Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 150 - 8. august 2008 Tað segði mentamála­ ráðharrin, Kristina Háfoss, á móttøku í Miðlon mikudagin, har ÍSF, Svimjisamband Føroya og annar av høvuðssponsorunum, Norðoya Sparikassi, skipaðu fyri MÓTTØKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Millum tey mongu, sum hildu røðu fyri landsliðs­ svimjarunum á móttøkuni í Miðlon mikudagin, var mentamálaráðhar rin, Kristina Háfoss. ­ Tað eru tey, ið droyma um at gera dreymin til veru­ leika – og tey, ið gera dreym­ in til veruleika. Tit hoyra til tann seinna bólkin, segði Kristina Háfoss. Hon nevndi frægdina av at kunna fylgja við í kapp­ ingunum niðri í Beograd. ­ Og hetta hevur verið ein stór uppliving. Ikki minst tí, at úrslitini hava verið ófatiliga flott. Ótallig met. Persónlig met, føroysk met, norðurlensk met og enntá europeisk met. Hetta er uttan samanlíkning met, tá umræður føroyskt ítróttar­ avrik, segði Kristina Háfoss. Mentamálaráðharrin kom eisini inn á týdningin av hesum ítróttabragdi, sum Pál Joensen hevði framt. ­ Hetta ger tykkum til fyrimyndir tá umræður øll føroysk ítróttafólk, og ikki bert ítróttafólk – men allar føroyingar. Tí tit eru ímyndir av, at um tú bert setir tær mál, arbeiðir miðvíst fram ímóti hesum, og annars hevur førleika og dirvi at gera tað, ið skal til – so røkkur tú á mál. Hetta er ein ímynd, ið vit eisini sum fólk eiga at taka til okkum, og nýta, tá umræður at byggja land. Tá umræður at menna einar framkomnar og sjálvstøðugar Føroyar, ið væl kunnu standa seg í altjóða kappingini – og eins og tit vinna, segði menta­ málaráðharrin. 50 metra hylur í eygsjón ­ Men úrslitini koma ikki av ongum. Aftanfyri hesi liggur eitt miðvíst og hart arbeiði frá tykkara síðu, og frá teimum, ið hava stuðla tykkum. Í hesum sambandi skal ein stór tøkk sendast til Svimjisamband Føroya, svimjifeløgini og foreldrini runt landið, ið áhaldandi gera eitt megnararbeiði. Arbeiði, sum í stóran mun hevur lagt lunnar undir tey úrslit, ið vit hava sæð sein­ astu dagarnar, segði Kris­ tina Háfoss. Og mentamálaráðharrin tosar av egnum royndum. ­ Havi sjálv verið lands­ liðssvimjari og nýtt stóran part av frítíð míni til svimjing. Øll árini var tað eitt ynski, at umstøðurnar skuldu gerast betri, og dreymurin um, at fáa ein 50­metur svimjihyl var eins og í dag, eisini á ynskilist­ anum. Hóast hetta, so er hesin ikki veruleiki nú so nógv ár seinni, segði Kris­ tina Háfoss. Men tá ein dreymur gerst veruleiki, kann hetta fáa aðrar dreymar at gerast til veruleika. Tí við tykkara framúr úrslitinum hava tit verið við til at lýsa upp týdningin av, at okkara ítróttarfólk fáa betri karmar – ikki minst svimjingin. Og hetta hevur givið úrslit, tí ovasta polit­ iska leiðslan í Tórshavnar Kommunu hevur nú boðað frá, at ein 50­metra svimji­ hylur er nær, segði menta­ málaráðharrin. Og hon helt fram: ­ Hetta kann eg ­ bæði sum fyrrverandi svimjari og sum mentamálaráðharri ­ fegnast um, tí hetta er av alstórum týdningi fyri at tryggja, at føroyskir svimj­ arar skulu fáa í boði somu umstøður at venja í, sum tey, ið kappast verður við í altjóða kappingum, segði Kristina Háfoss. Sett Føroyar á kortið Týdningurin av einum 50 metra hyli er ikki til at taka feil av. ­ Harvið verður tað ikki neyðugt ­ í eins stóran mun sum í dag ­ at leita í útlond fyri at venja. Tað er heldur ongin ivi um, at vit við einum 50­metra svimjihyli kunnu geva núverandi og komandi svimjarum mun­ andi betri karmar til at skapa enn betri úrslit. Og nú málið er, at fáa Oyggja­ leikirnar til Føroyar í 2015, kundi tílík íløga eisini verið við til at fingið leikirnar hendan vegin, og harvið givið øllum tí føroyska ítróttaheiminum og samfel­ agnum eina spennandi og mennandi avbjóðing, segði Kristina Háfoss. Men mentamálaráðharrin legði dent á, at einki kemur av sær sjálvum. ­ Tað skal tó undirstrikast, at ein svimjihylur ger onki í sjálvum sær. Tað hava tit m.a. prógvað við teimum úrslitum, ið tit hava skapt. Tað eru samlaðu karmarnir, tá umræður venjarar, feløg, foreldur, skúlar o.s.fr., ið gera munin. Tí er at fegnast um, at tað nú er vorið møguligt at taka miðnáms­ útbúgving yvir 4 ár, um tú ert elituítrótta­ ella tónleika­ fólk, og skalt nýta nógva tíð til hetta arbeiði, segði hon. Men enn er ikki komið á mál. ­ Eftir manglar, at eisini landsmyndugleikarnir seta størri fíggjarliga upphædd av til, at stuðla føroyskum elituítróttarfólkum okkara, soleiðis at møguleikar eru fyri, at nýta størri part av tíð og orkuni til ítróttin burturav, segði Kristina Háfoss. Hon gleðir seg at fylgja føroysku svimjarunum komandi árini, og ynskir teimum góða eydnu á ferðini fram móti enn størri og bjartari málum. ­ Enn einaferð hjartaliga tillukku við flottu avrikum tykkara. Avrik, ið hava sett Føroyar á europakortið – og heimskortið. Avrik, ið geva okkum føroyingum íblástur til at seta høg mál og at arbeiða fyri at náa hesum. Tit hava í verki prógvað orðtakið: ”If you can dream it – you can do it”. Tit gjørdu dreymin til veru­ leika, segði Kristina Háfoss, mentamálaráðharri í heilsan síni til Pál Joensen, Kára á Høvdanum og verjarunum, Jón Bjarnason og Petur Heðin á Fløtti. Tit gjørdu dreymin til veruleika Kristina Háfoss, mentamálaráðharri, var millum teirra, sum hildu røðu fyri føroysku landsliðssvimjarunum og venjarum teirra Jón Brian heiðraður í Vági Sum kunnugt var Rás2 – og harvið Sosialurin og Portalurin – einasti fjølmiðil, sum var til staðar í Beograd, nú EM fyri juniorar var hildið har. Allar finalurnar, har Pál Joensen luttók, vórðu varpaðar beinleiðis á Rás2, og Jón Brian hevur fingið manga tøkkina fyri góða frásøgn. Ongastaðni er tað farið óansað aftur við borðinum, at Rás2 hevur gjørt so nógv burtur úr, allarminst her í Suðuroy. Rás2 varð nevnt í allarflestu røðunum, sum vórðu hildnar fyri Pál og Jón, og borgarstjórin í Vági, Kirsten Strøm Bech, fór so langt sum at rópa Jón Brian Hvidtfeldt upp á pallin, har hon handaði honum eitt blómutyssi sum tøkk fyri, at hann gjørdi tað møguligt hjá ikki bert vágbingum, men øllum Føroyum at fylgja við kappingunum niðri í Beograd í Serbia. Og tað var ikki bert borgarstjórin, sum helt nógv av avrikunum hjá Jón Brian Hvidtfeldt. Høllin mest sum kókaði í klappsalvum, og rómurin mundi ongan enda tikið, tá Kirsten Strøm Bech bað Jón Brian koma fram at taka móti blómutyssinum.