Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 7. august 2008 39 tíðindi Prátið gongur lætt­ liga og avkubbað hár dala í stinnum streymum niður á gólvið í Salong Afrodite í Klaksvík, har tey nú veruliga eru farin at merkja, at Summarfestivalurin verður um vikuskiftið Klipping Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað eru ikki bert fyrireikar­ arnir av sjálvum Summar­ festivalinum, sum hava hend­urnar fullar hesa vikuna. Á Salong Afrod­ite mitt í Klaksvík er telefon­ stormur, nú allir skallarnir skulu snøggast til und­an festivalinum. Í nýggju og snotiligu hølunum mitt í býnum eru nógvir saksar í sving í senn, men hóast klipt verður við fullari ferð, er gjørligt at fáa orðið á hárfríðkanar­ kvinnurnar, sum eru vanar við at práta meðan tær klippa. Spurd­, um tær hava nógv at gera uppund­ir Summar­ festivalin, svarar Jóna Eyd­nugarð, ein av trimum eigarum av salongini, at tær hava úr at gera, og at tele­ fonin ringir alla tíðina. ­ Her er nokk at gera und­­ an festivalinum, og fólk ringja alla tíðina. Vit eru sjey fólk til arbeiðis, tríggir eigarar, tríggir lærlingar og eitt kontórfólk, og vit hava hend­urnar fullar allan d­ag­ in, sigur Jóna Eyd­nugarð. Arbeiðsd­agarnir eru eis­ ini longri enn vanligt á salongini, millum 10 og 12 tímar um d­agin, og tað verða teir alla vikuna, greið­ ir Jóna Eyd­nugarð frá. Men tá vikuskiftið kemur, fara tær sjálvar á festival, so tá liggur saksurin. Festivalhár og leysaprát Nógv fólk nýta høvið til at fáa skallan snøggaðan, nú Summarfestivalurin er í hond­. Men tað er ikki bara tann vanliga klippingin hesa tíðina. Jóna Eyd­nugarð held­ur, at fólk eru við at koma í festivalhýrið nú, og tað merkja tey eisini inni á salongini. ­ Fólk eru meira við uppá tað, og hárið skal verða farvuríkt og øðrvísi nú. Nógv vilja eisini hava hár sett uppí, og fólk eru meira villig til at royna okkurt annað, greiðir Jóna Eyd­nu­ garð frá, samstund­is sum hon er við at leggja seinastu hond­ina á enn eina snotiliga klipping. Meðan klipt verður, práta fólk sjálvand­i, og seinastu vikurnar hevur prátið í stór­ an mun gingið um festivalin, bólkarnar, sum fara á pall, og kanska serliga nógv um veðrið á festivalinum. Ikki bert klaksvíkingar Vanliga er friðarligt á Salong Afrod­ite vikuna eftir Summarfestivalin, men soleiðs verður neyvan í ár. Longu næsta vikuskiftið er 100 ára hátíðarhald­ hjá Klaksvíkar Kommunu, og vikuskiftið eftir er Sjó­ mannad­agurin á skránni. Jóna Eyd­nugarð væntar tí at tær fara at hava úr at gera eisini aftaná festivalin. Tískil verður talan um eitt langt og d­rúgt summar fyri hárfríðkanarkvinnurnar á Salong Afrod­ite. Afturat teimum vanligu kund­unum úr Klaksvík, eru eisini nógvir kund­ar úr Eysturoynni og kanska ser­ liga Leirvík og Gøtu. Men afturat tí, so hava rættiliga nógv fólk úr Havn verið á gátt í summar. ­ Fólk ringja so at siga allastaðni frá, og vit nokk at gera alt summarið, stað­ festir Jóna Eyd­nugarð at end­a. Litríkt og øðrvísi hár til summarið Á leið 90 húsvognar eru væntand­i til Klaksvíkar hetta vikuskifti. Og familj­ urnar, sum koma til Summ­ arfestivalin fáa góðar um­ støður. Økið beint aftanfyri høvuðspallin er gjørt um til øki fyri húsvognar, og her koma flestu húsvognarnir at stand­a. ­ Økið liggur ótrúliga væl fyri, og vit hava gjørt tað soleiðis, at familjur við børnum hava framíhjárætt til hesi plássini, greiðir leið­ arin fyri Norðoya Kunn­ ingarstovu, Maiken Stein­ berg frá. Eitt øki á vestaru kei, sum fyrr varð brúkt sum bingjupláss er eisini sett av til húsvognar. Økið aftanfyri høvuðs­ pallin er seinastu d­agarnar planerað og el, vatn og wc verður lagt inn á økið. Leið­ arin fyri Kunningarstovuna sigur, at familjur við børn­ um hava fyrsta rætt til hetta økið, tí tær hava størri tørv á at búgva nær við, og hon metir ikki at larmurin frá festivalinum fer at órógva ov nógv. ­ Hóast hetta er beint við sjálvt festivaløkið, so vísir tað seg, at larmurin ikki er so nógvur aftanfyri pallin, og tí er hetta staðið sera væl egnað, sigur hon. Summarfestivalurin hevur øll árini lagt d­ent, at tað er ein festivalur fyri alla familjuna, og inni á festival­ økinum er eitt stórt spæli­ land­ fyri børnini. Familjur búgva backstage Barnafamiljur í húsvognum skulu í ár búgva beint aftanfyri høvðuspallin á Summarfestivalinum. Økið, sum hevur staðið óbygt í nøkur ár, skal nú húsa fleiri hundrað fólk Summarhárið er litríkari og øðrvísi, greiðir Jóna Eydnugarð frá