Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-07, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 149 - 7. august 2008 Stutt Sagt 63 ár síðani Hiroshima Í gjár varð skipað fyri minningarhaldi í japanska býnum Hiroshima í sam­ bandi vð, at 63 ár vóru liðin, síðnai amerikanarar sleptu einari kjartnorku­ bumbu niður yvir býin. Hetta var fyrstu ferð, at kjarnorkuvápn blivu brúkt, og bumban, sum hevði fingið navnið "Lítli drong­ urin", kravdi 140.000 mannalív. Tríggjar dagar seinni sleptu amerikanarar einari kjarnorkubumbu afturat. Hon bleiv slept niður yvir japanska býin Nagasaki, har umleið 80.000 fólk doyðu. Á hvørjum ári leuta fólk úr fleiri londum til Hiroshima og Nagasaki at minnast tey bæði álopini í tøgn. Herumframt verður skipað fyri minningarhaldi víða um heimin sum eitt nú í Reykjavík, har minn­ ingarhald var í gjár­ kvøldið. Bilvirkir í kreppu Tríggjar av teimum størstu bilverksmiðjunum í USA, Ford, Chrysler og General Motors, eru komnar í álvarssamar trupulleikar, tí fólk keypa færri bilar, og tað kann hava við sær, at verkmsiðjurnar fara á húsagang, skrivar AP. Sagt verður, at amerikan­ ararnir venda sær frá teimum bilunum, sum brenna nógv, og tað hevur gjørt, at verksmiðjurnar hava stórt hall í rakstri­ num, sigur CNN Money. Eitt nú hevði General Motors 15 milliardir doll­ arar í halli í 2. ársfjórðingi, hallið hjá Ford var 8,7 milliardir dollarar, og Chrysler hevur ikki almannakunngjørt sín roknskap enn. Hagtølini vísa eisini gongdina. Tey siga, at bilasølan minkaði 13 prosent í juni, og so stórt hevur fallið ikki ver­ ið tey seinastu 16 árini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg havi ikki sagt, at Barrack Obama er óskikkaður til forsetaembætið. Grundlógin avger, hvør er skikkaður Bill Clinton útlond Illveður og óvanliga nógv regn hevur oyðilagt ein stóran part av grøðini í Norðurkorea, og hjálparfelagsskapir ávara nú um vandan fyri hungursneyð Almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA skriv­ aði í gjár, at tað regnaði óvanliga illa nógvastaðni í landinum seinasta viku­ skiftið og mánadagin. Ser­ liga nógv regn er komið niður í Kangwoon­lands­ partinum. Í veruleikanum hevur tað verið samregn har alla ta seinastu vikuna, og sambært KCNA hava veður­ menninir mált avfallið til 322 millimetrar í Kang­ woon hesa vikuna. KCNA sigur, at tað nógva avfallið hevur gjørt land­ búnaðinum ómetaliga stór­ an skaða, og at tað bøtir ikki um livikorini hjá fólki­ num, sum er vánalig framm­ anundan. Norðmaðurin Terje Lysholm, sum er samskipari hjá Reyða Krossi í Norðurkorea, sigur við NTB, at norðurkoreanar hava ikki loyst trupulleik­ arnar av vatnflóðini, sum herjaði landið í fjør, og sum var tann ringasta í 30 ár. Terje Lysholm sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at er vandi fyri mat­ vørukreppu í Norðurkorea í næstum. Stórur tørvur Norðurkorea megnar ikki at útvega fólkinum, sum telur 23 milliónir, nóg mikið til matna. Fyrr fekk landið mat og aðrar neyðsynjar­ vørur úr Sovjetsamveldi­ num, og í seinastuni hevur grannalandið Suðurkorea sent rís norður um markið. Men sambært ST er støðan kortini álvarssom, og ser­ liga illa stendur til í land­ nyrðingspartinum av landinum. ­ Støðan er sera álvars­ som, og tað eru fólk, sum líða, sigur Jean­Pierre de Margerie hjá ST­matvøru­ stovninum WFP. Fyri nøkr­ um døgum síðani bað WFP altjóða samfelagið um einar 100 milliónir krónur, so stovnurin kann víðka síni hjálpartiltøk í Norðurkorea. Sambært WFP hava umleið 6,4 milliónir ov lítið til matna. Hungursneyð hóttir Norðurkorea Russland hóttir nú við at svara aftur, um Pólland loyvir amerikanarum at seta partar av rakettverjuskipanini upp har Russland fer ikki at sita hendur í favn, um polsku myndugleikarnir fara at loyva amerikanarum at seta partar av teirri ætlaðu rakettverjuskipanini upp á polskari jørð. ­ Tað kann koma upp á tal at seta Iskander­rakettir upp í Hvítarusslandi og at lata stríðsflogfør hava støð har og í Kaliningrad, sigur russ­ iski sendiharrin í Hvíta­ russlandi, Aleksandr Suri­ kov, við tíðindastovuna Interfax. USA hevur ætlanir um at seta tíggju rakettstøðir upp í Póllandi, og tær eru ætlaðar at skjóta álops­ rakettir hjá fíggindum nið­ ur. Men russar meta rakettirnar sum eina hóttan, og russisku myndugleikarnir hava sagt, at teir fara at koma við einum hóskandi svari, um amerikanararnir gera álvara av ætlanini at seta rakettirnar upp í Póllandi. Aleksandr Surikov sigur við Interfax, at Russland fer ikki at seta kjarnorkuvápn upp í Hvítarusslandi, men at Russland fer at útbyggja sítt hernaðarliga virksemi í Hvítarusslandi. Hvítarussland er granni hjá Póllandi og Litava, og bæði londini eru partar av amerikonsku rakettverju­ ætlanunum. Russland svarar aftur Illveður og óvanliga nógv regn hava gjørt stóran skaða á grøðina í Norðurkorea Mynd: Polfoto General Motors hevur stórt hall Mynd: DR