fríggjadagur 3. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 147 - 3. august 2001
Nr. 147 - 3. august 2001
5
Í gjár og fyrradagin
blivu nógvar føroysk-
ar fyritøkur raktar av
telduvirusi, einum
sonevndum »maðki«.
Tá hesin maðkur er
komin inn á telduna
sendir hann innkom-
in teldubrøv víðari til
tilvildarligar e-post-
adressur í adressu-
listanum, og síðan
slettar hann alt á teld-
uni
Rúnar Reistrup
Á Formula.fo hava tey havt
úr at gera seinastu dagar-
nar. Fyritøkur hava ringt og
biðið um hjálp, tí knappliga
er e-postforrit teirra farið
undir at senda teldubrøv út
til adressur á adressulistan-
um. Og hjá onkrum er alt,
sum fyrr var á telduni,
slettað. Orsøkin er eitt ser-
liga skaðiligt telduvirus,
sum hevur breitt seg mill-
um føroyskar teldubrúkarar
seinastu dagarnar.
Serligur maðkur
Tað er ikki óvanligt at
telduvirus breiða seg við at
senda seg sjálvan út til
aðrar teldur sum e-post.
Hetta slag av virus verður
vanliga nevnt »worm« ella
ein »maðkur«. Men tað
serliga við hesum maðk-
inum, sum hevur herjað
føroyskar teldur seinastu
dagarnar, er, at hann ikki
bara sendir seg sjálvan
víðari - hann sendir eisini
ymisk teldubrøv, sum liggja
á telduni, víðari til tey, sum
standa á adressulistanum í
e-postforritinum.
So hevur tú eitt teldu-
bræv við einari bakiupp-
skrift liggjandi á telduni,
sum so verður rakt av hes-
um
maðkinum,
verður
bakiuppskriftin send víðari
til onkran av teimum, sum
tú hevur standandi á tínum
adressulista.
Virkisloynidómar
sendir út
Tá talan er um bakiupp-
skriftir er skaðin ikki so
álvarsligur. Men søgan er
ein heilt onnur, tá teldubrøv
við loyniligum virkisupp-
lýsingum hjá einari fyri-
tøku verða send út til aðrar
fyritøkur. Og tað er júst tað,
sum onkur føroysk fyritøka
hevur verið úti fyri seinastu
dagarnar, verður sagt av
Formula.fo.
Formula.fo er ein av
landsins størstu umsitarun-
um av telduskipanum. Har
hava
starvsfólkini
sæð
nógv ymisk telduvirus,
men hetta, sum nú herjar,
hoyrir til tey álvarsligu, tí
avleiðingarnar kunnu vera
rættiliga skaðiligar fyri tær
raktu fyritøkurnar.
Loysir seg at verja
Telduvirus er ein aftur-
vendandi trupulleiki, men
til ber at verja seg ímóti
hesum, við at nýta anti-
virus forrit. Forritini verða
allatíðina uppdaterað við
upplýsingum um nýggjastu
virusini, og tí veita tey
rættiliga góða trygd mót-
vegis virusálopum. Men
tað kostar pening at nýta
tey, og tí velja summar fyri-
tøkur at liva fyriuttan hesa
virusverju.
Men hetta kann lætt ger-
ast ein dýr søga, tí teldu-
virus gerast alsamt fleiri og
gera
meira
álvarsligan
skaða.
Ikki Code Red
Av Formula.fo verður sagt,
at fyrstu ferð tey gjørdust
varug við tann herjandi
»maðkin« var um miðjan
juli mánað. Men hann hev-
ur ligið í dvala, og fyri
trimum døgum síðan fór
hann rættiliga at breiða seg
millum føroyskar teldur.
Maðkurin, sum herjar her
á landi í løtuni, hevur tað
heldur kryptiska heitið
w32.sircam.worm@mm.
Talan er soleiðis ikki um
»Code Red-maðkin«, sum
BBC og aðrir miðlar á-
varaðu teldubrúkarar um
allan heim ímóti fyri trim-
um døgum síðan. Hesin
maðkurin hevur ikki gjørt
so um seg, sum stúrt varð
fyri, tí fyritøkur vóru ávar-
aðar frammanundan.
Maðkur herjar føroyskar teldur
– Vit hava nóg mikið
av trupulleikum sum
er, so tað er eingin or-
søk at taka nýggjar
trupulleikar út úr
luftini, sigur løgmað-
ur um orðini hjá
Høgna Hoydal, lands-
stýrismanni við sjálv-
stýrismálum, um, at
ein samtykt av upp-
skotinum um Bú-
skapargrunn Føroya
kann gerast eitt brátt
farvæl til blokkin
BÚSKAPARGRUNNUR
Rúnar Reistrup
Hóast landsstýrismaðurin
við
sjálvstýrismálum
í
Sosialinum í gjár vísti á, at
júst málið um Búskapar-
grunn Føroya kann gerast
dropin, sum fær donsku
stjórnina at venda tíma-
glasinum og seta fýra ára
skiftistíðina í gongd, og at
tað má politiska skipanin í
Føroyum vera fyrireikað
uppá, so hevur løgmaður
ongan hug at byrja nakað
kjak um hetta.
– Eg haldi at tað er at
dyrka nakrar trupulleikar,
sum ikki eru har, um vit
longu nú skulu fara at
fyrireika okkum uppá, hvat
danir møguliga fara at
halda um búskapargrunnin,
tá hann verður samtyktur,
sigur løgmaður.
Skulu verða fyrireikað
Løgmaður er tó samdur við
landsstýrismanninum við
sjálvstýrismálum í, at polit-
iska skipanin í Føroyum
eigur at vera fyrireikað til
at danska stjórnin kann fara
undir minka blokkin burtur.
– Vit skulu vera innstillað
uppá, at blokkurin úr Dan-
mark kann fella burtur nær
tað skal vera. Um dan ir
ætla at skera blokkin burtur
eftir fýra árum, so kunnu
teir gera teir tað uttan at
spyrja nakran eftir. Og tað
er tað, sum vit nú royna at
búgva føroyska búskapin
til, millum annað við bú-
skapargrunninum,
sigur
Anfinn Kallsberg, sum tó
ikki væntar, at júst málið
um Búskapargrunn Føroya
fer at seta ferð á eina slíka
gongd.
– So leingi vit arbeiða
eftir samtyktu ætlanini um
at vit skulu yvirtaka máls-
øki og samstundis yvirtaka
fíggjarligu ábyrgdina av
teimum, dugi eg ikki at
síggja hví danska stjórnin
skal reagera upp á tað. Eftir
tí, sum vit hava fingið at
vita frá donsku stjórnini, so
tekur hon undir við hesi
gongdini.
Týdningarmikið mál
Tá tað er sagt má løgmaður
kortini ásanna, at danska
stjórnin ikki vísir so nógva
vælvild í yvirtøkuarbeið-
inum.
– Tí havi eg eisini boðað
frá í Løgmansrøðuni, at tað
helst verður eitt trupult
heyst. Men at taka forskot
uppá hvat danska stjórnin
heldur um búskapargrunn-
in, og hvørjar trupulleikar
tað møguliga kann geva,
fari eg ikki at gera. Bú-
skapargrunnur Føroya er
tað mest umráðandi málið í
sambandi við allan fram-
tíðar búskaparpolitik í Før-
oyum yvirhøvur, tí hann er
so nógv meira enn bara ein
skiftisgrunnur til at fíggja
sjálvstýri við, sigur Anfinn
Kallsberg løgmaður í við-
merking til orðini hjá
Høgna Hoydal, landsstýris-
manni, um møguligu av-
leiðingarnar, sum málið um
Búskapargrunn
Føroya,
kann hava fyri viðurskiftini
við Danmark.
Løgmaður:
Tak ikki forskot uppá
trupulleikarnar
Nýggi nevndarfor-
maðurin í Maersk Air
er kendur millum
føroyingar, sum hava
siglt við skipunum
hjá AP Møller
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Nýggi nevndarformaðurin í
Maersk Air eitur Troels
Dilling. Hann er fyrrver-
andi skipari hjá AP Møller
og hevur millum annað
havt fleiri føroyingar um-
borð á skipum sínum.
Troels Diling hevur eisini
verið nevndarformaður í
Maersk Air fyrr. Tað var í
tíðarskeiðnum 1990 til
1996, tá Bjarne Hansen tók
yvir.
Umframt hevur hann
millum mong onnur størv
hjá AP Møller eisini verið
skipasmiðjustjóri á Lindø.
Hann verður av summum
roknaður sum høgra hond
hjá Mærsk Mc- Kinney
Møller. Nevnast kann, at
hann plagar at vera skipari
á stuttleikabátinum hjá
stjóranum.
Sum nýggjur stjóri í
flogfelagnum Maersk Air
er settur Flemming Ipsen,
sum í dag starvast sum
deildarleiðari hjá AP Møll-
er í Singapore.
Tá hann kemur í nýggja
starvið, fe Bjarne Hansen,
fyrrverandi
nevndarfor-
maður og skipsreiðari, í
starvið, sum Flemming Ip-
sen fer úr í Singapore.
Hundrað milliónir og
tvey størv
Kartelavtalan við SAS hev-
ur higartil kostað Mæersk
Air 100 milliónir í bót, um-
framt størvini hjá bæði
nevndarformanninum,
Bjarne Hansen, og stjóran-
um, Ole Dietz.
Maersk Air og SAS
høvdu gjørt eina sínámill-
um avtalu um, hvussu rut-
urnar í Skandinavia skuldu
røkjast, soleiðis at feløgini
heldur samstarvaðu enn
kappaðust. Tey býttu stutt
sagt í sínámillum.
Tað metti ES-nevndin
ikki vera lógligan arbeiðs-
hátt og álegði báðum feløg-
unum stórar bøtur. Fyri
Maersk Air var talan um
13.125 milliónir Evrur ella
umleið
100
milliónir
danskar krónur.
Hesum kundi felagið ikki
liva við, sigur Mærsk Mc-
Kinney Møller í tíðinda-
skrivi, sum sent er út tann
1. august. Samstundis boð-
ar hann frá, at leiðslan í
flogfelagnum er skift út.
Sagt verður, at Bjarne
Hansen hevur gjørt av at
fara úr sessinum sum
nevndarformaður, og at Ole
Dietz hevur ynskt at fara úr
stjórastarvinum. Ole Dietz
heldur fram sum stjóri í
Maersk Air august mánaða
út.
Umframt at vera stjóri í
Maersk Air røkir Ole Dietz
eisini onnur álitisstørv í
felagnum. Hvussu verður
við hesum størvum, er ikki
støða tikin til enn.
Afturstig
Fyri Bjarne Hansen má tað
metast eitt rættiligt aftur-
stig at gerast deildarleiðari í
Singapore.
Hann var til 1. august
tann triðji í røðini yvirhøv-
ur innan risafyritøkuna AP
Møller. Bara Mærsk Mc-
Kinney Møller sjálvur og
varastjórin, Jess Søderberg,
vóru yvir honum.
Bjarne Hansen byrjaði í
AP Møller fyritøkuni sum
shippingnæmingur í 1957
og hevur síðan støðugt
verið á veg uppeftir. Hann
hevur millum annað verið
privatskrivari
hjá
»Hr.
Møller«, sum Mærsk Mc-
Kinney
Møller
verður
nevndur í firmanum. Eisini
hevur hann verið ein drív-
megin í arbeiðinum at fáa
Maersk Air til tað, felagið
er í dag.
Í 1999 varð hann settur í
starv á sjálvum høvuðssæt-
inum á Esplanaden, har
hann gjørdist skipsreiðari
og leiðari fyri allari olju-
leiting hjá felagnum.
Tað hevur ljóðað, at SAS
beyð honum aðalstjórasess-
in, tá Jan Stenberg í fjør
legði frá sær, men at hann
tá segði nei takk.
Mærsk skipari tikið yvir
Nýggi nevndarformaðurin í
Maersk Air, Troels Dilling, er
væl kendur millum
føroyingar, sum hava siglt
hjá AP Møller
Mynd: Edvard Joensen
Almenn dansinátt
verður hildin á Hotel
Øravík leygarkvøldið
11. august. Hotellið
og dansifeløgini í
oynni skipa fyri
FØROYSKUR DANSUR
Edvard Joensen
Almennur føroyskur dansur
við borðhaldi verður á
Hotel Øravík leygarkvøldið
11. august. Tiltakið varð
hildið fyrstu ferð í fjør og
eydnaðist væl, sigur stjórin
á hotellinum, Uni Morten-
sen.
Tiltakið byrjar við borð-
haldi, sum verður skipað
sum eitt vanligt, føroyskt
veitsluborð,
sigur
Uni
Mortensen. Umleið mid-
nátt ella so væntar hann, at
føroyski dansurin fer at
byrja.
Tiltakið er alment, og tað
eru dansifeløgini í Suðuroy
sum saman við Hotel Øra-
vík skipa fyri.
Tá tiltakið í fjør varð
hildið fyri fyrstu ferð, vóru
umleið hálvtannaðhundarð
fólk við, og tað gekk heilt
væl. Og longu nú eru fólk,
sum hava tryggjað sær lut-
tøku, sigur Uni Mortensen.
Fólk hava biðið um gisting
á hotellinum í góðari tíð.
Tó leggur hann afturat, at
enn er ikki fult.
Tað eru ikki bara suður-
oyingar, sum koma til hetta
tiltakið, sigur hann. Eisin
fólk norðanfjørðs hava bí-
lagt sær hotelrúm.
Tað tykist, sum at fólk
taka hetta tiltakið sum ein
møguleika at hitta fólk eins
væl og at dansa.
Tað vísti seg seinast, at
her hittust fólk, sum ikki
høvdu hitst í mong ár. Og
soleiðis kunnu fleiri ele-
ment vera í einum slíkum
tiltaki, heldur hotelstjórin.
At tiltakið er alment
merkir eisini, at tað ber til
at koma til annaðhvørt bara
borðhaldið ella bara til
dansin aftaná, um ein ynsk-
ir tað.
Føroyskur dansur í Øravík
C
M
Y
K
5
4