fríggjadagur 8. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 150 - 8. august 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Minnir um farnar dagar troka á
hendan ólavsøkumorgun í slavtok
uni. Var alt sum vanligt, sat tú sum
so mangan nú í Torvu og fleygaði í
morgun. Men so skuldi ikki vera.
Á veg niðan og hugsaði um farn
ar dagar, barna og ungdómsdagarnar
heima í Kunoy, mjørkin lá so tjúkk
ur yvir landið, vit bíðaðu eftir at
hann fór at lætta, so vit kundu
koma á flog. Ikki slapst á flog fyrr
enn dagin eftir, ei heldur náddi eg
heim at fylgja tær til títt seinasta
hvíldarstað her.
Langt var tað frá tær, at trívast í
gráum mjørka ella tokutalu, frá
barni av visti tú, hvat tað var at
møta mótgongd í lívinum. Faðir
loysingur gjørdist tú longu sum
smápiltur,
minnist
ikki
neyvt
hvussu ungur tú tá vart. Mátti tí
sjálvur klára teg sum frægast, hóast
heim títt í Uppistovu hjá Egga og
Ellufíu var frístaður tín í barnaáru
num og eisini seinri, tá Malan og
Atli tóku yvir.
Vit ið yngri vóru og kendu, at tað
var »ábyrgd« hjá okkara eldru
brøðrum at uppdraga okkum í
óvitan um lívið, minnast, tá Egga
og Guttorm vóru burtur, hvussu tú
mátti klára teg sjálvan í frælsisbar
daga tínum fyri egnar sannføringar
millum slagsbrøður, ið royndu eftir
bestu »kristnu« fatan síni at buka
teg av, tá hildið varð, at tú vart í so
frælsur og gekst ov vítt í tíni fatan
av, hvussu lívið var skrúvað saman,
serliga tá tað galt tað mótsatta kyn
ið og hetta at drekka, snúsa og
roykja v.m.
Heldur ikki gloyma vit tá tú
»mátti« skaffa tær skotvápn (eina
luftbyrsu) at verja teg við. Hetta
var um tað mundi, tá Korea kríggið
endaði. Hóast tú latst ávaringarskot
av hjálpti tað ikki. »Fíggindin«
legði á teg kortini, tú mátti skjóta
við skørpum, sigti var sjálvandi
fyrst í afturpartarnar, og minnast
vit enn hvinini, tó ikki frá luftvápni
num, men frá teim flýggjandi, með
an teir tóku seg aftur. Og fingu teir
greitt at vita, at komu teir aftur,
varð siktað hægri. Tá hjálpti, og
vápnahvíld kom í lag. Soleiðis end
aðu tínir barnadagar.
Altíð vart tú í parti við tí minni
menta. Gloymi ikki brúdleypið hjá
Karlu og Elian, eftir at hava fingið
væl upp í høvdið, var tað mín túrur
at blíva avbukaður, tí eg, sum ung
lingi hevði gjørt onkra skálkagerð
móti gamla vinsæla Larsen, nú var
løtan komin til uppgerðina. Um
Kristian ikki tá legði upp í, yvist eg
enn tann dag í dag, um eg hevði
verið førur fyri at skriva hesar
reglur. Men tú bakkaði, tá hann
blunkandi á sínum eyðkenda viðar
eiðis máli mælti: »Hettar skal ikki
verða nakar bardaga dagur, nú
einkardótturin heldur brúdleyp«.
Og harvið bleiv tað.
Men aftirlønina fekst tú, tó ikki
sum tú vildi, lítið visti tú, at eg
gangi við lívlangum sárka, ikki
bert fyri tað skálkabragdið, men
fyri so mangt annað mistak gjørt í
barna og ungdómsárunum. Um
lívsleið okkara hevur verið ymisk,
hittust vit mangan í Kunoy, serliga
í fleygatíðini. Aldrin tók eg sessin
frá tær í Torvu, hann var tín, um tú
ætlaði tær í bjørgini, hvat so aðrir
annars meintu. Altíð royndi eg at
vinna tín vinskap, tí eg hávirdi teg
fyri, hvussu tú tókst inn at tær tað
órættvísi, ið gjørt varð móti tí
minni menta, ið ikki kundi verja
seg. Har vart tú hóast lítil av vøkstri
ein kappi. Ja, sum tú sjálvur mang
an tókst til »Ere vi små, så ere vi
raske«. Jú, tað livdi tú upp til.
Til seinast ein hending, ið fór
fram á ólavsøku fyri mongum árum
síðani. Hon lýsir so væl tína fatan,
um eg skilti teg rætt, av kristindómi
num í landi okkara, sum tú eisini
lærdi meg at seta stórt spurnartekin
við, ikki stórt frægari enn støðan
var, tá Mortan Lutter livdi og munk
arnir gingu og seldu syndafyri
geving.
Meðan tann »vápnaleysi« herurin
sang á vaglinum, gekk ein smílandi
kvinna ímillum okkum, meira og
minni appelsinfríðu og royndi at
fáa nøkur oyru frá okkum. Tystur
sum tú óiva var, tókst tú kollin av
tínum eyðkenda purluta krúdli, fór
runt við honum, fekk eisini nøkur
oyru í hann, ivaleyst til eina øl.
Ímillum tað annars drukna fólkið,
var tað ein »edrúur« ið vildi vita,
hvar peningurin fór, ið innsamlaður
bleiv og hugsaði ivaleyst, um eg
lati nøkur oyru sleppi eg ivaleyst
snikkaleyst gjøgnum skerseldin.
Tessvegna spurdi hann, hvønn tú
samlaði inn til. »Jú« varð tú skjótur
at svara »til tarvafelagið í Kunoy«.
Tá komu ikki fleiri oyru í á tí
sinni.
Hvíl í friði, vinurin, vit hittast aft
ur hjá Honum, ið kennir hjartalag
hins einstaka og skoðar neyvt, hvat
har er at finna, Hann tekur ikki feil,
verjin hjá tí faðirleysa og einkjuni.
Immi Dam
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá kæra kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Ellen Maria Berg Jacobsen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur og kransar og fyri peningagávur
til barnalegurnar í Íslandi.
Stóra tøkk til tykkum mongu, sum settu tíð av,
at fylgja Mariu til hennara seinasta hvíldarstað
her á foldum.
Dávur, Elma, Oðny, Sunnuvá
og Malan við familjum
Nakrar reglur nú ið Anfinn Djurhuus
er farin um sýn
Føðingar
18. juni fingu Durita Joensen og Rotem Avni, Århus, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr.
11. juli fingu Gunnvá og Miki Drachmann Poulsen, Amager,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigadi 3700 gr.
24. juli fingu Ansa Stacey Højgaard, og Fróði J. Lamhauge,
Glyvrar, eina dóttur. Hon var 48 cm. long og vigaði 2625 gr.
27. juli fingu Phitchaya Ketphet og Finnbjørn Poulsen,
Lopra, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3980 gr.
28. juli fingu Bjørg Schiller Jacobsen, Tórshavn og Jóannis
Petersen, Signabøur, eina dóttur og Eva eina lítlasystur, sum
var 51 cm. long og vigaði 3310 gr.
31. juli fingu Rita Samuelsen og Jakku Hansen, ein son.
Hann var 59 cm. langur og vigaði 4660 gr.
31. juli fingu Herbjørg H. Jøkladal og Ludvík við Stein,
Glyvrar, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3700 gr.
1. august fingu Gurli Eysturtún Jensen, Tórshavn og Peter
Christian Stenland, Chicago, USA, ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 3495 gr.
1. august fingu Anni Debess og Johan V. Bech, Vágur, ein
son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4100 gr.
1. august fingu Eyðna Hammer og Jann Thomsen, Streym
nes, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4200 gr.
5. august fingu Magna S. Juul og Hjalti Lundsbjerg, Fugla
fjørður, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr.
5. august fingu Camilla Bauman og Mike Larsen, Hvidovre,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4375 gr.
6. aug. fingu Randi Anthoniussen og Eyðun Mortensen, Tórs
havn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3520 gr.
85 ár
Sunnudagin 10. aug. verður Sigurd Danielsen, Sandur, 85 ár.
Dagurin verður hildin heima frá kl 17. Øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 11. august fyllir Anna Jacobina Ellingsgaard
(Annebin) á Eiði 80 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin
10. august í miðhøllini í Eiðis skúla frá kl. 17.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 9. august fyllir Aslaug av Rana 80 ár. Hon bjóð
ar vælkomin í føðingardag heima í Trongisvági frá kl. 11.
Brúdleyp
Í dag, 8. aug. kl 17 giftast í Havnar kirkju Elisabeth Restorff
Hansen, Tórshavn, og Martin Nipgaard Hansen, Munkebo.
Í dag, 8. august giftast Skarpheðinn Njálsson og Johanna
Lindenskov Joensen. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl.
12.00. Opið hús verður í Sløttulíð 12, kl. 14.00, har tey, ið
vilja heilsa uppá brúðarparið eru hjartaliga vælkomin.
Í dag, 8.8.08 giftast Arnleyg í Lon
Miðvágur og Rógvi Mohr Fuglafjørð
ur. Vígslan verður í Siloa í Fuglafirði
kl 15. Um veðrið er til vildar, verður
vígslan úti, í Bugnum í Fuglafirði.
Drekkamuður verður aftaná vígsluna
í Siloa og øll eru vælkomin. Veitslan
verður fyri innbodnum í Siloa kl 19.
Í dag, 8. august kl. 16 giftast i Ólavs
kirkjuni í Kirkjubø, Tórgunn Kvilt
Olsen og Jørgen Meitilberg Tórshavn.
Veitslan verður fyri innbodnum í
Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00.
Í dag, 8. august giftast Rakul Petersen
úr Hvalba, og Jóan Petur á Stongunum
úr Tórshavn. Víglsan verður í Vestur
kirkjuni kl. 15.00. Veitslan verður fyri
innbodnum í HBhúsinum kl. 19.00.
Í dag, 8/808 kl. 13 giftast Anita Arge,
Argir og Jens Kartin Rasmussen,
Fuglafirði. Vígslan verður í Nebo á
Toftum. Øll er hjartaliga vælkomin til
ein drekkamunn í missiónshúsinum í
Æðuvík frá kl. 14 16.
mítt land
Føroyar
Føroyar mítt land
»Føroyar, mítt land« sunnudagin 10. august kl. 13:
Henda vikan í sendirøðini »Føroyar, mítt land« á Rás 2
byrjaði við áhugaverdari umrøðu av mytuni um írskar
munkar í Føroyum í forðum. Síðani vórðu tiknar fram
minnismyndir úr Seglhúsinum í Klaksvík, vit vóru á sílaveiði
við Kirkjuvatn omanfyri Famjin, vóru á kalvaveiði við
porkeningum, og vikan endaði við hugleiðingum um tað
føroyska fyribrigdið berjasunnudag.
Arne Thorsteinsson, Jógvan við Keldu, Martin Restorff
Jacobsen, Janus Mohr og Helena Samuelsen løgdu
»Føroyar, mítt land« sendingarnar til rættis hesa vikuna.
Føroyar mítt land í næstu viku:
Mánadagin 11. august: Freydis Poulsen
Týsdagin 12. august: Eirikur Lindenskov
Mikudagin 13. august: Heri Tróndheim
Hósdagin 14. august: Turið Sigurðardóttir
Fríggjadagin 15. august: Janus Mohr
Hvønn gerandisdag kl. 8, kl. 9, kl. 22 og kl. 23, (týsdag
tó 22.30).