Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 149 - 7. august 2008 ] Nú 16 umfør eru spæld í Formula­­ deildini, er spenn­ ing­urin í botninum ovurhonds stórur, meða­n spenning­urin í oddinum er í botni, ha­r EB/Streymur er átta­ stig­ fra­mma­nfyri nærma­stu ka­pping­a­r­ neyta­rna­r FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 20 stig. Tað plagar at vera nóg mikið til at lívbjarga sær í landsins bestu fótbólts­ deild. Men nú 16 umfør eru spæld og 11 eftir at leika, hava liðini í botninum skav­ að sær so nógv stig saman, at tað eftir øllum at døma skulu nakað væl meiri enn 20 stig, fyri at tryggja sær sætið í Formuladeildini. Hetta tí, at tey bæði liðini undir niðurflytingarmarki­ num longu hava 14 stig. Og við 11 dystum eftir at leika, má tað metast sum ógvuliga ósannlíkt, at Skála og B71 ikki fáa fleiri enn seks stig aftrat. Hetta merkir samstundis, at trý tey næstu liðini oman fyri strikuna heldur ikki kunnu kenna seg trygg. B68 og KÍ hava 17 stig hvør, meðan uppflytararnir ÍF hava 20 stig. Vert er at hefta seg við, at uppflytarar­ nir báðir eru omanfyri niður­ flytingarmarkið, meðan Skála og B71, ið bæði vóru í Formuladeildini í fjør, liggja skeivu megin strik­ una. Somuleiðis er eisini vert at hefta seg við, at einki av teimum fimm liðunum kann kenna tryggan í deild­ ini. Við øðrum orðum er helmingurin av liðunum í landsins bestu fótbóltsdeild í reellum niðurflytingar­ vanda, nú bara 11 dystir eru eftir at spæla. Eitt umfar millum succés og fiasko Venda vit okkum til hin end­ an av stigatalvuni, er nógv broytt síðani seinasta leik­ umfar. 24 dagar eru gingnir síðani feløgini fóru í feriu, men bert eitt leikumfar skilir 13. juli frá 6. august. Nú er EB/Streymur aftur stórfavorittur til at vinna Føroyameistaraheitið. Ein heitið, felagsliðið úr Sunda­ lagnum ongantíð hevur vunnið, hóast teir hava ver­ ið nær við tey bæði síðstu árini. So greiður favorittur var EB/Streymur tó ikki undan dystinum. Liðið hevði tapt tríggjar landskappingardyst­ ir á rað, og fjarstøðan niður til NSÍ var minkað niður í fimm stig. Omaná tað komu tvey tap í UEFA Cup. Ímóti Man­ chester City var alt annað óvæntað, men tvey tap aftr­ at burdu ikki bøtt upp á lagið í hópinum, sum ikki kann hava verið serliga gott. Fimm tap á rað! Hevði tað sætta tapið ver­ ið veruleiki í gjárkvøldið, so var fjarstøðan niður til NSÍ einans tvey stig – og so kundi man av røttum tosa um gummibein, at søgan endurtekur seg og at felagið ikki hevur neyðugu royndir­ nar, tá á stendur. Men í gjár­ kvøldið stóð á, og tað bragd­ aði hjá EB/Streymi. Felagið skuldi venda keðiligu gongdini, og hetta ímóti arg­ asta kappingarneytanum um fremsta sessin. EB/Streymur stóð roynd­ ina. Eftir fimm tap á rað, fekk felagið ein kærkomnan sigur. At úrslitini so eisini lagaðu seg soleiðis, at øll tey nærmastu liðini, uttan B36, mistu stig, ger støðuna bara upp aftur betri. Eitt umfar var munurin millum succés og fiasko! Eitt annað, sum eisini kom væl við hjá EB/Streymi var, at tað vóru Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Sam­ uelsen, ið gjørdu málini. Hesir báðir eru hornasteinar í framrættaða spælinum hjá EB/Streymi, og tí er týdn­ ingarmikið hjá EB/Streymi, at hesir koma væl frá byrj­ an. Óeydnu danir Stuttligt er eisini at býta merki í, at hvørki Peter Foldgast ella Anders Post Jacobsen byrjaðu inni hjá EB/Streymi í gjár. Tað er fyrst ferðin, at tað kemur fyri síðani teir vórðu knýttir at felagnum, og liðið hevur tapt allar dystirnar síðani. Í gjár var hvørgin teirra mill­ um teir fyrstu 11, og liðið sigraði endiliga aftur. Har­ við er ikki sagt, at tað er ein samanhangur millum ósigr­ ar og danir í EB/Streymi, men atfinningarsomu rødd­ irnar mótvegis Peter Fold­ gast og Anders Post Jacob­ sen hava fingið enn meiri at prátað um eftir hetta. Fimm sentimetrar Var tað eitt umfar, ið var munurin á succés og fiasko hjá EB/Streymi, so var tað fimm sentimetrar hjá Vík­ ingi og HB. Andreas Lava Olsen sendi eitt skot á tvørtræið, sum brast niður í vøllin, fimm sentimetrar skeivu megin málstrikuna. Nøkur fá sekundir seinni lá bólturin í málinum í hinum endanum. Vagnur Mohr Mortensen tryggjaði ikki liðið sínum succés, men eitt stig í einum dysti, ið lættliga kundi verið taptur. Hinvegin vóru tað fimm sentimetrar, sum broyttu úrslitið hjá Víkingi í gjár frá at vera ein succés til eina fiasko. Í onkrum øðr­ um dysti var tað dómarin, ið skuldi eitast at vera ein fiasko, og harvið eisini bein­ leiðis orsøkin til fiaskoina hjá einum liði. Bersøgin liðformaður 16. leikumfar er nú av. Men dysturin millum HB og Vík­ ing eigur ikki at vera mettur sum liðugur í enn. Dysturin er sjálvandi liðugur og úr­ slitið verður verandi javn­ leikur 1­1. Men eftir útsagn­ irnar hjá liðformanninum í Víkingi, Niclas Niclasen, í sendingini 3. hálvleikur á Rás2 í gjárkvøldið, sum eisini eru prentaðar í blað­ num í dag, skal roknast við, at tað kemur eitt ávíst eftir­ spæl. Fyrr í ár varð Bartal Elia­ sen revsaður fyri at siga sína hjartans meining um Rúna Gaardbo, og útsagnir­ nar hjá Niclas Niclasen um Dagfinn Olsen standa lítið aftanfyri tað, ið Bartal Elia­ sen segði og fekk tveir daga leikbann fyri. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Rúni Nolsøe tosaði við dómaran í hálvleikinum, har hann royndi at leggja trýst á, fyri at vit skuldu fáa kort. Og tað riggaði opinbart Niclas Niclasen, liðformaður hjá Víkingi Spenningurin í botni Helvtin av Formuladeildini er í vanda fyri at flyta niður, og í hesi helvt eru bæði KÍ og B68 at finna Mynd: Álvur Haraldsen