Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 149 - 7. august 2008 ] Eftir fimm tap á rað gjørdist EB/Streymur aftur sigursharri, tá teir vunnu rími­ liga sannførandi á nærmastu kappingar­ neytunum úr NSÍ FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað leikaði annars javnt á allan fyrra hálvleik. Og skuldi tað koppa nakran vegin, so skuldi tað verið til NSÍ. Hesir máttu tvær ferðir síggja Arnbjørn Hansen rudda burtur á málstrikuni, umframt at NSÍ eisini hevði aðrar hampiligar møguleik­ ar. Tað hevði EB/Streymur fyri so vítt eisini, men teir komu ongantíð so nær sum NSÍ. Naskastu royndina hevði Arnbjørn Hansen, tá hann stútaði móti málinum, eftir frálíkt spæl frá Leif Niclasen og Hans Paula Samuelsen upp eftir vinstru síðu. EB/Streymur var eisini liðið, ið kom best frá byrjan og tóktist onkursvegna at hava takið á NSÍ. Kortini vóru tað gestirnir, sum vóru tættast við at skora undan steðginum. Tað gjørdu teir bara ikki. Málslúkarnir gjørdu bart Og so var tað, at EB/Streym­ ur fór at býta frá sær. Stutt eftir steðgin sendi Hans Pauli Samuelsen eitt hart skot móti nærmara mál­ horni, sum Tórður Thomsen kortini megnaði at verja fyri. Hetta var ávaringar­ skotið. Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik gjørdi EB/ Streymur so álvara av hóttanini. Tórður Thomsen og Johan Troest Davidsen kundu ikki heilt semjast um, hvør teirra skuldi rudda bóltin burtur. Hetta gagn­ nýtti Arnbjørn Hansen, slapp sær framvið teimum og legði bóltin í tóma netið. Eitt heppið mál hjá EB/ Streymi, sum ongantíð átti at verið komið. Og so gekk tað skjótt. Fimm minuttir seinni legði Arnbjørn Hansen upp til eitt mál, tá hann legði bóltin tvørtur um í brotsteiginum, har Hans Pauli Samuelsen uttan stórvegis hóvasták kundi skora. Eitt einfalt og vælspælt mál, sum Levi Hanssen byrjaði, tá hann spældi Arnbjørn Hansen leysan í høgru. Við málunum báðum hava teir báðir bestu mál­ skjúttarnir hjá EB/Streymi staðfest, at teir framvegis vita hvar málið stendur – og ikki minst hvussu bólturin fæst inn í tað! Heimaliðið hevði tamarhald Við málunum báðum tóktist sigurin at vera í tryggum hondum. EB/Streymur hevði tamarhald á støðuni, vóru væl skipaðir og tóku ongar kjansir. Hetta gav NSÍ møguleika at skapa tað, ið eftir var av dystinum. Tað royndu Føroyameistar­ arnir eisini, men tað gekk strilti at fáa nakað munagott burtur úr stóru leikligu yvir­ vágini. Betri gekk hjá EB/ Streymi, sum vóru ógvuliga kvikir í mótálopum, so skjótt hesir vunnu bóltin. Sum seinni hálvleikur leið, fall heimaliðið longur og longur aftur á vøllin. Trýstið kring brotsteigin vaks, men veruligur vandi á ferð var sjáldan. Eitt innlegg frá NSÍ rakti tvørtræið – tilvitað ella ei, men í mál fór tað ikki. Uppiborin sigur Samanumtikið ein uppibor­ in sigur til EB/Streym. Tann annars stinna NSÍ­verjan gjørdi eitt mistak, sum varð revsað dýrt. Tann í fyrra hálvleiki so raski Karoly Potemkin svann burtur í einki í seinna hálvleiki, og tað lætti um hjá EB/Streymi, samstundis sum einfalda kombinatiónsspælið, ið fyrst Øssur Dalbúð og Hjal­ grim Eltør og síðani Karoly Potemkin og Hjalgrim Eltør so fínt vístu í fyrra hálvleiki, var heldur ikki at síggja í seinna. EB/Streymur hevði hepni við sær í fyrra málinum, men leikararnir eiga rós uppiborið fyri skilagott og ógvuliga taktiskt tilvitað spæl, sum kastaði trý stig av sær. Trý ógvuliga kær­ komin stig! Eitt fjórða landskappingartap hevði komið ógvuliga dátt við í Sundalagnum – hetta eisini hóast oddasessurin framveg­ is hevði verið varðveittur. Munurin hevði tá bara verið tvey stig. Tískil var talan um ein ógvuliga søtan sigur, sum Sundalagsmenn ognaðu sær við Margáir í gjárkvøldið. Júst tað vit manglaðu Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi, kundi smílandi staðfesta, at sigurin hjá EB/Streymi var kærkomin. – Hatta var akkurát tað, vit høvdu brúk fyri. Ein sigur máttu vit hava, og tað ger tað ikki verri, at mótstøðuliðið var NSÍ, segði Egil á Bø við ein­ um skeivum brosi. Helst sipaði liðformaðurin til, at NSÍ var tað liðið, ið lá næst EB/Streymi, um­ framt at tað vóru runavík­ ingar, sum yvirhálaðu EB/Streym í fjør. Egil á Bø viðgekk, at mongu ósigrarnir helst hava ligið í bakhøvdinum á mongum leikara, men vísti hann á fyrireikingar­ nar seinastu tíðina, sum eftir hansara tykki hava verið ógvuliga góðar. – Tað sæst eisini í dag, tí vit eru væl skipaðir og eingin leypir framav nakrantíð, metir Egil á Bø, liðformaður hjá EB/ Streymi. Skuffandi úrslit Liðformaðurin hjá NSÍ, Óli Hansen, var sjónliga vónbrotin eftir dystin. – Eitt øgiliga skuffandi úr­ slit, staðfesti hann turris­ liga eftir dystin. – Vit eru heilt einfalt ikki nóg góðir. Vit vísa ikki nóg stóran styrk, og eru ei heldur nóg sannførandi til at vinna ein dyst sum henda, ger Óli Hansen greitt. Hann fegnaðist annars um at vera komin í gongd við landskapp­ ingina aftur, eftir at hava spælt tveir altjóða dystir. – Men tað er keðiligt at byrja soleiðis, sigur lið­ formaðurin hjá NSÍ, sum nú sær fram til næsta dyst. NSÍ EB/Streymur EB/Streymur – NSÍ 2-0 (0-0): Søtur sigur í Sundalagnum Einar breyt beinið Einar Hansen, vinstri bakkur hjá NSÍ, var so óheppin at koma illa fyri í dystinum í gjár. Seint í fyrra hálvleiki endaði hann ímillum tveir EB/Streyma­leikarar, og varð liggjandi. Løtu seinni var Einar Hansen útskiftur, og eftir dystin varð hann sendur suður á Landssjúkrahúsið. – Har staðfestu tey, at eg havi brotið eitt petti av beininum tætt við øklaknútarnar, so tað verður ein steðgur á tvær ella tríggjar vikur, visti Einar Hansen at siga í morgun. Hetta harmaði hann sjálvsagt almikið, ikki minst tí, at hann aftur varð úttikin til landsliðshópin, sum nú skal spæla venjingardyst móti Portugal. – Hetta er heilt av hundunum til, helt vinstri bakkurin fyri. Foldgast undir skurð Peter Foldgast var ikki á dómaraseðlinum hjá EB/Streymi í gjár. Mong undraðust, tí hann hevur annars byrjað inni allar fimm dystirnar, síðani hann kom til EB/Streym. Orsøkin er, at Peter Foldgast er sendur til Danmarkar, har hann skal skurðviðgerast í knænum. Sum skilst er tað meniskurin, sum er trupulleikin, men við dugnaligum fólki er tað ein operatión, sum argar danan, men hetta verður nú fingið í rætt lag, soleiðis at Peter Foldgast kann tørna til aftur um tvær ella tríggjar vikur. EB/Streymur hevði hepni við sær í fyrra málinum, men leikararnir eiga rós uppiborið fyri skilagott og ógvuliga taktiskt tilvitað spæl, sum kastaði trý stig av sær Savnsmynd