hósdagur 7. august 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 149 - 7. august 2008 ]
Jarðbundin hetja
Tað var ótrúligt at uppliva nýggju føroysku superhetjuna, Pál Joensen,
gjøgnum dagin í gjár, har hann var miðdepilin fyri »attension« av teirri
aðru verð. Alla tíðina hevur hann verið eitt meiri enn virðiligt umboð
fyri Føroyar. Hann er ikki maðurin við teimum stóru orðunum, men tað
var týðiligt, at hann til tíðir var ógvuliga rørdur um alt tað hóvasták, ið
gjørt var burtur úr honum. Tá hann sá, hvussu nógv var gjørt burtur úr í
Vági í gjárkvøldið segði hann: Nú byrji eg at skilja, at eg má hava gjørt
nakað veruliga stórt. Og vit onnur kunnu bara nikka samtykkjandi.
Tað var ein heilt
ótrúlig móttøka,
sum Suðuroyggin
gav svimjihetjuni og
venjara hansara í gjár
kvøldi. Pál Joensen og
Jón Bjarnason vóru
sera rørdir av øllum tí
hóvastáki, sum oygg
in gjørdi burturúr, tá
teir komu heim
MÓTTØKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Myndir: Talgilt
Tað byrjaði so smátt á flog
vøllinum í Vágum gjára
morgunin.
Ein stórur vatnbogi varð
sprændur sum ein gullbogi
yvir flogfarið, tá tað koyrdi
inn av lendingarbreytini
móti terminalinum. Og so
var grundin líkasum løgd.
Hetta var fyrsta móttøkan
av fýra, sum Pál og hansara
ferðalið máttu ígjøgnum,
áðrenn hann kundi leggja
høvdið á koddan í gjárkvøld
ið.
Og tað má sigast, at tað
gjørdist bara betri og betri.
Eftir at Magni Argi hevði
sagt nøkur orð sum annar
av høvuðssponsorunum hjá
Svimjisambandi Føroya
gekk leiðin til Havnar, har
móttøka var fyriskipað av
ÍSF, Svimjisambandi Før
oya og Norðoya Sparikassa
sum er hin høvuðssponsor
urin hjá SSF. Har nýttu flei
ri høvið at heilsa upp á
stóru svimjihetjuna úr Vági,
millum onnur mentamála
ráðharrin, Kristina Háfoss
og tingformaðurin, Hergeir
Nielsen.
Síðani gekk leiðin oman í
Tinganes, har løgmaður tók
ímóti. Men tað gjørdist sam
laða landsstýrismanningin,
sum var møtt upp at sýna
sína virðing fyri hesari nútí
mans føroysku stjørnuni,
sum, hóast nógv er gjørt
burtur úr honum, framvegis
hevur beinini trygt plantað
á jørðini.
Sjálvt um fjølmiðlar sum
so ikki høvdu atgongd til
hesa fyri Pál Joensen, Jón
Bjarnason, Kára á Høvda
num, Peturi Heðin á Fløtti
og formanninum í Svimji
sambandinum, Palla Ziska
son, so skiltist á lagnum, at
rættiliga konstruktivar sam
røður fóru fram á hesum
fundinum. So drúgvar, at
tað var um reppið, at ferða
lagið hjá Pál Joensen gjørd
ist ov seint til Smyril klokk
an fýra.
Fagnaðir
Smyril hevði ikki meira enn
lagt frá landi, tá skiparin á
brúnni umvegis hátalaran
boðaði frá serligu ferðafólk
unum henda túrin, og nógv
nýttu høvi at heilsa uppá í
matstovuni Beinisvørð, har
eisini varð skipað fyri mót
tøku. Conrad Gaard Joen
sen, leiðari á Sjódeildini
hjá Strandferðsluni, tók í
síni heilsan vegna SSL
skemtiliga til orðanna, at
um so er at Pál Joensen
hevði skund, so kundi hann
altíð leypa á bláman og
svimja seinasta teinin inn á
Krambatanga so kom
Smyril seinni.
Tað var ikki frítt, at tárini
trillaðu, tá Pál Joensen og
venjari hansara, Jón Bjarna
son, av dekkinum á Smyrli
bóru eyga við ta stóru mann
fjøld, sum varð savnað á
Krambatanga fyri at taka
ímóti.
Suðringar heiðraðu sínum
Ein stoltur pápi, Kaj Joensen