Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 149 - 7. august 2008 ] Dómarin læt seg ávirka Liðformaðurin hjá Víkingi, Niclas Niclassen, var alt annað enn fegin um útvísingina, sum Hans Jørgen Djurhuus fekk tíðliga í seinna hálvleiki. Ein dómara­ avgerð, sum eftir hansara tykki kostaði sigurin, og sum hann helt vera úrslit av trýsti frá HB­venjara­ num. ­ Rúni Nolsøe tosaði við dómaran í hálvleikinum, har hann royndi at leggja trýst á, fyri at vit skuldu fáa kort. Og tað riggaði opinbart. Vit høvdu ikki spælt meira enn fimm minuttir, so hevði Hans Jørgen fingið tvey gul kort fyri einki. Tað kostaði okkum dýrt, og Dagfinn (Olsen, dómari, blðm.) er opinbart for feikur og torir ikki at standa við sítt egna. Tað var vánaligt av Rúna – ógvuliga vánaligt. Tað skuffar meg nógv, tí eg hoyrdi, hvat hann segði, segði Niclas Niclassen eftir dystin. Víkingahøvdingin var í aðrar mátar hampuliga væl nøgdur við avrikið hjá sínum liði í dystinum. ­ Tað riggaði fínt. Vit bíðaðu eftir HB, og vit hava skjótar mans í álopinum, og vit koma eisini til møgu­ leikar. Og hóast tit eru í undirtali, so eiga tit eisini størstu møguleikarnar seinasta korterið ella so. Eigur onkur av hasum bóltunum ikki inn? ­ Jú. Vit høvdu avgjørt møguleikan at avgera dystin. Eitt stig í Gundadali er sjálvandi OK, men í dag eri eg ótrúliga vónbrotin, staðfesti Niclas Niclassen. -mørk Dómarin má vísa ábyrgd Venjarin hjá HB, Rúni Nolsøe, dugdi ikki at síggja nakað skeivt í tí, sum hann hevði gjørt í steðginum. ­ Eg segði við dómaran, at hann mátti stramma linjuna. Fleiri av tacklingunum hjá teimum vóru heilt vanvittugar, og har vóru fleiri føri, har beinini vórðu kvett av mínum monnum, um teir ikki lupu undan tacklingunum. Tað vildi verið beinleiðis ábyrgdarleyst av dómaranum, um hann lat hetta halda fram, sigur Rúni Nolsøe. Ikki nóg gott Fróði Benjaminsen helt ikki, at hann og liðfelagarnir í HB kunnu vera nøgdir um ein 1­1 javnleik í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. ­ Vit ætlaðu okkum sjálvandi at vinna dystin, og tað mugu vit so staðfesta miseydnaðist. ­ Eg haldi annars, at vit kláraðu at halda leikferðini hampuliga høgt, men vit koma ikki til nakað serliga nógvar kjansir. Tá vit koma í yvirtal, eiga vit kanska at skora meira enn tað eina málið. Vit høvdu eisini møgu­ leikarnar til tað, men tða riggaði so ikki í dag, sigur Fróði, sum annars bert hevur eini ráð til sín og HB. ­ Vit mugu bara stríðast víðari. Vit mugu fokusera upp á okkara egna spæl og fáa tað at rigga. -mørk Við ellivu móti tíggju í trý korter hevði HB fortreytirnar til sigurin. Men veruleikin er, at Víkingarnir og Andreas Lava Olsen bert vóru fimm sentimetrar frá sigrinum í Gundadali Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Summarsteðgurin hevur í fleiri mátar markerað eina nýggja byrjan í Formula­ deildini. Ikki minst hjá HB, har fleiri spælaraskiftingar hava eyðmerkt summar­ steðgin og transfer­vindeyg­ að. Men mett eftir fyrstu royndini, so er heilsustøðan hjá HB á leið akkurát tann sama, sum hon var undan skurðviðgerðini í summar­ steðginum. Víkingur hevði sína greiðu uppskrift, tá teir komu til Havnar. Við eini 4­3­3 skipan, har sentrali miðvøllurin var væl pakkað­ ur, og har Andreas Lava Olsen og Erling Jacobsen høvdu ferðin til at bjóða av í borðunum, skuldi kontra­ spælið standa sína roynd. Og í stóran mun eydnaðist hetta eisini til fulnar. HB hevði nevnliga bóltin nógv, men tað var sjáldan, at nakar veruligur vandi stóðst av. Gestirnir høvdu fyri tað mesta væl av fólki aftan fyri bóltin, og hartil var uppspælið hjá HB alt ov lítið beinleiðis. Og tað bar við sær, at tær ferðirnar, sum bólttap vóru hjá mót­ støðuliðnum, fingu gestirnir kortini stundir at skipa verjupartin aftur, áðrenn tað veruliga gjørdist vanda­ mikið. Hinvegin vóru heldur ikki tær heilt vandamiklu støðurnar framman fyri HB­málið, men tað var nú javnan, at gestirnir við skjótum spælið niðaneftir komu sær í støður, sum væl kundu kastað møguleikar av sær. Ársins mál og útvísing Tað gekk tó ikki meira enn ein minuttur, áðrenn Vík­ ingarnir fingu tað, sum teir ikki fingu fyri steðgin. Fleiri av áskoðarunum høvdu neyvan svølgt sær hálvleikskaffið, og so var stórt spell hjá hesum, at tey mistu tað, sum helst er vakrasta málið í Gundadali í ár. Vandin var nú ikki so stórur, tá Zoltan Bukzegy varð sendir avstað í høgru, men við einum skoti, ið kveikti minnir um finalu­ málið hjá van Basten í 1988, hálvfluktaði hann av brotsteigarhorninum í einum høgum boga upp um Marcyn Dawid og niður í handara síðunet. Tað gingu tó ikki meira enn góðir fimm minuttir, fyrr enn HB aftur fekk trumf í hondina. Hans Jørg­ en Djurhuus hevði tá fingið tvey gul kort, og hóast ónøgdin hjá Víkingunum var stór, so stóðu march­ ordrarnir hjá dómaranum við. Og tað gjørdist byrjanin til eitt toluliga hart HB­ trýst. Framvegis høvdu teir ilt við at fáa neyðugu ferð­ ina í spælið, men Víkingar­ nir høvdu ilt við at skipa seg av nýggjum, og tí íkomu hópin av vandastøðum. Áttu av avgjørt Men tá útjavningin kom, spældi frúgvin Fortuna væl við hjá HB. Bara fá sekund áðrenn Vagnur Mohr Mort­ ensen beindi innleggið frá Pæturi Jørgensen í kassan, var Andreas Lava Olsen spældir inn um HB­verjuna, og við einum dundurskoti hótti hann við at lyfta tvør­ træið av syðra málinum í Gundadali. Ólukkutíð fyri gestirnar støkk bólturin nið­ ur beint uttanfyri málstrik­ una. Verjuleikari var fyrstur á at lossa burtur, og fýra sekund seinni var bólturin so í norðara málinum. Og so skuldi tú annars hildið, at HB fór at trýsta eftir sigrinum. Teir fluttu eisini alt meira fólk fram, men trýstið var fyri tað nógva óskipað, og tí fingu gestirnir fleiri risa­møgu­ leikar at kontra seg til trý stig. Og ivaleyst iðra teir seg um, at effektiviteturin ikki var størri hesa seinastu løtuna. Móti slíkum opna­ hjalli, sum HB­verjan hesa løtuna var, eigur at topplið í føroyskum fótbólti at sveiggja hamaran nógv harðari, so revsingin kann merkjast. Tað megnaðu víkingarnir tó ikki, og tí høvdu teir alla orsøk at iðra seg eftir dystin. Eisini hóast ein javnleikur á útivølli móti HB í sjálvum sær er Víkingur HB HB-Víkingur 1-1 (0-0): Fimm sentimetrar frá sigrinum Dýrt keypt stig Javnleikurin hjá Víkingi í gjár var dýrt keyptur. Teir ljósabláu máttu stríðast við bara tíggju monnum allan seinna hálvleik, og eingin spardi seg. Fýra leikarar hjá Víkingi fingu kort. Tað er einki óvanligt í tí, men tað óvanliga er, at allir fýra eru leikbannaðir til næsta dyst. Hans Jørgen Djurhuus varð vístur av vøllinum, og er tískil leikbannaður. Hinir tríggir, Andreas Lava Olsen, Niclas Niclasen og Atli Gregersen, fingu allir sítt fimta gula kort, sum eisini hevur leikbann við sær. Tað merkir, at tríggir av fýra, sum mannaðu verjuna hjá Víkingi í gjár, ikki eru við, umframt at vandamesta álopsvápni eisini er uttanfyri, tá B71 vitjar sunnudagin. Gerrard skaddur Í næstu viku spælir Liverpool dyst móti belgiska Stardard Liege. Hetta er í undanspælinum til Champions League bólkaspæli. Til hesa uppgerð má Liverpool vera liðformannin Steven Gerrard fyri uttan. Týsdagin spældi Liverpool venjingardyst móti norska Vålerenga. Liverpool vann dystin 4­1, men Steven Gerrard fekk nógva pínu í læri og mátti av vøllinum. Í Liverpool rokna tey tó við, at liðformaðurin verður tøkur, tá Premier League byrjar aftur næsta leygardag. Heilsustøðan hjá HB er á leið akkurát tann sama, sum hon var undan skurðviðgerðini í summarsteðginum Savnsmynd