fríggjadagur 8. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 150 - 8. august 2008
KroniKK
Eftir Elina Heinesen,
stjóra í SamViti
P
olitiska kreppan, vit uppliva í
løtuni, er eitt av eyð
kennunum fyri búskapar
rembingarnar og hugburðs
broytingarnar, sum føroyska
samfelagið fer ígjøgnum í hesum
tíðum. Umskifti henda altíð við
gníggingum millum gamalt og
nýtt. Vit eru mitt í einum
ættarliðsskifti – og tað gongur
ikki altíð fyri seg við mýkindum.
Men uppgerðin er neyðug at
taka, um vit ynskja at flyta okk
um inn í nýggju tíðina og
varðveita okkara vælferð
framyvir.
Hetta er ikki nakað, sum
hendir bara her heima hjá
okkum. Men munurin er helst
tann, at hjá okkum er størri
munur á ættarliðunum, tí
menningin frá veiðusamfelag til
vitanarsamfelag hendir yvir
styttri tíð.
Kring heimin snýr umskiftið
seg í løtuni nógv um, at fleiri og
fleiri fólk viðurkenna, at náttúran
ikki er nøkur ótømandi kelda, og
at vit ikki kunnu hava
búskaparskipanir, sum taka
útgangsstøði í, at óendaligur
vøkstur er møguligur, tí
veruleikin er, at ítøkiliga
tilfeingið er avmarkað. Vit kunnu
ikki troyta náttúrutilfeingið
óavmarkað, men mugu liva og
virka í burðardyggari javnvág við
náttúruna.
Alheimssamfelagið er tí sum
heild á veg úr einum eldri
hugburði, har fólk mest mettu sín
status í mun til, hvussu nógv, tey
kundu forbrúka og upphópa av
ognum, til ein hugburð, har fólk
nú meira meta sín status í mun til
meira óítøkilig virði, sum snúgva
seg um sínámillum viðurkenning
– um hvørji vit eru, hvat vit gera
og hvat vit uppliva, umframt ikki
minst hvussu vit kunnu geva
okkara íkast til at varðveita
náttúrutilfeingið (við øðrum
orðum burðardygd). Henda
hugburðsbroyting kollveltir
forbrúksmynstrið og alheims
marknaðin í løtuni.
Á veg inn í vitanarsamfelagið
Líka mikið hvat vit í Føroyum
gera ella ikki, so eru eisini vit tí
á veg inn í ein búskap, har virðir
í vaksandi mun eru tengd at
meira óítøkiligum viðurskiftum,
sum hava t.d. við samleika, vitan,
samskifti, og upplivingar at gera.
Vitanar og upplivingar
búskapurin hevur í teimum
londum, vit samanbera okkum
við, langt síðani yvirhálað veiðu
og ídnaðarbúskapin sum fremsti
virðisskapari. Norðanlond t.d.
byggja tí í dag sítt ríkidømi fyrst
og fremst uppá vitan og
nýskapan ella innovatión, serliga
í mun til burðardygga vinnu.
Henda veruleika mugu vit í
Føroyum viðurkenna og lata
okkum í til, um vit, eins og
onnur, skulu gera okkum nakra
vón um at vera kappingarfør í
mun til umheimin. Vinnan kann
ikki longur lata sum um, at
veruleikin og marknaðurin enn
er skrúvaður saman sum fyri 30,
20 ella bara 10 árum síðani.
Okkara vinnulív má laga seg
eftir nýggju meira óítøkiligu
vilkorunum og stremba eftir
burðardygd. “Change or die”
ella “Innovate or die” verður
sagt millum vinnulívsfólk úti í
heimi.
Bestu søgurnar skapa størsta
vinningin
Vit kunnu ikki longur dúva
einans uppá rávøru og
framleiðsluídnað, tí hóast tað
sjálvandi er og altíð vil vera ein
stórur marknaður fyri
grundleggjandi
neyðsynjarvørum sum mati t.d.,
eru tað ikki longur bara tær
fysisku vørurnar í sær sjálvum
ella fysiskir eginleikar við
vørunum, sum hava virði fyri
keyparan. Virði á vørum verður í
størri og størri mun mett eftir,
um vørurnar onkusvegna styrkja
samleikan hjá keyparanum – t.d.
keypa nógv fólk vistfrøðiligt, tí
tað fær tey at føla seg sum betri
menniskju at eta sunnari og gera
nakað gott fyri náttúruna.
Keyparin hevur lyndi at velja
vørur eftir virðum, sum verða
løgd aftrat fysisku
vørueginleikunum og rindar ofta
upp til fleirfaldað fyri hetta
meirvirði. Tí síggja vit ofta, at
vørur kunnu hava fullkomiliga
eins fysiskar eginleikar, men
heilt ymiskan prís, tí mesta virði
liggur ikki í fysisku
eginleikunum. T.d. kostar ein
vanligur pakki við einum kg av
salti um 6 kr. Beint við síðuna av
stendur ein annar pakki við somu
nøgd av salti, sum kostar 36 kr.
Munurin á góðskuni ella
framleiðsluhátti rættvísger sum
so ikki ein so stóran prísmun.
Tað, sum ger størsta munin, er, at
tað stendur Læsø salt á dýrara
pakkanum. Søgan um, at saltið
kemur úr Læsø, virðisøkir sostatt
saltið við 600 prosentum! (Les
um Læsø salt her: www.sydesalt.
dk
Tað er alneyðugt, at vit í
Føroyum fata týdningin av,
hvussu stórt árin góðar søgur
kunnu hava, og at vit byrja at
brúka hesa tilvitan meira í
okkara vinnulívi. Góðar søgur
hava ikki bara týdning fyri
príssetingina av vøruni, men ofta
eisini í mun til at byggja eina
heila síðuvinnu upp kring vør
una, eins og tey hava gjørt á
Læsø, har ein lønandi ferðavinna
er bygd upp um saltútvinsluna.
Kappast um hugskot og søgur
Vit síggja, hvussu virðisskapan í
størri og størri mun fer fram í
gjøgnum vøru og
konseptmenning – har nýggjar
vørur verða uppfunnar, ella verða
mentar til at hóska til serligan
tørv ella kring eitt ávíst konsept
– umframt ígjøgnum at vørur
verða spunnar inn í søgur og
sniðgeving, sum tala til kenslulív,
lívsvirðir og samleika. Okkara
kappingarneytar kappast tí mest
um, hvør kann finna uppá mest
sermerktu hugskotini og siga
bestu søgurnar.
Hetta er eitt annað fokus enn
tað, vit vanliga hava haft í
Føroyum, har vit higartil hava
roynt at varðveita ein siðbundnan
reinan ídnað – tvs. fyrst og
fremst fiskiveiðu, ráfiskakeyp og
–sølu – sum higartil hevur troytt
náttúrutilfeingið so nógv sum
gjørligt, ofta langt út yvir tað
burðardygga, ístaðin fyri at foku
sera uppá at skapa meirvirði
burtur úr tilgeingiliga
tilfeinginum ígjøgnum
innovatión, kreativa vøru
menning og ígjøgnum markn
aðarføring og ‘storytelling’, sum
tykist verða undirmett og ofta
raðfest sera lágt.
Føroysk vinna má saðla um
Hugburðurin serliga í
høvuðsvinnu okkara er
serstakliga nógv tengdur at
sjálvari veiðu og framleiðslu
mentanini, har vónin verður løgd
í at forvinna so nógv sum
gjørligt, tá ráfiskaprísurin er
høgur – og annars bara bíða eftir
betri tíðum. Hetta – saman við
ytri ávirkanum sum t.d.
oljuprísinum – skapar sjálvandi
ein sera viðkvæman óstøðugan
búskap.
Nógvir føroyingar, sum hava
sítt livibreyð í veiðu og
framleiðsluídnað, tykjast hava ilt
við – ella mótvilja ímóti at seta
seg inn í alt tað óítøkiliga, sum í
dag hevur fingið so stóran
týdning fyri virðissetan av vørum
á alheimsmarknaðinum. Tað
lættasta er at lata sum um, at tað
óítøkiliga ikki spælir ein serliga
týðandi leiklut. Ístaðin fyri at
laga seg til nýggju vilkorini á
alheimsmarknaðinum, verður
roynt at verja um ein gamlan hug
burð, har verðin var meira
einføld og virðir ítøkilig. Hesin
hugburður royndist væl einaferð,
men ikki longur. Nógvar
ressursur verða tí spiltar uppá at
fáa tað almenna til at halda
kunstigt lív í einari reint
rávøruframleiðandi vinnu, sum í
veruleikanum er deyðadømd, um
hon ikki saðlar um.
Vit dragna afturúr á
alheimsmarknaðinum
Veruleikin er tann, at tilfeingið er
avmarkað, flutningsútreiðslur
verða helst ikki bíligari, vøruút
boðið og kappingin er størri enn
nakrantíð, krøvini frá
marknaðinum til burðardygd
økjast í hvørjum – og ikki minst,
at óítøkilig virði – so sum
førleikarnir til at samskifta – í
størri og størri mun avgera, hvat
ið kann umsetast til pengar. Um
vit ikki raðfesta virðisskapandi
vørumenning, burðardygd og
marknaðarføring hægri, enn vit
gera, fáa vit tað nógv torførari
við at skilja okkum frá øðrum,
sum framleiða nakað tað sama
sum vit – og nógv torførari við at
fáa ein góðan prís fyri vørur okk
ara. Hetta gongur út yvir
samfelagsbúskapin – í hvussu
stóran mun, kunnu vit bara gita
um!
Hví gera vit so ikki meira við
nýskapan – við at menna vørur
og við samskifti og marknaðar
føring, um tað kundi verið
loysnin? Tað eru uppgávur, sum
t.d. ein akademisk arbeiðsmegi
kann loysa, men tað tykist, sum
um at vit enn hava eina íbygda
arga mótstøðu ímóti at
‘akademisera’ okkara vinnulív.
Frá veiðusamfelag til
vitanarsamfelag I
Meira um hetta
í næstu greinini
mánadagin
viðmerkingar