Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 150 - 8. august 2008 Summar Festivalurin hevur júst handað inn roknskapin fyri 2006 og 2007, og tølini vísa, at Festivalurin gevur avlop og hevur rímiligan likviditet VINNA Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Summar Festivalurin í ár er størri enn nakrantíð og longu hóskvøldið vóru yvir 7.000 fólk savnaði á Vágbøi at lurta eftir bretska bólk­ inum, Smokie. Stórsti før­ oyski festivalurin er ikki bara eitt stórt mentanartil­ tak, men eisini eitt vinnuligt átak. Sum øllum kunnugt fór hin stóri festivalurin í Før­ oyum, G! Festivalurin av knóranum, tí hóast stóra undirtøku og spennandi nøvn, hekk festivalurin ikki fíggjarliga saman. Summar Festivalurin hev­ ur júst handað inn roknskap, og hesin vísir eitt yvirskot. Men roknskapurin avdúkar einki um, hvussu parta­ felagið handan Summar Festivalin fær inntøkur og útreiðslur at ganga upp, tí roknskapurin vísir bara bruttoúrslitið. Summar Festivalurin varð í 2006 gjørt til eitt smá­ partafelag, og fyrsti rokn­ skapurin hjá felagnum varð innlatin 31. Juli í ár. Sosi­ alurin hevur fingið innlit í roknskapin frá Skráseting Føroya. Lítið sigandi tøl Blaðstjórin á Norðlýsinum, Olivur Joensen, hugleiddi í Degi og Viku, hóskvøldið um tann búskaparliga týdn­ ing, sum Summar Festival­ urin hevur fyri Klaksvík og Norðoyggjar. Hann gitti, at festivalurin hevur ein umsetning sum liggur um átta – tíggju milli­ ónir, og festivalurin kastar einar 40­50 milliónir av sær til lokalsamfelagið. Tølini fyri samlaða umsetningin hjá Summar Festivalinum eru ikki almenn, heldur ikki í roknskapinum sum smá­ partafelagið, Summar Festi­ valurin, júst hevur latið inn. Við heimild í ársrokn­ skaparlógini paragraf 25,2 verður bert bruttoúrslitið víst í roknskapinum. Henda paragraffin sigur, at um mett verður at tað er til ampa fyri fyriøkuna at kappingarneytar fáa innlit í tølini áðrenn bruttoúrslitið, kunnu hesi haldast loynilig. Og hetta hevur Summar Festivalurin gagnnýtt, og roknskapurin sigur tí einki um umsetningin og broyti­ liga kostnaðan. Ein hálv millión Bruttoúrslitið hjá Summar Festivalinum er 693.500 krónur ella eitt sindur oman­ fyri eina hálva millión. Roknskapurin vísir, at Summar Festivalurin einans hevur eitt lønt starvsfólk og fyri alt tíðarskeiðið, sum umfatar 18 mánaðar og tað vil siga tveir festivalar, fekk viðkomandi 186.247 krónur í løn. Hvørki stjórn ella nevnd fekk samband rokn­ skapinum nakra løn. Men hesi tøl vísa sum sagt bara ein lítlan part av øllum sannleikanum. Út­ reiðslurnar, sum kunnu dragast frá áðrenn brutto­ úrslitið, kunnu eisini umfata lønir, og tí sigur einsamalla lønarútreiðslan í roknskap­ inum einki um, hvussu nógv fólk fáa løn frá Summar Festivalinum, og hvussu nógva løn tey fáa. Stabil fyritøka Ársúrslitið fyri 2006/2007 var 336.078, sum varð flutt til í ár. Upprunaligi parta­ peningurin á 100.000 er tí í dag 436.078 krónur. Ognar­ uppgerðin vísur at likviditet­ urin, ella tøki peningurin, um árskiftið 2006­2007 var um eina hálva millión. Hetta er helvtin av samlaðu ognini. Roknskaparkøn fólk siga við Sosialin, at hetta kann síggjast sum tekin um eina varna fyritøku, sum ikki bindur peningin í speku­ latión. Og tað at fyritøkan velur at flyta yvirskotið til komandið árið er eisini tek­ in um eina fyritøku, sum ger íløgur í sína egnu fram­ tíð. Her skal tó takast fyri­ varni fyri, at vit ikki vita, hvussu stórur samlaði um­ setningurin er, og hvat broytiligu umkostningarnir eru brúktir til. Yvirskot stóran týdning Steintór Rasmussen, stjóri, ynskir ikki at gera viðmerk­ ingar til metingarnar hjá Olivur Joensen, blaðstjóra, um samlaða umsetningin hjá festivalinum. ­ Hatta eru nokk bara git frá hansara síðu, og tað er ringt at meta um, hvønn búskaparligan týdning festi­ valurin hevur fyri økið. Fyri okkum hevur tað stórsta týdning, at festivalurin ber seg, sigur hann. ­ Vit eru ikki øðrvísi enn aðrar vinnufyritøkur, og hava vit ikki yvirskot og likviditet fáa vit ikki arbeitt. Yvirskotið og tøki pening­ urin gevur okkum arbeiðs­ frið og skapar álit hjá kredi­ torum, staðfestir Steintór Rasmussen, sum fyrr í vik­ uni undirskrivaði nýggjan samstarvssáttmála við Norðoya Sparikassa. Annars hevur Steintór Rasmussen ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar til Festivalur eisini pengamaskina Pál á Summar Festivali Føroyska svimjihetjan, Pál Joensen, er í hesum døgum á Summar Festivali í Klaksvík. Saman við gentu síni, Maluni Vitalis Bærentsen, fór hann í gjár til Klaksvíkar at hugna sær nakrar dagar. Tey bæði búgva hjá formanninum í Svimji­ sambandi Føroya, Palla Ziskason. Pál segði, at hann ikki fór á Summar Festival fyri at lurta eftir nøkrum einstøkum orkestri, men nevndi tó, at hann gleddi seg at hoyra Smokie. Annars er ætlanin hjá honum nú at slappa av í einar tvær vikur, áðrenn venjingin fram móti EM­kappingini á stuttbana í desember, verður uppaftur tikin. 7000 fólk á festivali hóskvøldið Summar Festivalurin byrjaði við einum braki hóskvøldið, og fyrireikar­ arnir rokna við nógvum fólki bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Summar Festivalurin fekk eina sera góða byrjan hóskvøldið. Veðrið var av tí besta, og umleið 7.000 fólk vóru á festivalinum hetta fyrsta kvøldið. ­ Hetta var ein framúr góð byrjan. Vit eru næstan ovfarin av stóru undirtøkuni, og vit fegnast um, at alt gekk upp á stás. Tað vóru fleiri frálíkar framførslur, tøknin riggaði væl, veðrið var gott, og fólk í øllum aldri hugnaðu sær á festivaløkinum, sigur Steintór Rasmussen, fyrireikari. Roknskapurin hjá Summar Festivalinum avdúkar ikki nógv, men hann vísir eina fyritøku við yvirskoti og tøkum peningi Summar Festivalurin 2008 sær ikki út til at verða minni enn teir undanfarnu, og stjórin, Steintór Rasmussen, gleðist um, at ikki bara áskoðarnir men eisini kreditorarnir hava álit á festivalinum