hósdagur 7. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 149 - 7. august 2008
Sjóverjuskipið Agdlek
eitur nú Juvel 2 og er
farið til Grønlands
sum trúboðaraskip
Trúboðan
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Gamla
sjóverjuskipið
Agdlek er aftur í Grønlandi.
Men nógv er broytt. Tann
grái
sjóverjuliturin
er
skiftur til hvítt, manningin
gongur ikki í búna longur,
málið
umborð
er
ikki
danskt, men føroyskt, og so
hevur skipið eisini broytt
navn og eitur nú Juvel 2.
Herumframt er skipið
komið aftur til Grønlands í
heilt øðrum ørindum enn
fyrr.
Herfyri keypti Brøðra
samkoman
Agdlek
frá
donsku sjóverjuni og gav tí
navnið Juvel 2. Síðani er
skipið umbygt, so tað kann
brúkast sum trúboðaraskip.
Brøðrasamkoman
hevur
havt trúboðaraskip í grøn
landi í fleiri ár við millum
annað Beintu og seinast
Juvel, men nú var tíðin
komin til at fáa annað skip
ístaðin fyri, sigur gøtu
maðurin Arne Hansen, sum
er skipari á Juvel 2 hendan
fyrsta túrin í Grønlandi.
Sjálvur hevur hann ført
nøkur av teimum størstu
føroysku
fiskiskipunum,
men hesaferð skal hann á
nýggjar leiðir.
Vit skulu vitja trúgvandi
í bygdunum í Vesturgrøn
landi og boða evangeliið.
Føroyingar hava verið í
Grønlandi í mong ár og
hava góð viðurskifti við
grønlendingar, so vit gleða
okkum til hetta arbeiðið,
sigur Arne Hansen.
Upprunaliga var ætlanin
at fara til Grønlands við
Juvel 2 tíðliga í summar,
men ymiskt dró út, so skip
ið er seinkað í ár. Hesaferð
skal skipið fyrst norður til
Jakobshavn, og haðani skal
skipið sigla suðureftir og
vitja fleiri av bygdunum
allan vegin suður ímóti
Hvarvinum. Ætlandi kemur
Juvel 2 aftur til Føroya í
heyst, og næsta ár er so
ætlanin at fara fyrr á árinum
og at fara væl longri
norður.
Tá Juvel 2 fór úr Føroyum
herfyri, vóru níggju mans
við, og í Grønlandi komu
nøkur fólk umborð afturat,
áðrenn leiðin varð løgd
norðureftir.
Verjuskip skal boða evangeliið
Harley Davidson
Harley Davidson Night Rod Special.
Árg. 2007. Koyrt 4.000 km. Til sølu.
RiNg 23 90 99
Juvel 2 fer av Klaksvík á fyrstu
trúboðaraferðina til Grønlands
Arne Hansen í Norðragøtu
er skipari á Juvel 2
Manningin fekk nøkur góð irð við sær,
áðrenn loyst var. Frá vinstru Zacharis
Zachariassen, Steinbjørn Jacobsen og Óli
Steinberg
Danir ella russar eiga pólin
Bretskir granskarar, sum hava kannað havbotnin kring Norðpólin, siga, at
spurningurin um ræðisrættin á leiðini er eitt mál millum Danmark og Russ
land. Granskararnir hava teknað eitt kort, sum vísir, at USA og Kanada kunnu
krevja ávís økir, men at økið við sjálvan Norðpólin er annaðhvørt danskt ella
russiskt. Spurningurin um ræðisrættin yvir póløkinum hevur stóran týdning, tí
vísindafólk halda, at umleið 90 milliardir tunnur av olju kunnu vera undir
havbotninum í póløkinum.
Danir og russar skulu
samráðast um póløkið,
siga bretskir granskarar
Kort: TV2