Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 150 - 8. august 2008 Samarittar á festivali Talið á samarittum, sum millum annað geva fyrstahjálp við skaðum og geva lívbjargandi fyrstahjálp til ein sjúkrabilur kemur, verður størri og størri hjá Reyða Krossi Føroya. – Á Summar Festivalinum hava vit sett samarittar fleiri støð í Klaksvík. Harafturat vóru vit eisini til staðar við G! Mini, Futt í býin og á Ólavsøku. Í Havn er tað vorðin fastur vani, at hvørja ferð eitt tiltak við yvir 1000 fólkum er, so hevur kommunan eisini samarittvaktar við, sigur virksemisleiðarin fyri samarittarnar í Reyða Krossi Føroya, Bo Warberg. Samarittar eru sjálvboðin, sum eru útbúgvin í kropsligari og sálarligari fyrstuhjálp. Tey eru sostatt lærd til at geva eina skjóta og nágreiniliga fyrstuhjálp á skaðastaðnum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur fleiri ferðir víst á, hvussu nógvir fiskidagar í ymisku bókunum ikki verða brúktir, og at tað tí ikki skuldi havt so stóra ávirkan á skipa- og bátarakstur, um dagatalið verður mun- andi skert Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrið hevur við sín­ um uppskoti um søguliga stórar skerjingar í talinum av fiskidøgum sett út í kort­ ið ein yvirskipaðan fiskivin­ nupolitikk, ið ætlandi skal byggja á burðardygga fiski­ veiði, sum tað verður rópt. Samstundis, sum Tór­ bjørn Jacobsen hevur skotið upp at minka um fiskidaga­ talið í skipanini við 20% fyri trolveiði og 50% fyri húkaveiði, hevur hann víst á, at hópur av fiskidøgum liggja óbrúktir í skipanini. Men hjá skipa­og bátaeig­ arum, sum við ætlaðu skerj­ ingunum koma at vanta dag­ ar, er spurningurin, hvussu teir kunnu fáa fatur í óbrúkt­ um døgum undir verandi fiskidagaskipan. Taka vit ein útróðrarbát, sum Kallanes í Klaksvík, sum fiskar í bólki 4b, hevur hesin 84 fiskidagar. Men skulu teir, sum eiga og reka bátin, hava eina líkinda vin­ nu, skulu teir eitt vanligt ár helst hava einar 120 fiski­ dagar. Soleiðis vantar Kalla­ nesi longu við verandi fiski­ dagatali – og undan ætlaðu skerjingunum – einar 40 fiskidagar. Um uppskotið hjá Torbir­ ni Jacobsen hevði verið samtykt í óbroyttum líki, hevði Kallanes staðið eftir við 44 fiskidøgum og hevði nú vantað einar 80 dagar til líkinda rakstur. Fiskidagar kunnu seljast og keypast, men treytin fyri at sleppa at selja, er, at við­ komandi bátur, sum vil sel­ ja, í minsta lagi hevur brúkt 60% av sínum fiskidøgum árið fyri. Skipanin ikki klár Kallanes er eitt dømi, og rætt er, tá fiskimálaráðharrin sigur, at ein heil fiskiveiði­ skipan kann ikki byggja á viðurskiftini hjá einum útrórðarbáti. Men tað eru fleiri skip og bátar, sum saman við Kalla­ nesi renna seg í henda sama trupulleika og soleiðis hava ov fáar fiskidagar til líkinda rakstur. Tórbjørn Jacobsen ásan­ nar, at fiskidagaskipanin ikki er klár til at taka ímóti ætlaðu skerjingunum. ­ Fiskifrøðisliga ráðgev­ ingin byggir á lívfrøðiliga grundarlagið og á ”massan”, sum hann tekur til, og í hes­ um førinum verður ivaleyst hugsað um gýtingar­ stovnin. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at hann sum tað einasta rætta í tíðum, sum hesum, nú altjóða samfelagið setir kikaran á burðardygga veiði, hevur gjørt av at fylg­ ja fiskifrøðiligu ráðgeving­ ini. ­ Men eg ásanni, at neyð­ ugt verður at hyggja upp á strukturin í allari fiski­ veiðiskipanini, soleiðis at óbrúktir dagar, sum eru í henni, kunnu koma til sætt­ ist, har brúk er fyri teim­ um. Tórbjørn Jacobsen sigur, at landsstýrið hevur lagt seg eftir at seta ein yvir­ skipaðan og burðardyggan fiskivinnupolitikk út í kort­ ið, og síðan verður neyðugt at tillaga sjálvan strukturin í okkara fiskiveiðiskipan. Fiskidagaskipanin er ikki klár at taka ímóti skerjingum - Neyðugt verður at hyggja upp á allan strukturin í fiskidagaskipanini, soleiðis at óbrúktir dagar kunnu koma til sættis, har brúk verður fyri teimum, sigur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg havi valt at fylgja fiskifrøðisligu ráðgevingini, tí tað er tað einasta rætta, nú altjóða samfelagið setir kikaran á burðardygga veiði, sigur Tórbjørn Jacobsen Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað hevur undrað onkran, nú formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag, Jan Højgaard, hevur hótt við møguligum felags tiltøkum, um fiski­ dagarnir verða skerdir í komandi fiskiári. Í Sosialinum í gjár og á heimasíðu felagsins sigur formaðurin, at Fiskimanna­ felagið er til reiðar at stuðla øðrum feløgum, um tiltøk verða sett í verk í sambandi við málið um áseting av fiski­ døgum. Jan Højgaard sigur í Sosi­ alinum í gjár, at ein blokada av Havnarvág ikki er óhugs­ andi, um ein møgulig skerj­ ing av fiskidøgum tekur grundarlagið undan okkara fiski­og útróðrarflota, sum hann tekur til. Fiskimannafelagið hevur eitt umboð í fiskidaganevnd­ ini, sum hevur latið lands­ stýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiski­ ár. Umboðið er Eyðun Johannesen, sum samstundis er næstformaður í Fiskima­ nnafelagnum. Eyðun hevur nevniliga í fiskidaganevndini tikið und­ ir við skerjingum upp á 20­ 25% í onkrum skipabólki, og tí eru tað tey, sum spyrja, um høgra hond í Fiskimanna­ felagnum ikki veit, hvat vinstra hond ger. Fiskimannafelagið í tvístøðu Formaður og næstformaður í Fiskimannafelagnum eru ikki samdir um fiskidagar fyri komandi fiskiár Mynd: Vilmund Jacobsen