hósdagur 7. august 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 149 - 7. august 2008 ]
Broytingar eru í
landsliðshópinum, og
Andreas Lava Olsen,
Egil á Bø og Leif
Niclasen hava fingið
landsliðsboð fyri
fyrstu ferð
LANDSLIÐIÐ
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Ein góðan mánað eftir
venjingardystin ímóti Est-
landi hevur Jógvan Martin
Olsen aftur sett navn á teir
18 spælararnar, sum hann
hevur kosið sær til komandi
avbjóðingina í Portugal.
Ein dystur, sum tolir sam-
meting við Týskland, Italiu
og Frakland, um tosast skal
um størstu avbjóðingarnar,
sum
fótbóltslandsliðnum
hevur staðið í boði.
Nýggj nøvn
Talan var um óvæntaðar
broytingar í hópinum. Í
mun til dystin seinast eru
Leif Niclasen, Egil á Bø og
Andreas Lava Olsen nýggir
í landsliðshøpi. Hesir hava
gjørt vart við seg í lands-
kappingini í ár, undantikið
Egil á Bø sum seinnu árini
hevur verið álitið í verjuni
hjá EB/Streymi saman við
Marna Djurhuus.
– Soleiðis er við øllum
úttøkum. Onkur nýggjur
fær møguleikan, og aðrir
mugu víkja, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Jón Rói Jacobsen og Súni
Olsen verða ikki tøkir.
Verjuleikarin úr Frem hevur
givið avboð vegna lestur,
og orsaka av felagskifti
metti hann seg ikki verða til
reiðar til landsliðið. Súni
Olsen er skaddur. Hóast
fuglfirðingurin Áki Peter-
sen ikki fekk landsliðsboð
hesaferð, so er møguligt, at
hann verður við í ferðalagn-
um kortini. Einar Hansen
fekk álvarsaman skaða í
landskappingardysti í gjár,
og avloysari skal eftir øllum
at døma finnast.
René Torgarð er fram-
vegis annar málverji á lands-
liðnum. Landsliðsvenjarin
hevur heldur ikki hesaferð
tikið Gunnar Nielsen úr
Blackburn við á sokallaða
læruplássið á málmanssess-
inum.
Tem úti
Ein triðja broyting er eisini
í hópinum. Danin Tem Han-
sen, sum hevur ættarbond í
Føroyum, verður ikki við í
Portugal. Miðvallarin hevur
verið skiftandi í føroyska
hópinum, og hóast hann var
við frá byrjan í Estlandi, so
er hann ikki úttikin hesa-
ferð. Kári Nielsen er heldur
ikki við.
EB/Streymur hevur fimm
leikarar við hesaferð, og tað
er metstórt. Miðvallarin úr
Sundalagnum,
Bárður
Olsen, hevur verið sera eyð-
sýndur í hesum kappingar-
árinum, og hann er uttan
iva aktuellur hjá landsliðs-
venjaranum. Men hesaferð
var stríðsmaðurin Høgni
Madsen úr ÍF valdur fram-
um.
- Vit hava væl vitandi
um dugnaligu
evnini hjá Andreasi
Lava Olsen í longri
tíð, og nú hann
hevur prógvað seg
í Formuladeildini
var natúrligt at
taka hann út, sigur
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari.
Saman við
fimm øðrum er
leirvíkingurin nú í
landsliðshópinum,
sum seinastu tvey
árini hava roynt seg á
U21-landsliðnum
LANDSLIÐIÐ
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað var av stórum týdningi,
at Føroyar fingu eitt U21-
landslið, varð sagt í Fót-
bóltssambandinum. Liðið
hevur eisini staðið seg væl í
síni fyrstu undankapping
higartil, og tað er við stór-
um spenningi, at hugt verð-
ur fram móti komandi upp-
gávunum. Men tað verður
uttan profilarnar.
Jónas þór Næs, Jóhan T.
Davidsen, Leif Niclasen,
Einar
Hansen,
Andreas
Lava Olsen og Arnbjørn
Hansen hava tað til felags,
at teir seinastu tvey árini
hava verið partur av U21-
landsliðnum. Hesir hava nú
fingið
landsliðsboð
frá
Jógvani Martini Olsen.
- Tað hevur verið ein
greið gongd, at spælarar á
U21-landsliðnum klára seg
á A-landsliðnum. Vit hava
roynt fleiri leikarar seinastu
árini, og nú royna vit hesar
við vón um at fáa eitt meira
stabilt landslið, sigur lands-
liðsvenjarin.
Vitandi um Andreas
Hans Fróði Hansen, fyrrver-
andi venjari hjá LÍF, gjørdi
fyri tveimum árum síðan
greitt, at um Andreas Lava
Olsen spældi í Formula-
deildini, so fekk hann lands-
liðsboð.
Lava-maðurin,
sum hann verður róptur,
hevur í ár av álvara gjørt
um seg í fremstu røð, har
hann hevði staðið seg sera
væl sum einstaklingur hjá
samansetta liðnum úr Leir-
vík og Gøtu, Víkingi. Nú
hevur hann so eisini fingið
landsliðsboð
fyri
fyrstu
ferð, saman við Leif Nicla-
sen úr EB/Streymi.
- Vit hava verið væl vit-
andi um dugnaligu evnini
hjá Andreasi Lava Olsen í
longri tíð, og nú hann hevur
prógvað seg í Formula-
deildini var natúrligt at taka
hann út. Hann hevur egin-
leikar, sum vit ikki síggja
so nógv av í dag. Krops-
sterkur og skjótur. Sigfríður
Clementsen (venjari hjá
EB/Streymi, blaðm.) hevði
eisini ein trupulleika í vetur
á vinstra vongverjanum,
men hóast óroyndur á pláss-
inum, so hevur Leif staðið
seg væl. Hann er kvikur og
framrættaður, men somu-
leiðis sum við Andreasi
Lava Olsen, so hevur hann
nógv eftir at læra.
34 ára gamli Egil á Bø er
eisini
úttikin
hesaferð.
Hann skal helst bara styrkja
um verjupartin her og nú?
– Tað kann hugsast. Hann
hevur verið sera álítandi í
verjupartinum
hjá
EB/
Streymi. Vit hava roynt
fleiri á hesum plássinum,
eitt nú Herbert í Lon Jacob-
sen. Men tað er einki duls-
mál, at vit hava havt trupult
við at halda málið reint, og
nú royna vit hetta, sigur
Jógvan Martin Olsen.
Landsliðsvenjarin hevur
eisini tikið út Mikkjal Tho-
massen úr EB/Streymi. Mið-
vallarin hevur verið plág-
aður av skaðum í hesum
kappingarárinum, men Jóg-
van Martin Olsen staðfestir,
at Thomassen hóast tað er í
góðari venjing.
Gunnar fær
møguleikan
Gunnar Nielsen fekk heldur
ikki landsliðsboð hesaferð.
Málverjin úr Blackburn hev-
ur roynst serstakliga væl á
U21, men framvegis sten-
dur hann í skugganum av
Jákupi Mikkelsen og René
Torgarð. Men soleiðis verð-
ur neyvan leingi aftrat.
– Ætlanin var at hava
hann við á ferðini til
Estland, men hann var
skaddur. U21 hevur tveir
dystir eftir í hesu undan-
kappingini, og Gunnar Niel-
sen fer at verja málið í
teimum dystunum. Men tað
er eingin ivi um, at hann
verður rættiliga aktuellur
aftaná tað. Eg haldi ikki, at
tað hevði verið rætt at tikið
hann framum René Torgarð,
sum hevur verið við leingi,
men ongantíð fingið møgu-
leikan. Men ætlandi verður
hann á vøllinum ímóti Por-
tugal, sigur Jógvan Martin
Olsen,
landsliðsvenjari,
sum væntar sær ein sera tor-
føran dyst tann 20. august í
Porto.
Hópurin:
Málverjar:
Jákup Mikkelsen
KÍ
René Torgarð
EB/Streymur
Verjuleikarar:
Jónas þór Næs
NSÍ
Jóhan T. Davidsen
NSÍ
Einar Hansen (Bárður Olsen, EBS) NSÍ
Egil á Bø
EB/Streymur
Leif Niclasen
EB/Streymur
Fróði Benjaminsen
HB
Atli Danielsen
Frem
Miðvallarar:
Høgni Madsen
ÍF
Mikkjal Thomassen
EB/Streymur
Jákup á Borg
B36
Andreas Lava Olsen
Víkingur
Símun Samuelsen
Keflavík
Framherjar:
Christian Høgni Jacobsen
AB
Arnbjørn Hansen
EB/Streymur
Rógvi Jacobsen
KÍ
Christian Lamhauge Holst
Lyngby
FAKTA
U21 ger innrás á landsliðnum
Nýggj nøvn í hópinum
Roykiforboð í Gundadali
Borgarstjórin í Havn boðaði í gjár frá, at royking ikki
longur er loyvd í skýlunum í Gundadali. Tískil noyðast
áskoðararnir burtur frá stóra skýlunum, B36-húsinum og
HB-húsinum, um teir vilja festa sær í. Sostatt eru royki-
reglurnar í Gundadali strangari enn nýggja roykilógin
annars leggur upp til. Roykiforboðið stóð í gjár sína
roynd í Formuladystinum millum HB og Víking, og sum
skilst, hilnaðist væl.
Bárður fyri Einar
Fyrrapartin gjørdist greitt, at Bárður Olsen úr EB/
Streymi skal loysa av Einar Hansen í landsliðs-
hópinum. Vongverjin úr NSÍ fekk álvarsaman skaða í
gjár, og hevur miðvallarin úr Sundalagnum fingið
landsliðsboð. Bárður Olsen hevur áður spælt ein
landsdyst fyri Føroyar. Tískil eru tað nú seks
landsliðsleikarar í EB/Streymi, har Marni Djurhuus og
Hans Pauli Samuelsen áður hava verið.
Bárður Olsen
- Soleiðis er við øllum úttøkum. Onkur nýggjur fær
møguleikan, og aðrir mugu víkja, sigur Jógvan Martin Olsen
Savnsmynd