fríggjadagur 8. august 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 150 - 8. august 2008
SEV leggur í dag
nýggjan kaðal tvørtur
um Skopunarfjørð
ElvEiting
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Síðani í februar í fjør hevur
Sandoyggin fingið elmegi
frá motorverkinum, sum
SEV hevur í Skopun, men
nú fær oyggin aftur elorku
innan av meginøkinum.
Í morgun fór svenska
kaðalskipið Plejel undir at
leggja nýggjan elkaðal um
Skopunarfjørð. Byrjað varð
sandoyarmegin, har kaðalin
fer í sjógv nakað sunnan
fyri Skopunar bygd. Síðani
fer kaðalin í ein boga eyst
urá og snarar so aftur vest
urá og kemur upp á land
norðan fyri bygdina í Kirkju
bø.
Í sambandi við arbeiðið
at leggja nýggja kaðalin
hava SEV og Landsverk
kannað
viðurskiftini
á
botni. Størsta dýpið, sum
kaðalin liggur á, er 80
metrar. Nýggi kaðalin er
tann fjórði í røðini. Tann
seinasti helt í 25 ár, men fór
í februar í fjør.
Nýggi kaðalin er smáar
níggju kilometrar langur og
11,6 centimetrar í tvørmát.
Hvør metur vigar góð 41
kilo, so kaðalin vigar góð
400 tons. Sjálvur kaðalin
kostar 19 milliónir krónur,
og við útlegging og øðrum
útreiðslum kostar tað SEV
23 milliónir krónur at skifta
kaðalin, sigur Finn Jacob
sen, tekniskur stjóri hjá
SEV.
Loyst aðrar uppgávur
Nú Plejel hevur verið í Før
oyum, hevur skipið loyst
ymsar uppgávur fyri SEV.
Eitt nú hevur skipið tikið
tað gamla spennið um Leir
víksfjørð upp, og partar av
tí gamla kaðalinum um
Skopunarfjørð eru lagdir út
tvørtur um Trongisvágsfjørð
og millum Eiði og Haldars
vík.
Tað, sum ikki kundi brúk
ast aftur av sandoyarkaðal
inum, er skorið sundur og
pakkað í bingjur og verður
sent kaðalvirkinum NKT í
Danmark. Gamla spennið
um Leirvíksfjørð fer sama
veg.
Sandoyggin fær fast samband
Ongin skattur av SU
Aljóða Skrivstovan sigur, at føroyingar, sum lesa í Stóra
Bretlandi sleppa undan at rinda skatt av lestrarstuðuli. Seinasta
árið hevur verið eitt sindur av iva um føroyingar, við fullari
skattskyldu og bústaði í Føroyum, hava rætt til at sleppa undan
at rinda skatt av SU, tá ið teir lesa í Stóra Bretlandi. Men nú er
tað greitt, at teir skulu ikki rinda skatt av SU, tí í Føroyum er
lestrarstuðul skattafríur! Tey, sum lesa ella fara at lesa í Stóra
Bretlandi, kunnu fáa váttan frá TAKS um at tey hava varðveitt
fulla skattskyldu í Føroyum og hava bústað í Føroyum. Í
Føroyum er lestrarstuðul skattafríur.
Nú Plejel hevur verið í Føroyum, hevur skipið
eisini lagt kaðal millum Eiði og Haldarsvík
Mynd: SEV
Fyri fyrstu ferð eru
upplýsingar um
føroysku fiskivinnuna
tey seinastu 50 árini
savnaðar á einum
staði
Bókaútgáva
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tey, sum hava áhuga fyri
føroyskari fiskivinnu, hava
leingi havt tann trupulleika,
at tað hevur verið sera trup
ult at fáa upplýsingar um
vinnuna tey seinastu 50
árini. Úrslitið hevur verið,
at lívssøgur hjá reiðarum,
bøkur um slupptíðina og
aðrar útgávur hava verið
álitið.
Nú hevur forlagið Sprotin
givið út bókina Nøgdir og
nýbrot, sum Dennis Holm
og Bogi Mortensen hava
skrivað, og sum er ein søgu
lig gjøgnumgongd av før
oyskari fiskivinnu síðani
fimmtiárini. Sum part av
virkseminum á Gransking
ardeplinum fyri Samfelags
menning arbeiddu teir báðir
høvundarnir í 2005 og 2006
við fleiri verkætlanum, sum
høvdu við fiskivinnuna at
gera umframt einari ES
verkætlan,
sum
millum
annað snúði seg um at lýsa
vandamál í føroysku fiski
vinnuni.
Í hesum arbeiði komu teir
báðir eftir, at hóast føroy
ingar eru ein fiskivinnutjóð,
so er lítið og einki savnað
tilfar um fiskivinnuna ta
seinastu hálvu øldina. Teir
settu sær tí fyri at savna tað
viðkomandi tilfarið í bók,
sum er ætlað at økja kunn
leikan til føroyska fiski
vinnu
og
broytingarnar,
sum henni hevur verið fyri
tey seinastu umleið hálvt
hundrað árini.
Til frálæru
Dennis Holm sigur, at teir
hava lagt seg eftir at skriva
bókina á einum lættlesilig
um máli, soleiðis at øll
kunnu fáa nakað burturúr.
Men eitt endamál er eisini
at fáa skúlar at brúka bókina
í frálæruni, tí sum er hevur
skúlin at kalla einki frálæru
tilfar um føroyska fiski
vinnu. Høvundarnir hava tí
latið lærarar í samfelagsfrøði
síggja bókina, og móttøkan
hevur verið góð.
Teir halda, at bókin er
væl egnað sum frálærutilfar
tað seinasta árið í fólka
skúlanum og tað fyrsta árið
í miðnámsskúlanum, sigur
Dennis Holm.
Herumframt vóna teiur
báðir høvundarnir, at bókin
kann vera eitt íkast til tað
samfelagsliga kjakið um
føroysk fiskivinnumál. Tað
verður hon ivaleyst eisini, tí
tá høvundarnir løgdu bók
ina fram í Miðlahúsinum
fyrrapartin í dag, varð lív
ligt orðaskifti um fiskivinnu
politikk og fiskivinnu sum
heild.
Nýggj føroysk fiskivinnusøga
Bogi Mortensen og
Dennis Holm hava
skrivað áhugaverda bók
um gongdina í føroysku
fiskivinnuni tey seinastu
fimmti árini
Mynd: Álvur Hareldsen