hósdagur 7. august 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 149 - 7. august 2008 ]
KÍ – B68 0-1 (0-0):
Klaksvíkingar eru nú
hóttir í botninum,
eftir at B68 við væl
skipaðum avriki fekk
meiri luft, samstundis
sum teir settu kílar
í festival hýrin í
Klaksvík
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Summarfestivalurin er á
skránni. Fyrstu tónarnir
ljóða í kvøld, og alla síðstu
viku og fram til í dag hevur
verið stórt fyrireikingar
virksemi í Klaksvík.
Í
gjárkvøldið
skuldi
botnur leggjast í góða hýrin
millum norðoyingar, tá ið
KÍ hevði vitjan av B68.
Men í staðin fyri at trý stig
vórðu sett á soltnu kontina,
vóru klaksvíkingar blíðir,
og
B68
takkaði
fyri.
Toftamenn vunnu 10, og
harvið eru fyritreytirnar hjá
hesum báðum liðunum,
sum alt kappingarárið hava
verið partur av niðara
endanum av kappingini,
broyttar soleiðis, at nú er
KÍ saman við B68 bara trý
stig frammanfyri tey bæði
aftastu.
Einasti málskjúttin var
blaðungi og sera evnaríki
Jóan Símun Edmundsson,
sum fram ímóti dystarenda
eftir frísparksinnlegg frá
Jann Inga Petersen við
høvdinum stýrdi bóltin í
málið.
Fagnaðurin
var
stórur millum gestirnar, og
heimafólkið fór til hús við
tí staðfesting, at talan eftir
øllum at døma verður um
rættuliga strevið fótbólts
heyst, hóast navnaskiltini
kundu boðað frá, at KÍ
skuldi átt gott fótbóltslið.
Í
summar
er
Rógvi
Jacobsen lagstur afturat KÍ
liðnum. Hetta hevur tað
verið tosað og skrivað nógv
um. Ikki so nógv hóvasták
hevur verið gjørt burturúr,
at B68 hevur fingið tríggjar
nýggjar spælarar. Ein teirra,
Pól Jóhannes Justinussen,
var ígjárkvøldið í mið
verjuni saman við Jóhan
Dávurin Højgaard. Setn
ingurin hjá hesum báðum
var at taka sær av Rodrigo
og Rógva Jacobsen. Tað
megnaðu teir meistarliga
væl. Teir plaseraðu seg væl,
dugdu væl at meta um, nær
teir skuldu bíða, og nær teir
skuldu
leypa
á,
og
í
luftkrígnum vóru teir eins
stinnir sum toppskjúttin á
landsliðnum.
Í 1. hálvleiki hevði heima
liðið bóltin nógv størsta
partin av tíðini. Men mál
møguleikarnir vóru fáir og
smáir. Konseptið var at fáa
breidd og dýpd í spælið,
eitt nú við diagonalsend
ingum aftur um bakverj
arnar. Men tað eydnaðist
ikki serliga væl. Joe Zewe í
høgru og Heðin á Lakjuni í
vinstru
megnaðu
bara
hendinga ferðina við ferð at
bróta ígjøgnum fyri síðani
at leggja innfyri.
Orsøkirnar til at tað ikki
eydnaðist, sum tað var
ætlað, vóru fleiri. Ein var,
at ferðin, neyvleikin og
tyngdin í uppspælinum ikki
var, sum hon skuldi havt
verið, um tað skuldi eydnast
at taga tøttu toftaverjuna
sundur. Ov nógvar send
ingar vóru ov lítið neyvar,
og tað bar við sær, at tað
var lætt hjá mótstøðuliðnum
á egnari hálvu at seta fólkið
soleiðis, sum tað skuldi
setast.
Ein onnur orsøk – og hon
var ikki minni eyðsýnd –
var tann, at B68 hevði lúrt
taktikkin av og avgreiddi
sín
setning
meistarliga.
Arnbjørn
Danielsen
og
Øssur Hansen hava so
nógvar royndir sum fáir.
Teir vístu væl, hvussu tað
skuldi tettast í borðunum,
og teir vistu, hvussu teir
skuldu bera seg at, tá ið teir
reyðu høvdu fingið fatur á
bóltinum.
Jann Ingi Petersen og
Ndende stóðu seg heilt væl
í sentrala miðvallar stríð
num, og fleiri ferðir vístu
toftamenn tenn í snar
álopum. KÍ hevði bóltin
mest í 1. hálvleiki, men
talan var um klárt besta
málmøguleikan,
tá
ið
Ndende, sum var blankur
mitt fyri málinum, eftir
innlegg úr vinstru frá Keita,
við høvdinum stýrdi bóltin
upp um tvørtræið.
Í 2. hálvleiki vísti B68
meiri mót og áræði. Tað
tóktist sum um, at 1.
hálvleikur hevði sannført
teir um, at tað kundi bera til
at fáa fulla úrtøku. Alt
bendi á málleysan javnleik,
eftir at Brian Andrésen í 2.
hálvleiki
hevði
misnýtt
orduligan direktør, men so
var tað, at toppskjúttin á
U19 landsliðnum tryggjaði
teimum
øll
stigini
og
samstundis legði dempara á
festivalhugin í Klaksvík!
B68
KÍ
Festival girið var ikki at finna
B68 miðvallarin Jann Ingi Petersen var saman við liðfeløgunum ovurfegin eftir
fullu úrtøkuna í Klaksvík:
Vit ætlaðu okkum øll stigini, men vit høvdu verið nøgdir við eitt stig. Í fleiri av
undanfarnu ferðunum hava vit spælt væl, uttan at vit hava vunnið stig. Hesa ferð
var taktikkurin at lata teir hava bóltin og so bíða eftir møguleikanum at fara í
kontraálop. Tað gjørdu vit serliga í 1. Hálvleiki, men eisini eftir steðgin. Vit høvdu
tríggjar teir størstu møguleikarnar, og tí var tað ikki við síðuna av, at tað vóru vit,
sum fingu einsamalla málið, heldur Jann Ingi Petersen, sum nú er spentur til 17.
umfar:
Vit skulu spæla í Fuglafirði, og tað verður ikki minni avgerandi avbjóðing. Eftir
sigurin í Klaksvík eru vit javnir við KÍ í stigum. Um vit vinna í Fuglafirði, so verða
vit aftur javnir við ÍF. Tað verður spennandi, men nú fegnast vit um, at tað hilnaðist
so væl í Klaksvík, sigur Jann Ingi Petersen, sum hevur hug at rósa nýggju
miðverjuni fyri frágera gott avrik.
KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, var ógvuliga vónbrotin eftir heimatapið ímóti B68.
Sum 2. hálvleikur leið kendist møguleikin fyri at fáa mál og harvið at vinna at
kámast í góða summarveðrinum.
Vit kendu ikki okkara vitjunartíð. Okkara løgdu bragdliga fyri, og fyrsta korterið
vóru vit fleiri ferðir framvið, men oftast vóru síðstu sendingarnar ikki nóg neyvar,
og harvið vóru uppløgdu møguleikarnir fáir. Fleiri spælarar hava verið burturi frá
venjing í fleiri vikur, og tað sást, hóast tað ikki skal vera nøkur umbering, tí ivaleyst
er støðan tann sama í hinum feløgunum, sigur Eyðu Klakstein, sum rósar B68:
Teir vóru ógvuliga tilvitaðir um, hvussu teir skuldu spæla. Fyrstu løtuna høvdu
teir trupulleikar, men longu seinna partin av 1. hálvleiki høvdu teir fótað sær, og í
síðsta enda var tað toppskjúttin á U19 landsliðnum og ikki á alandsliðnum, sum
átti avgerandi stútaran.
Tíggju minuttir undan steðginum noyddist Ovi Nysted at fara av vøllinum. Hann
hevði fingið snudd í ryggin og varð lagdur inn á sjúkrahúsið í Klaksvík.
Ronaldo heldur fram í United
Tað hevur leingi verið upp á tal, at Cristiano Ronaldo í komandi
kappingarári skal spæla við Real Madrid. Men portugisin ger nú enda
á mongu søgunum. – Sir Alex Ferguson lurtaði eftir mær, eg lurtaði
eftir honum, og vit samdust um, at frægast er, um eg haldi fram á Old
Trafford. Eg kann her við staðfesta, at eg spæli við Manchester United
í komandi kappingarári. Eg eri til reiðar at stríðast, sigur Cristiano
Ronaldo, sambært porgugisiska blaðnum Publico.
Leirvík fram um útlandið
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, segði við Rás 2 á
middegi, at útlendsk feløg hava sýnt Andreasi Lava Olsen áhuga,
men at leirvíkingur ikki hevur verið sinnaður at roynt eydnuna. –
Hann valdi at spæla við barndómsfelagnum LÍF heldur. Eg vóni,
at hann verður ein av stuðulsleikarunum á landsliðnum komandi
árini, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, í stuttari
viðmerking við Rás 2.
Nýggj uppskrift á Toftum
Kendu ikki vitjunartíðina
Nógv hevur verið sagt
og skrivað um Rógva
Jacobsen, sum kom til KÍ
í steðginum. Hann var tó
væl ansaður í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen