinnu og ferðafólkaflutning. Boð undir kr.
500.000,- ongan áhuga.
Nærri kann fáast at vita við at ringja tlf. 332379.
Starlet 29
útróðrarbátur
Við øllum nautiskum tólum,línuspæli,5 elektron-
iskum snellum frá Oilwind. Motorur Perkins 120
hk. Til sølu. Báturin er í sera góðum standi. Boð
undir kr. 400.000,- ongan áhuga.
Nærri kann fáast at vita við at ringja tlf. 332379.
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
Høli til leigu
Kjallarin á Sosialinum er til leigu. Hølini eru slakar
100 fermetrar til víddar, inngongd er til hølini frá
parkeringsøkinum niðan fyri húsini og parkerings-
viðurskiftini eru góð.Nærri fæst at vita við at ringja
til Sosialin 311820 ella 216409.
Sosialurin
C
M
Y
K
18