hósdagur 7. august 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 149 - 7. august 2008 ]
Skála fekk við týðandi
heimasigrinum á ÍF
aftur samband við
hini botnliðini í gjár.
Bogi Gregersen var
tvífaldur málskjútti,
tá fuglfirðingar
noyddust av Skála við
ongum
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Kuldin merkist á kroppunum
á einstøku áskoðarunum.
Sigarettlukturin
hongur
tungur í luftini um vøllin.
Tað er bítandi kalt undir
Mýruhjalla, har fólk, hóast
væl ílætin, blása í hendurnar
í royndini at fáa hita í seg.
Men við eitt hitnar hjartað
á
skálamonnum.
Rúni
Gaardbo floytar fyri sein
astu ferð. Seinastu løtuna
hevur heimaliðið stríðst og
strevast fyri at varðveita
leiðsluna. Enn tá noyddist
teir
at
verja
fyri
á
málstrikuni. Klokkan nærk
ast 21, tá flestu armarnir í
skýlinum peikaðu uppeftir.
Trý kærkomin stig vóru
komin í hús.
Skála fekk í gjár aftur
samband við botnliðini.
Teir
appilsingulu
av
Skálarfjørðinum vunnu í
undirhaldandi
dysti
við
trimum málum móti tveim
um á fuglfirðingum. Trý
stig, sum koma sera væl við
hjá
John
Petersen
og
hansara
monnum,
sum
komandi vikurnar skulu
berjast fyri sínum sæti í
bestu deildini.
Obi á beinkinum
Á Skála frøast tey um
tilgongdina av Jonhardi
Fredriksberg, sum fyrr í
summar
vendi
aftur
í
barndómsfelagið.
Obele
Okeke Onyebuchi mátti
víkja, soleiðs, at Fredriks
berg og Bogi Gregersen,
sum árum royndust væl
saman, aftur skuldu finna
vegin til meskarnar. Og tað
hilnaðist til fulnar.
Bogi
Gregersen
var
tvífaldur málskjútti í dag.
Eftir bara fýra minuttum
tíðliga í dystinum vendi
hann dystarmyndini. Hann
javnaði fyrst, fyri síðan at
leggja heimaliðið á odda.
Tá vóru 12 minuttir leiktir.
Tað hevur verið so sum
so við fótbóltinum hjá
Helga L. Petersen seinastu
árið. Í fjør var runavíkingur
við í fyrireikingunum hjá
B36, men hann noyddist
vegna arbeiði at taka seg
aftur. Í seinnu kappingar
hálvu hjálpti hann fuglfirð
ingum við uppflytingini.
Nú er hann aftur í Fugla
firði, eftir at hava spælt við
Fram fyrr í ár, og í gjár
skjeyt hann sítt fyrsta mál í
bestu deildini í longri tíð.
Framherjin við sermerkta
ljósa hárinum var staddur
áraka brotsteigarmarkið, tá
hann smekkaði til. Hóast
Predrag Markovic var í
fullari longd, so var hann
ov stuttur, og bólturin sat
dygst við innarusíðuna av
stongini. Tá vóru fimm
minuttir leiktir.
Málmøguleikarnir
Leikliga var javnt. Bæði
liðini søktu at málinum hjá
mótstøðuni. Liðini gjørdu
væl
meira
varin
eftir
bragdligu
byrjanina
á
dystin,
men
møguleika
vóru framvegis fyri fleiri
málum.
Pætur Dam Jacobsen,
liðformaður hjá Skála, røkti
í gjár uppgávuna sum
vongverji í høgru. Hetta var
helst fyri at styrkja um
verjupartin, nú Vali Miela
var leikbannaður. Havnar
maðurin smæddist tó ikki
burtur í framrættaða spæli
num, og seinastu løtuna av
fyrra hálvleiki var um
reppið, at hann økti um
leiðsluna. Eftir flott gjøgn
umspæl royndi hann seg úr
spískum, men bólturin tók í
stólpan.
Sjúrður
Djurhuus
var
eisini serstakliga nær við,
tá seinna umfari var fáar
minuttir
gamalt.
Bogi
Gregersen legði bóltin fyri
føturnir á honum eftir frí
sparksinnlegg, men vong
urin sendi beint á Andras
Gango.
Kanónkúlan
Tú kann ongantíð kenna teg
tryggan í fótbólti. Tað
kundu øll við vøllin í gjár
staðfesta. Serliga Andras
Gango, sum fullkomiliga
tóktist hava tamarhald á
støðuni, tá Skála ruddaði
burtur av egnari hálvu við
at senda langan bólt niðan
móti
brotsteiginum
hjá
fuglfirðingum.
Málverjin
fór
púrasta
skeivur
at
bóltinum, og bólturin fór
hoppandi
undir
beinini.
Gango var tó akkurát tann
fyrri í kappingarenning um
bóltin við Boga Gregersen.
Ein minutt seinni hevði
Bartal Eliasen javnað fyri
gestirnir.
Verjuleikarnir
smekkaði fríspark úr góðum
20
metrum
upp
undir
nettakið. Ein sonn kanón
kúla, sum var eitt av teimum
flottaru málunum í ársins
útgávu av Formuladeildini.
Sigursmálið kom mið
skeiðis í seinna hálvleiki, tá
Poul
N.
Poulsen,
sum
spældi í miðverjuni, sendi
fríspark inn úr vinstru.
Ótrýstur stýrdi Arnhold
Berg í kassan til endaliga
úrslitið 32.
Stríðið um niðurflyting
er sera opið í løtuni. Við
sigrinum vann Skála seg
ájavnt við B71, sum bæði
hava 14 stig. Tað eru trý
minni enn B68 og KÍ, sum
aftur hava trý minni enn ÍF.
Skála prógvaði í gjár, at
teir avgjørt eru til reiðar til
at taka seinasta takið. Fugl
firðingar kunnu framvegis
draga andan lættliga, men
neyðugt er við stigum kom
andi vikurnar, um teir ikki
aftur skulu í niðurflytingar
vanda.
Skála – ÍF 3-2 (2-1):
Skála vil spæla við
Ikki úr
vandanum
Tað sá ljóst út, tá Helgi
L. Petersen hevði lagt
ÍF á odda. Vit leggja
bragdliga
fyri,
men
missa alt á gólvið bein
anvegin aftur. Tað er
sera harmiligt. Vit eru
ikki klárir í løtuni, tá
Bogi Gregersen vendir
dystinum við tveimum
málum. Málini vóru
sum heild eisini ov løtt,
men tað er lítið at gera
við tað nú. ÍF vann sær
fleiri stig í fyrru kapp
ingarhálvu, so tit hava
ráð til at tapa ein tílíkan
dyst? Nei, als ikki. Vit
skuldu í dag prógva, at
tað ikki var av tilvild, at
vit liggja har, sum vit
gera. Men tað megna
vit ikki. Men tað er aftur
ein dystur sunnudagin,
sigur Helgi L. Petersen,
sum eisini harmaðist
um fráveruna av mið
vallaranum Høgna Mad
sen.
Runavíkingurin
hevur tó rós at bera
øllum liðfeløgunum fyri
avrikið í gjár.
Vit fara at
gera okkara
Pætur Dam Jacobsen,
liðformaður hjá Skála,
var sjálvsagt fegin um
stigini. Jú, fínasta
slag. Tað var eisini
tørvur á einum tílíkum
sigri nú, so hesi stigini
hava sera stóran týdn
ing. Tað er frálíkt, at
samstarvið
millum
Boga Gregersen og Jon
hard Fredriksberg fram
vegis riggar, og teir
kunnu væl gerast vanda
miklir.
Kann
Pætur
Dam Jacobsen lova, at
Skála spælur Formula
fótbólt aftur í komandi
kappingarári? Eg vóni
tað, í øllum førum. Vit
eru til reiðar at stríðast
fyri tí, og so mugu vit
síggja, sigur liðformað
urin hjá Skála, sum
royndist væl sum høgri
vongverji í gjár.
Føroyar nummar 196
Føroyska landsliðið er nummar 196 á FIFAstyrkislistanum, sum var dag
førdur í gjár. Keðiliga gongdin hjá føroyska landsliðnum seinastu árini sæst
aftur á FIFAstyrkislistanum. Hesin verður dagførdur hvønn mánað, og list
in fyri august vísir, at Føroyar nú eru dotnar eitt pláss aftur til at vera numm
ar 196. Til samanberingar kann nevnast, at mótstøðulið okkara komandi
venjingardystinum, Portugal, liggur nummar níggju á hesum sama lista.
Spania eigur heimsins sterkasta fótbóltslandslið, við Týsklandi, Italia,
Hollandi, Kroatia og Brasilia í hølunum. Svøríki er nummar 26, Noregi
nummar 29, Danmark er á 36. plássi, meðan Ísland liggur sum nummar 97.
Fritleif settur av
Tað var sera óvæntað, at Fritleif í Lambanum ikki var
á vøllinum, tá fuglfirðingar vitjaðu á Skála í gjár.
Verjuleikarin setti eftir dystin eisini stórt spurnartekin
við avgerðina hjá venjaranum. Tað sigur seg sjálvt,
at eg eri vónbrotin. Eg haldi, at avgerðin er løgin, men
eg havi so ikki fingið nakra grundgeving enn, í øllum
førum. Rest mást tú spyrja venjaran um, sigur Fritleif
í Lambanum í stuttari viðmerking. Tað hevur ikki
eydnaðst Sosialinum at fingið viðmerking frá David
Jones, venjara hjá ÍF.
Skála fekk í gjár aftur samband við botnliðini. Teir appilsingulu av Skálarfjørðinum vunnu í undirhaldandi dysti við trimum
málum móti tveimum á fuglfirðingum
ÍF
Skála