Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 150 - 8. august 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin OL er eisini politikkur Olympiski kyndilin er komin á olympiska stadion í Beijing, og leikurnir eru longu byrjaðir í fleiri ítróttagreinum. Vanliga verður sagt, at ítrótt og politikkur einki hava við hvønn annan at gera. Hetta er ikki satt. Altjóða ítrótt hevur nógv við politikk og pening at gera. Heilt síðan afroamerikanarin Jesse Owens gjørdist størsta stjørnan á olympisku leikunum í Berlin í 1936, og Hitler fekk havgron, hevur tað verið púra greitt, at olympisku leikirnir hava sterkar politiskar yvirtónar. Tað er heldur ikki óvanligt, at ítróttafólk ella áskoðarar nýta høvið til at fremja politiskar manifestatiónir. Tað gevur stóra altjóða prestisju at hýsa leikunum, og politiska spælið kring staðsetingina av olympisku leikunum er eisini politikkur. OL er góð branding, kann verða nýtt til at vísa fram vertslandið og vinna vertslandi og vinnulívi tess altjóða sømdir og marknaðir. OL hevur eisini síðan Berlin elvt til tjak um fólkaræði og mannarættindi. Spurnartekin verða sett við hetta at halda OL í londum, ið hava vánaligt orð á sær, tá um fólkaræði og mannarættindi ræður. OL í Kina hevur tískil elvt til sterkar kenslur og nógvar atfinningar mótvegis Kina eins væl og móti altjóða olympisku nevndini, IOC. Spurningurin um demokrati og mannarættindi er serstakliga aktuellur við Tibet og við ófriði í fleiri landspørtum, við teimum mongu deyðadómunum og við, at Kina opinlýst stuðlar harðræðisstjórnum í Afrika og í ávísum muslimskum londum. Kina ætlar at nýta OL til at vísa heiminum, at landið er við at gerast eitt framkomið nútímans risaveldi. OL skal verða sýnisgluggi, sum skal broyta neiligu myndina av Kina. Hvørt hetta eydnast, vil tíðin vísa, men flestu eygleiðarar eru samdir um, at hóast framstig, er Kina framvegis langt frá eini politiskari skipan, ið tryggjar grundleggjandi mannarættindi. Men Kina er samstundis við at gerast heimsins leiðandi búskaparstórveldi, og henda støða hevur við sær eitt sterkt vaksandi samband við umheimin. Kunningar- og samskiftiskollveltingin er langt framkomin í Kina, og hóast stjórnin roynir at forða fólkinum at fullnýta internet og fartelefon, so økjast samskiftið og kunnleikin um umheimin støðugt í Kina. Tað verður helst henda økta vitan, ið kemur at menna demokrati og mannarættindi í risaveldinum. OL er sostatt ein altjóða stórhending, ið elvir til orðaskifti og ósemjur. Hvat viðkemur alt hetta okkum í Føroyum? Alt, sum hendir úti í heimi, kemur okkum við so ella so. Við altjóðagerðini eru vit vorðin partur av alheiminum og mugu vit sostatt fyrihalda okkum til tað, ið hendir úti í heimi. Hartil kemur, at Føroyar hava ynski um at gerast limur í IOC, og tí hevur alt, sum hendir á hesum øki áhuga út yvir, at tað er áhugavert at fylgja leikunum - ikki minst tí ein føroyingur tekur lut í danska olympiska hópinum. Vit ynskja henni góða eydnu. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Uttanlandspolitikkurin er best varðveitta duls­ mál hjá Landsstýrinum. Hóast ein “uttanríkis­ tænasta” nú verður bygd upp, og embætisfólk í hópatal skulu setast í starv, fæst lítið og onki at vita um politikk, ætlanir og fígging. Meðan fjøl­ miðlarnir sova, er nýggi almenni Evropapolitikk­ urin eisini horvin Nógv frøddust, tá Lands­ stýrið 23. juni alment boðaði frá einum nýggjum Europapolitikki. Henda dag segði lands­ stýrismaðurin í uttanríkis­ málum í Útvarpinum hjá Kringvarpinum, at ein nýggj kós er sett mótvegis Europa og Europasamveldinum. Nú skuldi kannast – og tað skuldi vera skjótt – um limaskapur í EFTA yvir­ høvur er eitt mál, og eisini skuldu vit nærkast Sam­ veldinum og royna at fáa lut í teimum fýra frælsunum innan fyri ES: fríur flutn­ ingur av vørum, tænastum, arbeiðsmegi og kapitali. Vit í andstøðuni í Tingi­ num frøddust eisini. Hetta var fyrsta rætta stigið hjá landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, síðani CHE­ samgongan tók við í februar. Loksins bragdaði, hildu vit. Endiliga var Lands­ stýrið komið til fornuft á hesum øki. Trúðu vit. Í Sambandsflokkinum hava vit aftur og aftur víst á, at lykilin til størri inntøk­ ur og menning á nógvum økjum liggur í at knýta Før­ oyar nærri at ES. Tí eigur hesin møguleiki at verða kannaður, og tað gerst bert við at seta seg í samband við ES­myndugleikar og tosa saman um møguleik­ arnar. Vit hava jú longu fingið góðar ábendingar, eitt nú frá einum ES­ nevndarlimi. Tøgn um nýggja politikkin Síðani 23. juni hevur tó onki verið at frætt um tann nýggja Europapolitikkin. Ikki eitt einasta orð er sagt frá Landsstýrinum um hetta týðandi mál. Hóast andstøðan tolin hevur bíðað eftir einari útgreining av teimum nýggju uttanríkispolitisku málsetningunum, hava hvørki landsstýrismaðurin ella løgmaður grett eitt einasta orð. Hetta vekir undran í politiska umhvørvinum. Enn hevur hetta ikki vakt nakra undran hjá fjølmiðl­ unum, ið sigast vera okk­ ara vaktarhundur. Men tað kemur kanska. Løgmansrøða í andsøgn við nýggja politikkin Røða løgmans á ólavsøku var eitt gylt og náttúrligt høvi at lansera eina nýggja vend í Føroyskum uttan­ landspolitikki. Men har kom at kalla púrt onki um nýggju ES­kósina. Í løgmansrøðuni stendur í stuttum, at “samstarvið við ES verður endurskoðað”. Tað er alt! Í viðgerðini av løgmans­ røðuni loyvdi undirritaði sær at spyrja, um hetta veru­ liga er tann nýggja kósin, ið varð fráboðað 23. juni? Er hetta alt? Eru hetta visjón­ irnar og ætlanirnar? Vit kunnu av røttum spyrja, hvat fer fram í Tinganesi? Hvørjum skulu vit trúgva? Landsstýrismanninum ella løgmanni? Í Tinginum kom onki svar frá Landsstýrinum. Hetta vekir undran mill­ um politikarar og tey, sum fylgja við í seriøsum polit­ ikki. Enn er vaktarhundur­ in hjá Føroyska fólkaræðin­ um tó ikki vaknaður. Tvørt­ urímóti liggur fokus á inn­ anhýsis ósemjum í sam­ gonguni. Veruligur polit­ ikkur er ikki áhugaverdur. Men tað kemur kanska. Duldur uttanríkispolitikkur Aftur og aftur hevur Sambandsflokkurin spurt, hvør uttanríkispolitikkurin hjá Landsstýrinum er. Heldur ikki hesum spurn­ ingi vil Landsstýrið svara. Heldur ikki uttanlands­ nevndin hjá Løgtinginum fær upplýsingar av týdningi. Samstundis síggja vit í bløðunum um dagarnar, og vit hoyra í loftmiðlum, at Landsstýrið søkir eftir embætisfólkum, ið skulu vera við til at “byggja upp” eina nýggja føroyska “uttan­ ríkistænastu”. So seint sum í gjár søkti Landsstýrið eftir 4 embætisfólkum til nevndu tænastu hjá tí almenna. Við øðrum orðum: andstøðan og almenningur­ in skulu onki hava at vita, samstundis sum embætis­ fólk verða sett í starv. Álvarsamt mál Hetta er sera álvarsamt, m.a. tí at skattaborgarin skal rinda lønir og aðrar útreiðslur til hesi fólk. Í Tinginum í farnu viku vórðu hesir spurningar settir løgmanni: Hví brúka vit ikki uttan­ ríkistænastuna í Ríkis­ felagsskapinum? Hvussu nógvar sendistov­ ur skulu stovnast afturat teimum, sum longu eru? Hvussu nógv fólk skulu setast í starv? Hvat kosta tær nýggju sendistovurnar? Hvaðani skulu pengarnir koma? Er t.d. ætlanin at spara á øðrum økjum, ella skulu útreiðslurnar bara økjast, og skal undirskotið á fíggjarlógini bólgna samsvarandi? Onki svar kom frá Lands­ stýrinum. Har verða kreftir­ nar brúktar til at viðgera innanhýsis ósemjur. Vaktarhundur okkara, sum vit eisini rinda fyri, hevur ikki enn sæð álvaran í málinum. Hann er vorðin ein lærhvølpur, ið setur fok­ us har, sum samgongan vil. Men tað broytist kanska. Nú eru relevantu spurn­ ingarnir settir fram alment á hesum síðum. Kanska hirðir løgmaður nú at vísa andstøðuni og almenning­ inum ta kurteisi at svara. Løgtings­ og fólkatingsmaður EdMUNd JoENSEN Nýggi Evropapolitikkurin er horvin Gerhard skal hava stóra tøkk fyri, at hann fekk steðga Sandoyartunlinum. Tók hann undir við lands­ stýrinum um verkætlanina, var ein so stór upphædd sum hálvthundra milliónir krónur, sett av um árið við lóg, og eingin kundi tá forað fyri at farið var undir arbeiðið í 2011. Nú kunnu allar hasar milliónirnar verða brúktir til Skúladepilin við Marknagilsvegin og aðrar verkætlanir, sum rópa eftir pengum. Tøkk til Gerhard Lognberg JoHN MyLLHAMAR