Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 7. august 2008 5 UTTANRÍKISRÁÐIÐ Ministry of Foreign Affairs Fýra spennandi størv í Uttanríkisráðnum Deildarstjóri til deild fyri “Human Resource Management” Tú fært ábyrgdina av at umsita mannatilfeingi í Uttanríkistænastuni í serliga breiðum týdningi, eitt nú vanligu starvsfólkaviðurskiftini, trivnað, førleikamenning og flytføri hjá starvsfólkum millum deildir eins og millum Uttanríkisráðið og sendistovurnar; at umsita avrikssáttmálar millum Uttanríkisráðið og sendistovurnar; at umsita fíggjarviðurskifti og hølisviðurskifti; og at umsita skjalaskráseting og bókhald, umframt onnur serlig viðurskifti eitt nú trygd og KT-viðurskifti. Vit vænta, at tú hevur nomið tær samfelags- vísindaliga útbúgving á masterstigi ella aðra samsvarandi útbúgving. Skjalavørður Tú fært ábyrgdina av at umsita skjalaskráseting og KT-viðurskifti hesum viðvíkjandi, umframt at handfara vitan og upplýsingar, bókasavn, skjalasavn og skjalatrygd hjá allari Uttanríkis- tænastuni. Vit vænta, at tú hevur antin nomið tær útbúgving sum bókavørður ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir innanfyri yrkið ella viðkomandi útbúgving á bachelorstigi. Fulltrúi í handilspolitikki Tú fert saman við øðrum at umsita eina røð av handilspolitiskum málum eitt nú alheims- gerð, altjóða handilspolitikk, Heimshandils- felagsskapin (WTO), Hoyvíkssáttmálan, Evropiska Fríhandilsfelagsskapin (EFTA), Evropasamveldið (ES) og aðrar fríhandils- samráðingar og fríhandilssáttmálar. Vit vænta, at tú hevur nomið tær samfelags- vísindaliga útbúgving á masterstigi ella aðra samsvarandi útbúgving. Fulltrúi í havpolitikki Tú fert saman við øðrum at umsita eina røð av altjóðapolitiskum málum innanfyri hav, tilfeingi, umhvørvi, veðurlagsbroytingar og sjálvberandi menning. Eisini verður føroyski limaskapurin í felagsskapum sum eitt nú Arktiska Ráðnum, OSPAR, FAO, NAFO, NEAFC, NASCO, NAMMCO og IWC umsitin her. Vit vænta, at tú hevur nomið tær samfelags- vísindaliga útbúgving á masterstigi ella aðra samsvarandi útbúgving. Felags fyri øll størvini er, at tú hevur politiskt tev og góð samstarvsevni, ert tænastuhugaður og lagaligur, ert miðvísur og sjálvstøðugur, ert stinnur í føroyskum og enskum máli, umframt at tú hevur kunnleika til onnur mál. Vinaliga set teg í samband við Joan Ólavsdóttir á telefon +298 296111 ella mfa@mfa.fo at frætta meira um størvini. Umsóknir við prógvum og øðrum skjølum skulu sendast til Uttanríkisráðið, Tinganes, FO-100 Tórshavn ella í telduposti til mfa@mfa.fo og vera frammi í seinasta lagi mánadagin 11. august 2008. Vilt tú vera við til at byggja upp okkara Uttanríkistænastu, fremja okkara uttanríkismál og tryggja føroyingum rúmari ræsir í altjóðasamfelagnum? Í Uttanríkisráðnum umsita vit hópin av spennandi málum, ið hava týdning fyri okkara áhugamál og samstarv í altjóða- samfelagnum, eitt nú at umboða Føroyar í altjóða felagsskapum; at virka fyri útflutningi og frælsum samhandli; at tryggja okkara rættindi og skyldur í altjóða høpi; at skipa fyri mentanarligum og vinnuligum átøkum í øðrum londum og at fremja eina virkna og dagførda kunning um Føroyar. Í løtuni eru hesi størv leys at søkja: Føroyska Uttanríkistænastan fevnir um Uttanríkisráðið og sendistovur Føroya til London, Keypmannahavnar, Evropasamveldið og Reykjavíkar og er ein og sami myndugleiki. Høvuðsleikluturin hjá Uttanríkisráðnum er at samskipa føroyska uttanríkispolitikkin og at tryggja áhugamál Føroya í altjóðasamfelagnum. 4EL sWWWMFAFO sansir.fo