hósdagur 7. august 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 149 - 7. august 2008 ]
Eftir tríggjar sigrar
á rað steðgaði sigurs
røðin hjá B71. B36
sá út til at hava fing
ið mest burturúr
summarsteðginum,
og vann tepur, men
uppiborið, 10
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
B36 hevur als ikki hildið
summarfrí, eins og fleiri av
hinum liðunum í Formula
deildini hava. Havnaliðið
hevur havt trupla uppgávu í
UEFA Cup, har teir taptu
tilsamans 03 fyri danska
Brøndby IF. B71leikararnir
høvdu eina stutta summar
feriu upp á eina viku, og
fleiri leikarar hava verið
uttanlands.
Øll ting kundu spæla inn
til uppgerðina á Sandi miku
kvøldið, men greitt var fyri
øllum, at B71 ongantíð skal
undirmetast heima á Sandi.
B71 mátti vera vanda
mesta leikara teirra, Gud
mund S. Nielsen, fyri uttan,
umframt
at
liðskiparin,
Eirikur Poulsen, heldur ikki
var við. Hjá B36 vóru
Herbert í Lon Jacobsen og
Súni Olsen ikki vóru tøkir.
B36 við yvirlutan
Gestirnir settu seg á dystin
tíðliga í dystinum. B36 er
væl fyri tekniskt, og spælið
fleyt væl betur enn spælið
hjá B71, sum fyrstu løtuna
hekk illa saman. B71 royndi
seg mest við longum bóltum
fram til Sunday, men lítið
kom burturúr.
Samstundis mátti stað
festast, at lítið kom eisini
burturúr hjá B36. Teir høvdu
bóltin nógv, men álopini
endaðu oftast við mistum
bóltum ella langskotum.
B36 royndi seg nógv við at
senda innlegg innfyri, og tað
var eisini eitt av hesum, sum
tryggjaði teimum brotsspark
eftir góðum hálvum tíma.
Símun Hansen fekk hondina
á bóltin, og so kundi
Klæmint Matras leggja B36
á odda 10 frá brotssparks
blettinum.
Korterið til hálvleiks var
lítið undirhaldandi. Regn
kom yvir áskoðarafjøldina,
og á vøllinum var ikki nógv
at hyggja eftir. Størsta hótt
anin hjá B36 var eitt
vandamikið og væl skrúvað
frísparksinnlegg,
sum
streyk beint fram við máli
num. Besta B71møguleik
an átti Clayton, sum eftir at
hava sneitt tveir B36arar
av, royndi seg við nøskum
skoti, sum B36málverjin
tó vardi fyri.
Hálvleiksstøðan var 10
til B36.
B71 kýtti seg
– rakk ikki
Í seinna hálvleiki kom B71
nógv betur við. Hetta er ein
kend søga, og sæð aftur
hevur B71 staðið seg nógv
betur í seinnu helvt av
øllum dystum í ár. Heldur
enn at B36 hevði mist tam
arhaldið, so var tað B71,
sum hevði tikið tað frá
teimum. B71 helt longri
upp á bóltin, og hetta tók
møguleikan fyri B36trýsti
burtur.
Stutt inn í seinna hálvleik
var um reppið, at Símun
Hansen gjørdi tað gott aftur
fyri teir gulu. Skotið hjá
honum, sum broytti kós
eftir at hava rakt ein B36
verjuleikara, endaði á yvir
liggjaranum.
Hetta
var
eisini tað tættasta, sum B71
skuldi koma í dystinum.
Jákup á Borg gjørdi come
back í B36búnanum í
seinna hálvleiki, og hetta
var til mikla frøði fyri upp
møttu B36viðhaldsfólkini.
Hann hevur ikki vant nógv
seinastu tíðina, men hann
sá út til at fella væl inn á
liðið.
Leikferðin í dystinum var
høg. Til tíðir kanska ov høg,
og nógvir bóltar fóru út av
vøllinum. Báðir verjupartar
nir stóðu sera stinnir, og
hetta bar við sær, at fáir
veruligir
málmøguleikar
vóru at síggja.
B71 royndi at trýsta í
seinastu minuttunum, men
einki mál í seinna hálvleiki,
og við 10 sigrinum fekk
B36 øll trý stigini við sær
aftur til Havnar. Hetta lyftir
teir frá einum 5. plássi og
upp á eitt deilt 2. pláss við
NSÍ. Við ósigrinum dettur
B71 nú aftur niður um
niðurflytingarmarkið, og er
nú at finna á 9. plássi.
Væl uppi-
borin sigur
Ungi Róaldur Jacobsen
var uttan iva ein av
dagsins
monnum
á
B36liðnum, og hann
var fegin um sigurin.
Vit spældu ein ómeta
liga góðan dyst. Vit
arbeiddu allir hart fyri
hvørjum
øðrum,
og
sigurin var væl uppi
borin, segði Róaldur
eftir dystin, og peikar
serliga á verjupartin
sum ein umráðandi lið í
sigrinum. B36hópurin
hevur als ikki smakkað
nakra
summarferiu,
men hetta hungraðu
teir ikki, ið hvussu er
ikki Róaldur, eftir.
Eingin summarferia á
skránni, men vit eru
ikki troyttir. Alt koyrir
bara, og lagið í hópinum
er, sum altíð, gott,
staðfesti
Róaldur.
Sunnudagin
verður
dystur um Havnina, tá
ið B36 og HB bresta
saman í Gundadali. Eru
tit í B36 klárir til
uppgávuna? Um man
ikki er klárur at spæla
ímóti HB, so er man
ongantíð klárur, segði
Róaldur Jacobsen at
enda.
Betra liðið
vann
Innskifti
B71áleyp
arin, Høgni Midjord,
var við til at seta ferð í
B71álopið. Hann tók
soleiðis
saman
um
dystin: Teir spæla ikki
serliga væl, og eg haldi,
at tað vóru vit, sum
vóru vánaligir. Vit vóru
ikki nóg uppsettir, og
gjørdu alt ov nógvar
skeivar
avleveringar,
segði Høgni, og var
serliga harmur um, at
Gudmund S. Nielsen
ikki var tøkur til dystin.
B71leikararnir
hava
havt eina viku langa
summarferiu.
Høgni
helt ikki, at tað var tað,
sum spældi inn. Vit
spurdu hann, hvat teir
skulu gera, tá ið teir
vitja Víking í Gøtu
sunnudagin. Svarið var
greitt: Arbeiðshand
skarnar uppá!
Brotsspark avgjørdi á Sandi
Leikferðin í dystinum var høg.
Til tíðir kanska ov høg, og nógvir
bóltar fóru út av vøllinum
Savnsmynd
Bjørk á danska landsliðið
Dimmalætting skrivar í morgun, at Bjørk Herup Olsen fer at um
boða Danmark í norðurlendskum landsdysti í Bergen í døgunum
16. og 17. august. Hóast landsliðið er eitt felags danskt/íslendskt
lið, so var tað føroyingurin sum átti bestu tíðina á 3000 metra
teininum. Orsaka av, at Føroyar ikki eru blivnar limir í altjóða
sersambandinum fyri frælsan ítrótt, og undir verandi umstøðum
ikki hava møguleikan til tess, so kunnu føroyingar umboða onnur
lond. Frælsur Ítróttar Føroyar stuðlar Bjørk í royndini at fáa betri
úrslit, og vónandi kann hendan úttøkan motivera hana til at halda
fram við miðvíða arbeiðinum.
Henrik hevur góðar vónir
Um vikuskiftið fer bólturin aftur á rull í næstbestu donsku
deildini. Við føroyskum eygum verður tað serliga áhugavert at
fylgja Toda Jónsson og FC Amager, men eisini er spenningur
um, hvussu fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik
Larsen, fer at standa seg í venjarasessinum hjá Lyngby. – Vit
hava fleiri dugnaligar leikarar, men tað er óheppið, at Holst
ikki hevur verið við í fyrireikingunum, orsaka av skaða. Vit
hava góðar vónir til kappingarárið, og vit byrja sunnudagin
móti FC Amager. Um vit ikki geva okkum fult út, so tapa vit
dystin, sigur Henrik Larsen við heimasíðuna hjá Lyngby.
B36
B71