Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2008 13 viðmerkingar KroniKK Bogi Eliasen cand.scient.pol Føroyar er eitt lítið oyggjasam­ felag, og landið hevur altíð havt eina ávísa fráflyting. Fráflyting er eitt vanligt fyribrygdi í smærri og fjarskotnum samfeløgum, tað er einki óvanligt í tí, vit kunnu bara hyggja at Hetlandi. Kann­ ingar seinastu tíðina hava stað­ fest, at Føroyar hava tørv á fleiri fólkum, samstundis sum vit kunnu staðfesta, at ein stórur partur av útisetunum ikki koma aftur til Føroya. Hetta roynir Jobmatch at broyta. Altjóða kapping um arbeiðstakaran Skal Føroyar menna seg og verða kappingarført mótvegis útheim­ inum er eisini neyðugt at menna samfelagið. Føroyar skal kunna bjóða borgarunum áhugaverd størv, og eitt samfelag tey ynskja at búgva í. Er hetta tað vit vilja, er eisini neyðugt at vinnan, tað almenna, politiska skipanin og borgarin tekur lut í at menna Føroyar, m.a. við at finna okkara serligu styrkir og menna tær. Alheimsgerð merkir eisini altjóða kapping um bestu starvsfólkini. Vitanarsamfelagið ávegis? Føroyska samfelagið er í eini tilgongd frá ídnaðarsamfelagi til í størri mun at gerast eitt vitanar­ samfelag. Tað er ein krevjandi tilgongd, sum krevur nógv av bæði almenna geiranum og vinnuni. Almenni geirin má verða við til at seta karmar, sum á bestan hátt mennir samfelagið, m.a. við at fáa útbúnar føroyingar heimaftur. Føroyar eru í dag í einari brain drain støðu, sum er kend frá nógvum triðjaheims­ londum og útjaðaraøkjum Vit útflyta meira heilaorku enn vit innflyta og fólkavøksturin er steðgaður, samstundis sum vit síggja eina størri minking í aldurbólkinum 20­39 ár. Tað tykist, sum tey útbúnu í minni mun flyta heimaftur enn fyrr. . Hví? Kanningar vísa, at ein stórur partur av útbúnu útisetunum ikki koma aftur til Føroyar og arbeitt verður nú við at kanna hví so er. M.a hevur Tórshavnar Kommuna staðið fyri og verið við í fleiri kanningum, sum viðvíkja at fáa fólk heimaftur. Kommunan ynsk­ ir at fáa fleiri av teimum vælút­ búnu heimaftur. Í hesum arbeiði verður m.a. kanna hvat tað er útisetarnir sóknast eftir og ynskja og hin parturin er at stuðla einum tiltaki sum Jobmatch. Hví Jobmatch? Hugsanirnar við at gera eitt tiltak sum Jobmatch eru fleiri. Men tær týdningarmestu eru, at útbúnir útisetar ikki koma aftur í nóg stóran mun og at fleiri fyritøkur vísa á, at tær hava trupult við at fáa fólkið sum tørvur er á. Skal Føroyar menna seg til at verða millum fremstu lond, er avgerð­ andi neyðugt, at Føroyar eisini megnar at draga til sín fólk við útbúgving. Fjarstøðan Tað tykist sum um fjarstøðan millum tey lesandi og føroyskar arbeiðsgevarar er stór. Føroyska lestrarumhvørvið er í stóran mun í Danmark og tað elvir til ymsar trupulleikar, m.a. at tey lesandi ikki eru partur av føroyska sam­ felagnum meðan tey lesa, og hetta er við til at skapa eina fjarstøðu millum føroyskar arbeiðsgevarar og lesandi. Matcha Høvuðsmálið við Jobmatch er at sameina arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar. Sostatt er málið, at føroyskar fyritøkur bjóða seg fram sum arbeiðspláss. Málbólk­ urin er í fyrsta lagi føroyingar í Danmark, men eisini útlendingar, sum kundu hugsað sær at arbeitt í Føroyum. Men vit vóna eisini, at fyritøkurnar á henda hátt lýsa føroyska arbeiðsmarknaðin fyri føroyska útisetanum, soleiðis at tey beinanvegin umhugsa at koma aftur til Føroya. Jobmatch vendir sær ikki bert til føroyingar, sum nema sær útbúgving í Danmark, men til allar føroyingar í Danmark. Tað er ikki nakar ivi um, at tað eru nógvar spennandi arbeiðs­ uppgávur og størv í Føroyum. Tað eru nógvar spennandi fyritøkur og eisini almenni geirin hevur nógv spennandi størv. At fáa útisetan heim Tað almenna ger nakað fyri at fáa fólk aftur, m.a. fáa lesandi uttanfyri Føroyar eina ferð aftur og fram um árið. Men spurning­ urin er um tað er nóg mikið, tað tykist ikki so. Ein háttur at hava betri samband við útisetar kundi verið at føroyska vinnan, og tað almenna í størri mun bjóða lesandi praktikpláss í eitt hálvt ár. Eitt annað er at verða meira opin fyri at brúka lesandi at gera t..d serritið í samstarvi við ein stovn ella eina fyritøku. Hvat ger Åland? Áland er eitt lítið oyggjaland, sum á fleiri økjum hevur trupul­ leikar, ið líkjast tí vit hava í Føroyum. Álendski stuðulstovn­ urin hevur gjørt eina skipan sum eisini kundi verið spennandi í Føroyum. Álendsk lesandi kunnu koma til Álands og loysa eina uppgávu fyri eina fyritøku ella almennan stovn, uppgávan skal ikki verða meira enn átta vikur. Men tað almenna letur løn til tann lesandi hesar átta vikurnar, svarandi til 1.300 Evrur um mánaðin. Arbeiðið skal hava samband við útbúgvingina hjá tí lesandi, men tað kann bæði verða fyri almennar stovnar og privatar fyritøkur. Tað er tað almenna, sum letur lønina. Stuðulsstovn­ urin í Álandi sigur, at tey eru væl nøgd við hesa skipanina og tey lesandi lata væl at eisini, tí oftani er hetta lopfjølin til starv í fyri­ tøkuni eftir loknan lestur, og soleiðis ein háttur at fáa teirra útisetar aftur til Álands. Broyting er neyðug Tað er eingin ivi um, at okkurt skal gerast fyri at fáa fleiri fólk heimaftur til Føroya. Jobmatch er eitt av hesum átøkum og vónin við hesum tiltaki at verða við til at varpa ljós á Føroyar, sum eitt spennandi framtíðar arbeiðsstað hjá útisetum. Meira kann lesast um Jobmatch á www.jobmatch.fo Stórur partur av fólkinum, sum Føroyar uppalir og førleikamennir, fara av landinum og koma ikki aftur Hvar er Útisetin? Vinnuhúsið hevur leingi víst á, at tørvur er á útbúnari arbeiðsmegi Tórshavnar Kommuna ger nógv fyri at fáa útisetar heimaftur, m.a. stuðlar kommunan Jobmatch Føroyska lestrarumhvørvi er í stóran mun uttanlanda, tí er tað torført at fáa nóg nógv av teimum ungu og útbúnu aftur á føroyska arbeiðsmarknaðin Tvær sterkar kvinnur, sum standa fyri vinnu- og útbúgvingarpolitikkinum, Bjørt Samuelsen og Kristina Háfoss