fríggjadagur 3. august 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 147 - 3. august 2001
Nr. 147 - 3. august 2001
3
Samlaða talið av nýggjum
bilum, sum vóru skrásettir
fyrra hálvár í ár, vaks við
16 prosentum samanborið
við sama tíðarskeið í fjør.
Nógv tað størsta talið av
bilum, sum verða skrásettir
hjá Bileftirlitinum eru per-
sónbilar. Frá január mánaði
til juli mánað vóru 903
nýggir persónbilar skrá-
settir, og tað var 14 prosent
meira enn somu tíð í fjør.
Talið av nýggjum persón-
bilum er støðugt økt sein-
astu árini, og líkt er til, at
hesi vøkstur heldur fram í
ár.
Næststørsti bólkurin av
akførum eru vøruvognar,
og eisini her var ein fittur
vøkstur fyrstu seks mán-
aðirnar í ár. Fyrsta hálvár í
2000 vóru 171 vøruvognar
skrásettir, meðan talið var
191 somu mánaðar í ár.
Hetta er ein vøkstur upp á
næstan 12 prosent.
Talið av skrásettu lastbil-
um er nakað tað sama
higartil í ár, sum tað var í
fjør. Fyrra hálvár 2000
vóru 11 nýggir lastbilar
skrásettir, meðan talið fyri
fyrra hálvár í ár er 11.
Samlaða talið av skrá-
settum akførum fyrstu seks
mánaðirnar í ár er 11856,
meðan tað var 1025 í fjør.
ek
Fríggjadagin
6.
august
verður Brynhild Absalon-
sen í Klaksvík 85 ár.
Brynhild er ættað av
Viðareiði. Foreldrini vóru
Olaf Joensen og Sára, sum
var ættað av Skælingi. Tá
tey giftust í 1910, búsettust
tey á Viðareiði. Brynhild
var triðja barnið í systk-
inaflokki
upp
á
seks.
Haldor Olafson og Solveig
Joensen, sum bæði búgva í
Havnini, eru framvegis á
lívi. Hini vóru Arne, ið
doyði sum ungur, Herborg,
sum var gift við Gunnari
Gunnarson og Heini Svart-
hamar.
Í 1939 giftist Brynhild
við Stefan Absalonsen við
Løkin ella Stefan á Viðar-
eiði, sum hann varð nevnd-
ur í Klaksvík.
Tey búðu fyrstu árini á
Viðareiði, men nakað eftir
kríggið fluttu tey til Klaks-
víkar, har tey bygdu á
Gerðareiði.
Brynhild og Stefan fingu
seks børn, og sum hjá so
mangari aðrari føroyskari
konu miðskeiðis í farnu
øldini, so var tað leikluturin
hjá
Brynhild
at
hava
ábyrgdina av børnunum og
heiminum, meðan maðurin
fyri tað mesta var burturi á
føroyskum og onkuntíð
útlendskum kjøli.
Brynhild og Stefan vóru
gift í 60 ár. Bara nakrar fáar
dagar eftir, at tey í 1999
høvdu havt diamantbrúd-
leyp andaðist Stefan. Tey
bæði vóru trúgv í sam-
komuni í Betesda, og tey
hava eisini verið hollir
stuðlar
hjá
Zarepta
í
Vatnsoyrum.
Gudsótti, gestablídni og
friður vóru eyðkenni fyri
hesi fyrimyndarligu og vísu
hjúnini, og hóast Brynhild
nú hevur rokkið teimum 85,
so er hon framvegis gløgg,
skilagóð og áhugaverd at
koma á tal við.
Tvey av børnunum eru
ikki okkara millum longur.
Jóhannes, sum var føddur í
1940, druknaði á vánni í
Klaksvík í 1968. Sára, sum
var fødd í 1944, doyði av
sjúku í fjør. Hon og mað-
urin, Jógvan Østerø av
Trøllanesi, bygdu uppí hjá
Brynhild og Stefani.
Árni, Elsa, Olav og
Símun búgva øll í Havnini.
Tað er hjá dóttrini, at Bryn-
hild er at hitta seinnapartin
fríggjadagin.
Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen fara
saman við bólki
sínum at spæla til
dans á dansistaðnum
Platform um
vikuskiftið
Fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið fara Eyðun Nolsøe
og Terji Rasmussen at leita
sær umborð á Platform.
Dansistaðið
verður
karmur um dans við Eyð-
uni og Terji, og hesaferð
hava teir allan bólkin við
sær. Eyðun og Terji hava
áður spælt unplugged á
Platform, men hesaferð er
tað við fullum bólki.
Eyðun og Terji spældu í
teltinum í Kommunuskúla-
garðinum ólavsøkuaftan,
og tað vóru eini 1200 fólk
til dansin. Sama tal var til
dansin við All that Rain,
sum var á sama staði
kvøldið eftir.
Eyðun og Terji hava givið
eina fløgu út saman, og teir
hava annars samstarvað
nógv. Teir spældu báðir í
Frændum
miðskeiðis
í
áttatiárunum, og síðani
hava teir upptraðka saman
av og á.
Seinnu árini hava teir
havt meira støðugt sam-
starv og hava havt ein
felags bólk, sum hevur
spælt nokk so fitt í Før-
oyum og onkuntíð í Dan-
mark, har teir eru búsitandi.
ek
Eyðun og Terji í oljudans
NØVN Í VIKUNI
Brynhild Absalonsen 85
Kæri, elskaði maður mín, pápi, verfaðir og
abbi okkara
Dánjal Dánjalsson,
Klaksvík
fór heim til Harran týskvøldið 31. juli, 79 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Karla
Tey, ið ynskja at minnast Dánjal, kunnu lata Akrinum eina
peningagávu, konto í peningastovnunum.
Eyðun og Terji spæla hetta vikuskiftið á dansistaðnum
Platform í høvuðsstaðnum
Nógv fleiri bilar skrásettir
Norðoya og Føroya
Sparikassa lækka
rentuna, og tað
kemur millum annað
bústaðarlánum til
góðar
PENGAR
Eyðun Klakstein
Bæði Norðoya Sparikassi
og Suðuroyar Sparikassi
broyta rentuna hjá sær.
Sparikassin í Norðoyggjum
hevur sett broytingina í
gildi frá 21. juli at rokna,
meðan Føroya Sparikassi
hevur brúkt 1. august.
Øll bústaðarfígging í
Føroya Sparikassanum fær
ágóða av rentulækkingini.
Rentan á 1. og 2. veðrætti
lækkar við einum fjórðings
prosentstigi. Tó lækkar
rentan á 1. veðrætti, har
trygdin er serliga góð og
seriulán eru partur av fígg-
ingini, við hálvum prosent-
stigi p.a. Í hesum førum
verður rentan á ytru veð-
rættunum óbroytt.
Rentubroytingin er eitt
úrslit av, at danska rentu-
støðið er lækkað seinasta
hálva árið, sigur Føroya
Sparikassi í tíðindaskrivi.
Eftir rentulækkingina er
rentan á bústaðarlánum
hereftir henda: 1. veðrættur
6,00% - 6,25% p.a. og 2.
veðrættur 8,75% - 9,50%
p.a.
Stór kapping hevur tikið
seg upp um bilfígging.
Rentan á billánum í Føroya
Sparikassa lækkar við 1,5
— 2,25%, soleiðis at rentan
á billánum hereftir verður
6,5% - 8,5% p.a. alt eftir
útgjaldi og møguligum
eyka trygdum.
Útlán
Norðoya Sparikassi hevur
broytt renstuna soleiðis, at
rentan á bústaðarlánum, 1.
veðrættur, er nú 6 % fyri
seriulán og 6,25 % fyri
annuitetslán.
Er talan um 2. veðrætt er
rentan 8,25 % fyri seriulán
og 8,50 % fyri annuitetslán.
Rentan á 3. veðrætti verður
framyvir 9,25 %.
Norðoya
Sparikassi
hevur valt at halda fast við
at øll, ið læna frá sparikass-
anum, fáa síni bústaðarlán
til somu rentu. Sparikassin
heldur at besta skipanin er
at hava føst rentustig á
bústaðarlánum, heldur enn
at hava ymisk rentustig á
eitt nú 1. veðrættarlánum.
Rentan á billánum er nú
6,75 % um nýggjur bilur
verður keyptur, og útgjaldið
er 50 %. Er útgjaldið 25 %
er rentan 8,25 %. Er
útgjaldið minni, ella talan
er um eldri bilar, liggur
rentan millum 8,75 % og
9,75 %, valdandi støddina
av útgjaldi ella hvussu
gamal bilurin er.
Innlán
Fyri innlán á 12. mánaðar
sparikassabók er rentan 4
%, men um ein er ábyrgdari
í Norðoya Sparikassa er
rentan hálvt % hægri ella
4,5 %.
Norðoya Sparikassi hev-
ur ongar ætlanir um at fara
undir at rokna støkkrentu,
tað vil siga hægri rentu um
saldo á konto er størri enn
kr. 100.000,-. Í staðin fyri
hevur sparikassin valt at
geva øllum ábyrgdarum
henda fyrimun, uttan mun
til støddina av innláninum.
Barnakonto
og
ung-
dómskonto fáa eina rentu,
sum er 5 %, meðan kapital-
pensjónskonti fáa 5,5 %.
Hægstu innlánsrentu fáa
tey sum spara upp á
bústaðarkonto,
her
er
rentan nú heili 7,5%. Hetta
er tí ein sera góð uppspar-
ing hjá teimum, ið ætla at
byggja ella keypa hús
komandi árini.
Landsstýrið hevur
tilevnað eitt uppskot,
sum stutt og greitt
sigur, at føroyska
heimastýrið skal
yvirtaka øll viður-
skifti, sum standa
sum A-mál í
heimastýrislógini.
Uppskotið varð lagt
fram á tingi í gjár
YVIRTØKA
Rúnar Reistrup
Nógv av teimum málum, ið
standa sum A-mál í Heima-
stýrislógini, eru longu yvir-
tikin, men enn vanta nøkur,
til dømis skúlamál og
almenn forsorg. Í næstum
fara øll tey írestandi A-
málini á føroyskar hendur.
A-mál kunnu, sambært
Heimastýrislógini, flytast
yvir til føroyska heima-
stýrið uttan samráðingar
um so er, at føroyska
heimastýrið ella danska
ríkisstjórnin ynskir tað. Í
Heimastýrislógini verður
harafturat ásett, at yvirtøka
av hesum málum hevur ta
fylgju, at føroyska heima-
stýrið tekur á seg tær
útreiðslur, ið fylgja við
málunum.
Í hesum førinum er tað
føroyska heimastýrið, ið
ynskir, at málini skulu
flytast á føroyskar hendur,
og tað einasta sum krevst
er, at uppskotið um at
yvirtaka øll A-mál, verður
samtykt á tingi. Tað verður
tað helst innan stutta tíð.
Sparikassar lækka rentuna
Føroya Sparikassi og Norðoya Sparikassi hava broytt rentuna
Yvirtaka øll A-mál ísenn
C
M
Y
K
3
2