hósdagur 7. august 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindi
Nr. 149 - 7. august 2008
ferðarvísur í 1978 og Hinu
megin Ringvegin í 1991.
Men eisini verður farið
longur aftur, um tónleik í
sekstiárunum, tá Kári legði
lunnar undir sína tónleika
leið, sum partur av beattón
lekinum tá, men so er tað jú
eisini so, at Kári og beiggi
Edvard, Per Debess, sáli,
spældu í bólki saman og
eisini gjørdu ógloymandi
bólkin Debess og Petersen,
har nógv helst kenna og
hava sungið við til reglur
nar; "Hetta er ein søga um
eitt hús sum var blátt,...".
Kári metir, at teir mundu
vera teir fyrstu, ið soleiðis
leiktu tveireinir við guitar
um og munnhørpu.
Venjingin fer í veruleika
num fram í barnaheiminum
hjá Edvardi og Edvard sigur
seg annars minnast gamlan
Fender guitara hjá Kára, og
Kári sigur seg enn hava guit
aran. Og so kunnu teir ikki
halda sær, men mugu flen
na, tí Kári minnist, at tá teir
sótu uppi á kamarinum hjá
Peri, so kom mamman upp
og bað teir dempa, tí
Edvard, sum jú er nakað
yngri, lá og svav.
Upp Finnur
Teir reisast og byrja spaku
liga at hygga at skránni, ið
Kári hevur gjørt fyri kvøld
ið, og eitt og eitt ljóma ken
du løgini í stovuni í Tvørgø
tu. Kettan við stórum
trompetkendum kraga um
høvdið, reisist úr bleyta
stólinum, meðan Kári syng
ur um Skalla Gríms Egil,
og tekur leiðina í køkin,
men sæst tó seinni aftur í
stovuni.
Kári syngur og spælir sín
Ovation guitara, Edvard
spælir stóra kontrabassin,
men hevur eisini eina fót
pedal, ið slær á eina tambur
in, við sín høgra fót. Ein
uppfinning, sum Finnur
sigst hava uppfunnið, og
sum teir skemta við, at
Edvard hevur ment til tað
hon er.
Finnur er snillingur á
tangentarnar og leikar klav
er og harmoniku, men vísir
seg eisini sum góðan blokk
floytuleikara. Og í støðum
hava Edvard og Finnur eisi
ni lagt kórrøddir tilrættis,
so Kári kann ikki annað
enn hugsa um afturhvarv
(orðið, sum hann á sinni
smíðaði fyri nostalgi), tí tað
nú mest minnir hann um
kórrøddirnar hjá The Beat
les.
Sum eftir ánni
Tað skýmir so smátt, tó at
góðveðrið longir um kvøld
ið, alt meðan klassikararnir
ljóma. Nakrir sangir eru
trúgvir
mótvegis
kendu
sniðunum, meðan aðrir fáa
ein ham, ið er eitt vet øðrví
si, enn útgávan hevur vant
okkum við farnu 30 árini.
Løg og tekstir standa
sterk, tí dygdini bilar onki.
Men eisini er hugaligt, at
sangur, og ikki minst guitar
spælið gongur so leikandi
lætt, og er gott.
Tá øll løgini eru vand,
nakrir tímar farnir, og ljóð
førini og Egil, Kalli Katt
og Villu Víddirnar aftur
sleppa at hvíla, tykist onnur
ró at hava lagt seg yvir lítla
húsið og sólstovuna.
Hetta gekk sum eftir ánni
og vísusangarin, troubado
ururin, sang eitt tyssi av sín
um sangum, og ikki nýttist
honum stativ til tekstirnar,
tí teir dugdi hann. Og soleið
is skal tað vera, hóast Kári
ikki sigur seg hoyra til teir
ra, ið hevur fingið sær poli
tikk á økinum, eins og aðrir,
ið við vilja ikki vilja síggja
ella hoyra sangarar, trouba
dourar, ið standa og lesa
tekstirnar, meðan framført
verður.
Tygara útsendi takkar fyri
tónleikin, løtuna,og møgu
leikan at vera 4. maður til
venjing í hesi trio, ið ljóðar
sum ein størri bólkur, og
leitar sær út í kvøldarmyrkr
ið.
Glaður fyri at hava upp
livað hesa venjing, ið gekk
fyri seg mitt í Havn hesu
megin ringvegin og tó er
tað sum at koma úr heilt
øðrum heimi, og aftur ven
ja seg við veruleikan, har
Kalli Katt strevast og fólk
gerast vísmenn, tá tey fylkj
ast í flokk, og eru nokk.
Og ongin ivi er um, at
fólk savnast og eru nokk, tá
Kári fer á pall leygarkvøldið
í Klaksvík.
egin og hesumegin vegin
Jens Marni leggur leiðina til Klaksvíkar
Jens Marni Hansen er eitt heitt navn í foroyskum tónleiki í lotuni, og hann leggur eisini
leiðina fram við á Summar Festivalinum. Leygarkvoldið kl. 18.45 fer Jens Marni at spala
nakrar sangir av nýggju útgávuni hjá sar á Torginum á Summar Festivalinum. Aftan á
framforsluna ber til at hitta Jens Marna í Telebúðini, har tað ber til at ogna sar nýggju
floguna hjá Jens Marna og fáa hana signeraða. The Right Way er fyrsta soloútgávan hjá
Jens Marna Hansen, og flogan hevur fingið sera góða móttoku. Á floguni eru góðir og
valljóðandi rocksangir, og fleiri teirra hava verið nógv at hoyrt í foroyskum útvarpi í
summar.