Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 147 - 3. august 2001 Nr. 147 - 3. august 2001 7 Eysturoyar Røktar- og ellisheim 620 Runavík Søkir: Avloysara fyri sjúkrasystir 0,7 tíð at byrja 01.09.01. Løn og setanarviðurskifti sambært avtalu við Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Setunartíðin er til 31.12.01. Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá fyri- støðumanninum á tlf. 448185 ella 448201. Umsókn saman við prógvi, viðmæli v.m. skal sendast til heimið í seinasta lagi 15.08.01. Føroya Psoriasisfelag Vit vilja hervið boða frá, at komandi viðgerðar- túrur fyri psoriasis verður á Bláa Lónið í Íslandi 7. sept. og heim aftur 4 vikur seinni. Tey, ið hava tørv á viðgerð, fara til egnan kommunulækna, læknin fyllir umsóknarblaðið út og sendir tað til húðlæknan. Umsókn skal latast inn seinast 10. august 2001. Eru ivamál hesum viðvíkjandi,eru tit vælkomin at ringja 424179. Vinarliga Føroya Psoriasisfelag Starv á Statoil- støðini í Sørvági Søkt verður eftir tilkomnum fólki til Statoil-støð- ina. Arbeitt verður í vaktum. Meira fæst at vita um arbeiðið við at tosa við Martin. Handilsvirkið Niclasen Tlf. 332001 Til handlarnar við Hoyvíksvegin og Gripsvegin verður søkt eftir fyrikomandi Ekspeditrisu Arbeiðið fevnir um skiftandi vaktir uml. 30 tímar um vikuna. Ring ella støkk inn á gólvið og spyr eftir Andreu. Hoyvíksvegur 65 Tlf. 22 51 60 ella 31 21 61 Summarfrí Sjúkrakassin er stongdur vegna feriu frá 07. august til 27. august, báðir dagar íroknaðir. Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis MANNING Hervið verður søkt eftir manning til M/F Norrönu, at byrja beinanvegin Størvini, ið sett verða, umfata flestu deildir innan catering so sum: Sleiparar, barrfólk, cafeteriafólk, tænarar, kiosk- gentur, koytugentur og informatiónsgentur. Fylgjandi krevst: • Heilsuprógv fyri sjófólk, ikki eldri enn 2 ár. Meira fæst at vita við at ringja á tlf. 345900 ella 345924 og spyr eftir Andrias. Skrivlig umsókn verður at senda til: P/F SMYRIL LINE Postboks 370 FO-110 Tórshavn Summarfrí Stongt er til 20.08.01. Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík,Tlf. 448480 Leyst starv Varðaleiðari til handilin í Vágum søkist at seta skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Uppgávurnar eru: • At halda handilin á einum høgum støði. • Dagligu ábyrgdina av einum nøktandi handli hjá viðskiftafólkinum. • Avloysari hjá deildarleiðaranum. • Eisini eru møguleikar fyri framtíðar avbjóðing- um. • At royna evni og hugflog í einum spennandi umhvørvi. Løn sambært avtalu. Áhugað kunnu venda sær til Álv Samuelsen, deildarleiðara, tlf. 332950. Skrivlig umsókn skal sendast til FK Vágar 370 Miðvágur att.: Álvur Samuelsen Keypssamtøkan í Vágum R e n t u b r oyt i n g . . . . . . . . . . . . . . . . V i ð vi r kna ði fr á 1. augus t 2001, læ kka r Før oya S pa r i ka s s i re nt us t i gi ni á inn- og út l á ni . Re nt u- br oyt i ngi n er ei t t úr s l i t av, at re nt us t øði ð í D a nm a r k er l æ kka ð s e i na s t a há l va ári ð. Ef t i r hæ kki ngi na ve r ða høvuðs r e nt us t i gi ni he s i : I n n l án % p. a. V a nl i g kont o: 0, 10 3. m ðr . upps øgn : - s a l do 0 - 100. 000 3, 50 - s a l do 100. 000 - 300. 000 4, 00 - s a l do 300. 000 - 1. 000. 000 4, 50 - s a l do yvi r 1. 000. 000 4, 75 Á byr gda r a kont o : - s a l do 0 - 100. 000 4, 00 - s a l do 100. 000 - 300. 000 4, 50 - s a l do 300. 000 - 1. 000. 000 4, 75 - s a l do yvi r 1. 000. 000 5, 00 12. m ðr . upps øgn : - s a l do 0 - 100. 000 3, 75 - s a l do 100. 000 - 300. 000 4, 25 - s a l do 300. 000 - 1. 000. 000 4, 75 - s a l do yvi r 1. 000. 000 5, 00 B a s s a kont o: 5, 00 P l us s K or t kont o: 3, 50 P l us s S pa r kont o: 4, 50 + 0, 5 B ús t a ða r kont o: 4, 00 ( + 3, 0% f r á Før oya La nds s t ýr i ) Lut a - og ka pi t a l e f t i r l øn: 5, 50 Ú t l án S e t hús 1. ve ðr æ t t ur 6, 00 - 6, 25% p. a . 2. ve ðr æ t t ur 8, 75 - 9, 50% p. a . B i l l á n : A l t ef t i r út gj a l di og tr ygd 6, 50 - 8, 50% p. a . P os t boks 34 F O- 110 Tór s ha vn Tl f . 348000, Fa x. 348400 Landsstýrið hevur samtykt at byggja nýtt skip til sigling til Suðuroyar. Strand- ferðslan arbeiðir í løtuni víðari við málinum. Bjarni Djurholm, landstýris- maður, skal royna at fáa løgtingið at samtykkja eitt skip, sum kostar 305 milliónir, ístaðin fyri 240 milliónir. Eitt skip, sum pláss ikki er fyri við verandi íløgulofti og sum tí er ein trupulleiki av politiskum slag POLITIKKUR Dagfinn Olsen - Tingið skal samtykkja at byggja, eg hevði nær sagt, eitt annað skip, sigur Bjarni Djurholm, tá fregnast verð- ur eftir, hvar málið um nýtt suðuroyarskip flýtur og hvussu hetta hongur samn við samlaðu íløgunum og raðfestingunum. Hann sipar til, at hann sjálvur átti uppskot um skip fyri 240 milliónir, men at samtykta ætlan landsstýri- sins ljóðar uppá 305 milli- ónir. Kunning - Landsstýrið hevur sam- tykt ætlanina og í løtuni fer budgetering fram og ar- beiðið verður væntandi boðið út í næstum. Almenn kunng verður um ætlanina, t.d. í Suðuroynni, eins og kunning verður fyri løg- tingslimum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýris- maður. - Skipið er størri og dýrari, enn eg skeyt upp. Talan er um 305 milliónir ístaðin fyri 240 milliónir. Men peningurin, ið er avsettur í inniverandi árið, verður ikki brúktur, men stendur. Vit hava so eisini 100 milliónir árliga tey 3 komandi árini, sigur Bjarni Djurholm, ið væntar, at kjølurin verður strekur innan alt ov langa tíð. Løgtingið skal góðtaka Men Bjarni Djurholm er greiðir yvir, at løgtingið skal samtykkja eina størri ætlan, enn hann hevði ætlað at byrja við. - Har umframt má so eisini okkurt gerast v i ð v í k j a n d i samferðsluhavn. Hetta eru einar 75 milliónir krónur. Samanlagt snýr tað seg um 380 milliónir, sum eg skal hava tilsøgn til úr løg- tinginum, sigur Bjarni Djurholm. - Tingið skal samtykkja at byggja, eg hevði nær sagt, eitt annað skip, sigur Bjarni Djurholm. Trupult roknistykki Tað hevur verið frammi, at trupult verður at fáa øll ynski og ætlanir at hóska, tí eitt íløguloft er. - Trupulleikin hjá okkum er, at vit hava eitt íløguloft. Vinnumálastýrið hevur umleið helvtina av teimum arbeiðum, sum skulu í gongd, at ráða yvir. Tað eru vegir og annað. Vit hava ikki meira, enn vit hava havt, at ráða yvir, sigur Bjarni Djurholm og leggur afturat, at hann kann bert nýta peningin einaferð, ikki tvær ferðir! - Tað verður trupult at fáa roknistykki at ganga upp, sigur Bjari Djurholm. Politiskur trupulleiki Bjarni Djurholm vísir á, at hann ger tað, ið hann skal gera, men at støðan er trupul, er eingin ivi um, tí raðfestingar, ætlanir og íløguloft tykjast ikki at sampakka. - Tað er ikki pláss í verandi karmi. Hetta er ein serstøk íløga, og skal málið loysast, so skal støða takast politiskt, sigur Bjarni Djurholm, ið minnir á, at suðuroyarskipið er ikki nøkur jolla, men eitt skip, ið er bæði longri og breið- ari enn Norrøna. Verður trupult at fáa rokni- stykkið at ganga upp Samanlagt snýr tað seg um 380 milliónir, sum eg skal hava tilsøgn til úr løgtinginum, sigur Bjarni Djurholm, ið metir, at málið um skip til suðuroyarsigling er eitt mál, ið má loysast politiskt, tí rúm er ikki innan verandi karmar Pensjónsmálið hevur verið nógv frammi seinastu tíðina og eisini nú, løgmans- røða hevur verið. Sámal Petur í Grund sigur, at málið stendur frammaliga og at semja er um, at málið skal gjøgnum- førast og loysast í hesi tingsetuni POLITIKKUR Dagfinn Olsen Pensjónmálið er aktuelt. Tað hevur verið nógv og leingi frammi og fekk aftur luft undir veingirnar, nú løgmansrøða var. M á l i ð hevur ligið longi og røddir hava verið frammi, ið hava verið sera ónøgdar við gongdina. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sigur, at málið hevur ligið leingi. Politisk ósemja hevur verið og samstarvið hevur verið nervað. Fólk eru komin og farin, eisini innan um- sitingina. Sámal Petur í Grund hev- ur alment sagt, at hann og løgmaður eru samdir um, hvussu málið skal loysast, men ikki verið nærri inni á, hvussu hetta skal gerast. Samdir - Vit eru samdir um lógar- tekstin og arbeiðsgongd. Vit eru samdir um, at málið skal gjøgnumførast, sigur Sámal Petur í Grund. - Men málið skal til hoyringar og síðani mugu vit taka politiska bardagan, sigur Sámal Petur í Grund. Hann dugir tó ikki neyvt at siga, nær málið kann væntast loyst. - Fíggjarmálastýrið hev- ur eisini arbeitt við málin- um og fólkini har hava verið nógv upptikin av sáttmálasamráðingum og øðrum. Vit hava valt at lata tey arbeiða við málinum, í staðin fyri at seta nýggja arbeiðsorku av til arbeiðið, sigur Sámal Petur í Grund. Hann ger vart við, at málið er frammaliga í rað- festingini, meira, enn fólk geva sær far um. - Tað er umráðandi at fáa pensjónsviðurskiftini hjá fólki okkara á pláss, tí hetta er eisini ein stabiliserandi faktorur í samfelagnum, sigur Sámal Petur í Grund. - Málið skal loysast í hesi tingsetuni. Tað hava vit sett okkum fyri, sigur Sámal Petur í Grund. Pensjónmálið skal loysast í hesi tingsetuni C M Y K 7 6