Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 149 - 7. august 2008 ] - Nú haldi eg, at eg skilji, hvat er hent, og hvat eg havi gjørt, segði ein rørdur Pál Joensen, tá hann heilsaði uppá tey mongu úr allari oynni, sum vóru komin at fagna sínum hetjum. Aftur- við fýrverki, horntónleiki og røðum blivu trífaldi evropameistarin og hansara nærmastu saman við venjar- num stórliga fagnað á Kram- batanga, haðani leiðin gekk suður til Vágs. Frá Nesi víðari vestur á Eiði í Vági blivu Pál og Jón koyrdir í opnari kortegu, og riðilin av motorsúkklum og bilum var kilometrar lang- ur. Allastaðni fram við vegn- um stóðu fólk og veittraðu til sínar hetjur, og í mongum túni varð fýrverk skotið. Gávuregn Inni í Vágs Høll varð skipað fyri tí heilt stóra hátíðar- haldi. Røður vórðu hildnar, sangir sungnir, ið yrktir vóru til løtuna, og heilsanir bornar fram. Eisini nýttu fleiri høvið at geva Pál Joen- sen og Jón Bjarnason gáv- ur, bæði blómur og kekkar. Hundraðtals fólk vóru komin saman í høllini, og sannur hátíðardámur merk- ti kvøldið Vesturi á Eiði- num, sum endaði við fýrver- ki. - Hetta er nógv strævnari enn at svimja 1500 metrar, segði ein glaður, men troytt- ur Pál Joensen eftir ein heil- an dag við móttøku, sum kulmineraði í heimbygdini Vági, har hann sum ein onn- ur poppstjørna skrivaði autografar til bygdabørnini. Eisini Jón Bjarnason var rørdur, glaður og troyttur. - Hetta er fantastiskt. Eg hevði ikki trúð, at vit fóru at fáa eina slíka móttøku. Nú eri eg komin heim, og nú fari eg bara at slappa av, segði Jón Bjarnason, meðan hann eygleiddi fýrverkið í gjárkvøldi. Peningagávurnar frá kommunum, arbeiðsmanna- felagnum, fyritøkum og øðr- um fløva og gera tað lættari hjá Pál og Jón at gera tað, teir duga allarbest. Eisini hevur Svimjisam- bandið tryggjað sær tvey ár afturat við sínum høvuðs- stuðlum, og harvið eru karmarnir komnir tryggari legu. Hóast hann er evropa- meistari er Pál Joensen framvegis ein unglingi, og potentialið er stórt. Í vetur skal hann til evropameista- rakapping á stuttbana, og næsta summar er heims- meistarakapping á skránni. - Vit hava villar og ørar planir, og tað fara vit at arbeiða víðari við, sigur Jón Bjarnason, ið tó velir at halda kortini tætt at kroppi- num. Eingin ivi er um, at eftir herðaklappið úr allar Suður- oynni í gjárkvøldi er upp- gávan enn meira hugalig hjá gulldronginum úr Vági og venjara hansara. SuSvim, ið ikki meira enn eitt ár á baki, hevur víst vegin at sameina oynna. Frálíku úrslitini hjá Pál Joensen og felagnum sum heild savna Suðuroynna, og í gjárkvøldi áttu allir suðr- ingar Pál. Nú er feriutíð hjá trífalda evropameistaranum og venj- ara hansara. Men um eini tvær vikur leggja teir til brots aftur - móti nýggjum avbjóðingum og málum. Myndir av finalunum Til stóru móttøkuna í VB-høllini í gjárkvøldið kundu vágbingar og øll onnur, sum vóru komin til móttøkuna í Vági, fyri fyrstu ferð síggja finalusigrarnar hjá Pál Joensen. Á stórskíggja vórðu vístar allar tríggjar finalurnar, sum Rókur í Jákupsstovu, viðmerkjari á Rás2 til kappingarnar í Beograd, hevði tikið upp á band. So fólk fingu sjón fyri søgn á tí, sum Jón Brian Hvidtfeldt so meistarliga greiddi frá á Rás2 um bragdið í Beograd. Sjálvt um hvørt mansbarn visti úrslitið, stóðu og sótu øll við andakt og hugdu at kykmyndunum í Vágshøllini í gjárkvøldið. oyggjasynum