hósdagur 7. august 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 149 - 7. august 2008
tíðindi
Summarfestivalurin
skal í kvøld og komandi
dagarnar endurreisa
seg, eftir ódnina og
hvøssu atfinningarnar í
fjør. Hetta verður gjørt
við eini nýggjari og
betri útgávu av somu
uppskrift, sum hevur
gjørt festivalin til Føroya
størsta familjutiltak:
Nýtt og gott gamalt til
alla familjuna
Skráummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Ódnin, ið bókstaviliga blásti
Summarfestivalin um koll í fjør,
vísti, hvussu truplum umstøðum
fyrireikarar av uttandurða tiltøk
um í Føroyum virka undir. Árið
fyri var tað mjørki, ið argaði
festivalinum við nógvum seink
ingum og Shubidua, ið als ikki
komu fram. Men tá stóra mat
teltið feyk í vindinum í fjør, var
vandi á ferð, og hetta er ikki
heppið á einum familjutiltaki, tí
vandi og familjuhugni ganga illa
hond í hond. Hvøssu atfinningar
nar móti trygdini, ið komu í
kjalarvørrinum á festivalinum
settu eisini síni spor.
Í ár er avbjóðingin hjá fyrireik
arunum at endurvinna álitið hjá
áskoðarunum og tryggja støðuna
sum tónleikatiltakið fyri alla
familjuna.
Trygdin tikin í álvara
Enn ikki tann mest svartskygdi
væntar, at ódnarveðrið endur
tekur seg, men tað er gleðiligt,
at fyrireikararnir hava boðað frá,
at vaktarhald og trygdaruppboð
verður munandi størri í ár, tí
hetta ber boð um, at trygdin
verur tikin í álvara.
Nú G!Festivalurin, MjúS,
Asfalt og Jóansøkufestivalurin
hava lagt árarnar inn, onkur
fyribils og onkur med alla, er
Summarfestivalurin komin í eina
serstøðu, sum nógv tað størsta
føroyska tónleikatiltakið í
summar.
Nýtt og gott gamalt
Hóast trygd, pallur, ljóðanlegg og
hoppiborgir hava nógv at siga, so
er hetta fyrst og fremst eitt
tónleikatiltak. Skráin í ár fylgir
sama leisti, sum undanfarnu
festivalar við eini góðum blandi
av nýggjum og góðum gomlum.
Summarfestivalurin hevur lagt
eitt høgt støði, bæði tá tað snýr
seg um nýtt, við eitt nú Bryan
McFadden og The Rasmus og
gott gamalt, sum The Scorpions,
Shakin’ Stevens og Roger
Hodgson. Tí er eitt ávíst trýst at
liva upp til undanfarin ár, men
samanumtikið livir skráin í ár
upp til hetta trýst.
Aktuellur góðskupoppur
Alpha Beat eru eitt tað heitasta
poppnavnið, ið Danmark hevur
fostrað. Bólkurin hevur vakt ans
á altjóða tónleikapallinum. Hetta
er eitt sera aktuelt navn, ið spælir
góðskupopp við einum tvisti. Vit
kunnu vænta sera fangandi og
festligan tónleik, tá Alphabeat
spæla veitsluna úr leygarkvøldið
yvir í sunnunátt á Vágsbøi. Alpha
beat fevnir breitt og rakar bæði
ung og gomul.
Fitti Basim vann nógv hjørtu í
XFactor. Sjónvarpssendingin
hevði heilt nógvar áskoðarar í
Føroyum. Basim er í grundini
bert en onnur av hesum nógvu
sjónvarpsstjørnunum, ið vanliga
hava lítið uppá seg, og sum skjótt
verða gloymdar. Men í løtuni er
Basim sera aktuellur og fyri
yngstu partarnar av áskoðaru
num, er Basim ivaleyst eitt sera
spennandi navn.
Gott gamalt
Smokie stendur fyri góða gamla
partinum av útlendsku nøvnu
num. Hetta er triðju ferð, at
Smokie vitjar í Føroyum, og
bólkurin hevur nógvar fjepparar.
Teirra sangskattur er vælum
tóktur og er ofta at hoyra bæði í
útvarpi og veitslum. Men tað
kemst ikki uttanum, at støðan er
broytt í Føroyum, síðan Smokie
seinast vitjaði. Tá var tað sera
forkunnugt, at útlendsk tónleika
nøvn vitjaðu, og hetta var tí
spennandi og stórsligið. Men
glansurin er eitt sindur farin av
tí, og Smokie eru í stóran mun
eitt avdankað tónleikanavn, sum
livir upp á gomul hitt. Men á
einum familjufestivali riggar
Smokie ivaleyst væl, og tí skuldi
tað borgað fyri eini góðari
uppliving.
Aktuel kryddgenta
Melanie C er eitt stað mitt mill
um nýtt og gott gamalt. Í løtuni
er hon fyrst og fremst aktuel
orsakað av endurstovningini av
Spice Girls. Hesin legendariski
bólkur skapti Melanie C og allar
hinar kryddgenturnar. Í
marknaðarføringini av Melanie C
á Summarfestivalinum er dentur
lagdur á Spice Girls, og av
søluáðum er hetta ein skilagóður
leistur, men tað er kanska ikki
heilt í trá við veruleikan. Melanie
C hevur, sum tann einasta
kryddgentan, megnað at skapt
sína egnu yrkisleið innan tónleik,
og tað er solisturin Melanie C, ið
vit fara at uppliva á Vágsbøi.
Hetta er spennandi og kann
gerast ein sera góð uppliving. Tó
er ein ávísur vandi fyri, at Spice
Girls fjepparar verða skuffaðir av
spæliskránni.
Stórt fjølbroytni
Eins og undanfarin ár eru før
oysku bólkarnir ryggurin í
skránni á Summarfestivalinum.
Og eins og við teimum útlendsku
nøvnunum er leisturin nýtt og
gott gamalt. Í ár er fjølbroytni
sera stórt og spennir frá garr
villum tungmálmi frá Sic til
rómakent r’n’b frá Lindu
Andrews, frá barnashowið við
Angelu til vísurnar hjá Kára P,
frá gospel hjá Salt til fúlheitir við
Páll Finnur Páll. Her er tykist
nærum at vera okkurt til øll.
Nýggj nøvn sum Bet You Are
Williams, The Ghost, Linda
Andrews og Faroe 5 eru fesk og
spennandi innsløg, meðan meira
roynd dansi og syngiviðvinalig
nøvn sum Páll Finnur Páll, Eager
To Please og The Dreams borga
fyri fólkaveitslu. Vísusangurin er
vælumboðaður við m.ø. fremstu
vísunøvnum Hanusi og Kára P
og Lenu Andersen og Guðrið
Hansdóttir, sum eru eitt slag av
2. ættarliðs visusangara, ella
singer/songwriter, um tú vilt.
Tað bygdasliga
Summarfestivalurin hevur ongan
tíð óttast tað bygdasliga, og aftur
í ár er hesin partur væl
umboðaður. Húskallar, ið uttan
iva eiga, tað mest gjøgnuførdu
bygdasligu føroysku útgávuna,
skuldu spæla í fjør, men vóru
avlýstir vegna veður. Fyri meg
persónliga var hetta sera hug
stoytt, tí hetta var tann konsertin,
eg gleddi meg mest til, tí gleði eg
meg sum eitt barn til at hoyra teir
í kvøld. Løg sum Bóndin
Hungrar, Boyggjar og Ria eru
dýrgripir.
Vestmenn og Hallur Joensen
geva hvør sína útgávu av serliga
føroyska kontriljóðinum, og tá er
lagt upp til bygdaball. So er tað
sjálvandi Dynamit. Klaksvíks
bólkurin, sum fyri heilt fáum
árum síðan gavst at spæla við
einum braki av eini endakonsert
á Summarfestivalinum. Well, teir
eru eftir øllum at døma endur
stovnaðir eftir okkurt, sum best
kann lýsast sum ein styttri steðg.
Tað kemst ikki uttanum, at
Dynamit og Summarfestivalurin
hóska væl saman, so fyri skránna
er hetta eitt gott navn.
Møguleiki at endurreisa seg
Skráin er góð og fjølbroytt og
hevur okkurt fyri ung og gomul,
alternativ og vanlig. Skikkar
veðrið sær væl, er ríkur møgu
leiki fyri, at Summarfestivalurin
2008 verður ein festlig uppliving
fyri alla familjuna.
Festivalur fyri
alla familjuna
Hesi verða øll at hoyra á Summar Festivalinum í
Klaksvík, sum byrjar í kvøld; Sic, Mel C, Smokie, Kári P,
Dynamitt, Vestmenn, Faroe 5, Basim og Páll Finnur Páll