hósdagur 7. august 2008síða 48
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48 tíðindi
Nr. 149 - 7. august 2008
Í eygunum á
fornfrøðiliga
granskaranum
Julia Cussans liggur
onki minni enn
ein fantastiskur
skattur av søgum úr
víkingatíðini beint
fyri føturnar á henni
í kirkjugarðinum
heima á Sandi
Útgrevstur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Tú kennir tey á brúnu mold
plettunum á buksuknøunum.
Seinastu 10 dagarnar hava
átta ungir fornfrøðingar
nevniliga ligið á knæ niðri í
eini veit við køkupenslum
og teskeiðum og skavað og
bustað seg longur og longur
niður móti eini víkingabú
seting
í
kirkjugarðinum
heima á Sandi.
Skavandi ljóðið og mut
landi røddirnar úr veitini er
tað einasta, sum blandar
seg í hugaliga friðin í kirkju
garðinum hendan fyrrapart
in – til róp knappliga kemur
í »Hey, please don’t cross
that line!«
Sum ein leyvumamma úr
fortíðini loypir ungi forn
frøðingurin Julia Cussans
upp úr veitini, tá ein ferða
maður er við at villa seg inn
um eina gyrðing.
Fyri tey flestu sær veitin
út sum eitt tilvildarligt hol í
jørðini við einum rúgvu av
steinum, sum liggja hultur
til bultur. Men í eygunum á
Julia Cussans, ið er forn
frøðiligur granskari á Uni
versity of Bradford í Yor
shire, liggur onki minni enn
ein skattur av søgum og
loyndarmálum frá fornari
tíð beint fyri føturnar á hen
ni her í kirkjugarðinum.
Tosandi leivdir
Hugsa tær, at her hevur
ein víkingafamilja kanska
gingið og gjørt mat. Í øllum
førum eru týðilig spor eftir
trækoli og hitasprongdum
malagróti, sum benda á, at
okkurt slag av eldstaði hev
ur verið her, sigur Julia
Cussans, sum sær hon vík
ingafólkini fyri sær.
Og hvør veit. Kanska
hava tey fingu steiktan lun
da til døgurða?
Sært tú hasar hvítu strik
urnar í moldini? Hatta eru
leivdir av fuglabeinum, so
tað er rættiliga vist, at flog
fenaður hevur verið ein
týðandi partur av tí, tey
hava havt at eta her í
økinum, sigur Julia Cussans
avgjørd.
Men trækolið, malagrótið
og beinagrindirnar eru bert
ein evarska lítil partur av
loyndarmálinum
um
víkingafamiljuna.
Skamt
frá veitini eru nakrir av
fornfrøðingunum í ferð við
at
sálda
burturskavaðu
moldina og kanna, um enn
fleiri
loyndarmál
liggja
eftir.
Í sáldini finna vit ofta
ymisk sløg av fræ, sum siga
okkum, hvat slag av avgrøði
tey hava dyrkað, og hvørjar
plantur hava vaksið her.
Kanska finna vit eisini
evarska
smá
pettir
av
onkrum lutum, tey hava
brúkt, og so verður tað
veruliga spennandi, sigur
fornfrøðingurin
frá
Yorkshire.
Stóru smáu
loyndarmálini
Sambært Julia Cussans er
tað altíð nakað serligt at
finna onkran brúkslut, tí
hesir kunnu siga so nógvar
ymiskar søgur.
Eg vænti næstan, vit
fara at finna onkran lut úr
feittsteini. Kanska eitt søkk,
sum vísir, at tey hava fiskað,
ella eitt lodd til ein rokk,
sum vísir, at tey hava
spunnið sítt egna tógv. Og
er tað feittsteinur, so mugu
vit næstan ganga út frá, at
føroyingar
í
mið
ella
víkingaøldini
hava
havt
samhandil við Noreg, sum
útflutti serliga nógvar lutir
úr feittsteini tá í tíðini,
greiðir Julia Cussans frá,
og ljóðar heilt spent við
tankan.
Hon dylur tó ikki yvir, at
dreymurin
hjá
einum
fornfrøðingi nokk altíð er
at finna okkurt, sum ongin
hevur sæð fyrr, og sum
kanska kollveltir vitanina,
vit hava frammanundan um
til dømis víkingatíðina.
Men minni kann eisini
gera tað. Fyri Julia var tað
ein stórhending, tá hon fyri
nøkrum døgum síðani brád
liga varnaðist eitt drenhol
undir grótlagingini, sum
bendir á okkurt slag av forn
aldarligari kloakskipan.
Beinleiðis samband
við víkingarnar
Julia Cussans greiðir frá, at
fyri ein fornfrøðing er tað
oftast ein avbjóðing at finna
eina javnvág millum at spáa
um, hvat tú fert at finna og
samstundis halda høvdið
opið fyri tí óvæntaða.
Sjálv broyti eg meining
fleiri ferðir um vikuna um,
hvussu alt hetta møguliga
hongur saman, tí okkurt
óvæntað kemur undan kavi.
Tað ger ofta hetta arbeiðið
eitt sindur meir strævi, men
so avgjørt eisini meir spenn
andi, sigur Julia Cussans,
sum heldur, at kenslan av at
hava samband við lívið í so
fornum døgum ikki kann
samanberast við nakað ann
að.
Tað kann veruliga geva
mær gásahúð at nema við
ein lut og vita, at at ongin
annar hevur nomið við
hann, síðani ein víkingur
sat við honum í hondini fyri
eini túsund árum síðani.
Tann kenslan av at vera so
tætt at einum fornaldar
menniskja er heilt fantastisk
– tað er næstan ikki til at
fata, sigur Julia Cussans
hugsunarsom og strýkur
moldutu hondina gjøgnum
ljósu purlurnar.
Víkingar úr grøv
Í sáldini liggja kanska onkur
fræ eftir, sum vísa, hvørja
avgrøði okkara forfedrar á
Sandi dyrkaðu