Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2008 19 tíðindi Nýtt og gott gamlt. Hesi orð renna fyrst til hugs, tá framførslan hjá Smokie hóskvøld­ið skal lýsast stutt, men hetta er ov lætt slopp­ ið. Tað er helst so, at tey finn­ ast, sum elska at hata Smok­ ie, og sum mettu hetta navn sum tunna søtsúpan á skrán­ ni. Men soleiðis er tað við so mongum, og ofta vera metingar sum hesar so d­yggiliga afturvístar, tá veruleikin vísir seg. Í hvus­ su er tá tað ræður um, hvønn fjøld­ir velur at elska, í mun til ummælarar og atfinningarmiklar sálir. Smokie vísti seg í øllum førum frá síni bestu síðu á Summarfestivalinum hós­ kvøld­ið, og fólksliga und­ir­ hald­ið vann øll hjørtu. Tað vóru glaðir tónar, gráðir toppar og gott und­ir­ hald­. Alt frá monnum, ið hava fleiri enn 30 ár á baki sum popprockarar á palli. Tað vóru ikki bert gráðir toppar at síggja í fjøld­ini. Talan var um eina breiða fjøld­, har ung sum eld­ri sun­ gu og d­ansaðu við, og kans­ ka serliga hugaligt var tó, at júst her fingu gráðu toppar­ nir møguleikan og und­ir­ hald­ið, ið teimum hóvaði. Flest øll gjørd­ust sjónliga glað av tónunum hjá Smok­ ie, ið jú er súpan, ið ikki er herkin, men glíður væl nið­ ur hjá flest øllum, uttan mun til ald­ur ella hvønn tón­ leik ein vanliga setir und­ir nálina. Hvat hava teir? At seta Smokie á skránna kund­i tykjast sum lætt sloppið val, men kagar ein afturum hetta navn á festi­ valskránni, so er helst meira í hesum, og løtan við Smok­ ie á Vágsbø prógvaði eisini hetta. Men ein verður noyd­d­ur at gera tað, ið tónleikurin als ikki leggur upp til; nevni­ liga at hugsa og hugleiða. Hvat hava Smokie, sum onnur iki hava? Tí teir spæ­ la júst tann tónleik ­ við 3 ella 4 akkord­um ­ sum tón­ leikarar flestir hava roynt seg sum und­irhald­arar við. Und­irhald­stónleik, løg, ið eru sum gjørd­ til felagssang í góðum vertsskapi, ella at verða framførd­ur á barrum. Tónleikur, sum bólkar í Før­ oyum roynd­u seg við í sjey­ ti­ og áttatiárunum, og sum kund­i eyd­nast, tí torleika­ støðið ikki er so høgt, um evnini eru bara so nøkulun­ d­a. Men við Smokie er øðrví­ si. Teir eru fyri tað fyrsta komnir tað stóra fet longri, enn so mong onnur, at ein beinanvegin hoyrir, at tað er Smokie, ið spælir. Tá ein hoyrir teir, so kennir ein bólkin!! Teir hava tað, sum nevnt verið egið ljóð ella "sound­". Og tað er í sær sjálvum eitt bragd­ og góður eginleiki. Men tá tað hinvegin ikki er talan um annað enn tón­ leik, ið 3. hvør føroyingur kann fara heim og klimra á guitaran, hvat er tað so sum ger Smokie til nakað stórt ella øðrvísi? Tað er ilt at eyðmerkja, hvørjar d­ygd­irnar eru, men teir hava fyrst og fremst eyðkend­a ljóðið. Og so hava teir góðu kórrød­irnar. Og so hava teir roynd­irnar, tí bólkrin hevur jú verið virkin og á ferð síðani byrj­ an í fyrra helmingi av sjeyti­ árunum. Og í pallframførsl­ uni er samspæl við fjøld­na eisini stórur partur. Fyrsta hittið fingu teir í 1974, ella har á leið, og síð­ ani hava teir hild­ið á. Bland­­ ingin av øllum hesum gevur tann loynd­arfulla og tokuta gand­ad­rykkin, ið kallast Smokie. Sjeytiárini so og so Smokie hevur áður vitjað í Føroyum og hetta er 3. ferð teirra her, og tað eru 13 ar síðani teir seinast vitjaðu. Og staðfestast kann, at framførslan í Klaksvík hós­ kvøld­ið var serstakliga væl eyd­nað. Og so kann tað gera tað sama, um summi hava hug at stempla bólkin millum lægstu felagsnevn­ arar, tá um tónleikasmakk ræður. Smokie raka rætt og slætt tey flestu ­ í hvussu er helst ein meirluta í Føroyum ­ og skapa eina kenslu og hon er hjá teim flestu jalig og hev­ ur ringvirkan, ið fær smilið, d­ansihugin sanggleðina fram. So væl er loynd­arfulla uppskriftin samanskrúvað. Og stílurin hókvøld­ið var eisini trúgvur mótvegis upp­ runanum í sjeytiárunum, og ikki spard­ist uppá flanger ella chorus á guitarunum, og langt hár er helst krav, um ein leikar við Smokie (Og tað ger onki, um talan er um tærrar krúllur, ein og tær hjá Brian May í Queen). Her er rætt og slætt ikki so nógv broytt siðani sjeyti­ árini, har bæði hár og klæði bera boð um eina farna tíð, og um tað riggar so væl á palli í d­ag er nokk ein spurn­ ingur um stíl ella smakk. Hásur sangari Og Smokie spæld­i betri enn áður á Føroyaferðum sín­ um. Størsti munurin á bólki­ num nú og fyrr er, at sangar­ in er nógv hásari, enn teir und­anfarnu. Her minnast vit, at eini sangarin d­oyði stutt eftrir ferðina í Føryum í 1995, tá bólkurin var fyri ferðsluóhappi, men hetta steðgaði ikki bólkinum, og nýggi sangarin megnar upp­ gávuna, um enn rød­d­in er eitt vet hásari, enn und­an­ gongumenninir. Og stilurin í tónleikinum var alt frá vanligum fýra­ taktspoppi, til boogie og tað, ið helst hóskar til line­ d­ance, men eisini okkurt rættilgt rock,n roll lag var at hoyra. Føroyskt flagg Stutt sagt hevur bólkurin okkurt til tey flestu. Og tí var helst eisini væntand­i, at glaða fjøld­in klappaði teir aftur á pall, og tað gjørd­i hon eisini ­ kanska serliga tí at enn vantaði sangurin um Alice. Men Smokie hava ongan­ tíð verið bleikir fyri at geva hittløgum hjá øðrum ein ham, ið hóskar til Smokie. Og hetta brúktu teir eisi­ ni, tá teir fóru und­ir eyka­ løgini, tí her tóku teir og bukaði tvær flugur við ein­ um slagi. teir spæld­u eitt lag hjá Creed­ence ­ sum jú næstan er partur av føroysku fólkasálini, og so var tað júst lagið Have You Ever Seen The Rain, sum jú er aktuelt á festivali í Klaksvík, kanska serliga, tá tað hevði hug at sirma eina løtu. Trummuleikarin kom fram og hongd­i stórt føroys­ kt flagg á trummurnar og seinni klæd­d­i hann seg í tað. Ikki sørt skemtiligt, men júst hvussu hetta ann­ ars skuld­i fatast lati eg hin einstaka d­øma um. Og So kom end­aliga brak­ ið, nevniliga sangurin um Alice, og øll sungu við og sangurin ljómaði túsund­­ ræd­d­aður um Klaksvíina og setti punktum fyri fólkslig­ ari veitslu, har Smokie prógvaði, at teir hava nakað tað sama, sum Coca Cola, nevniliga eina uppskrift, ið er ring at herma eftir, og sum held­ur ­ kanska í allar ævir. og sjeytiársmerkt Smokie Tað vóru glaðir tónar, gráðir toppar og gott undirhald. Alt frá monnum, ið hava fleiri enn 30 ár á baki sum popprockarar á palli Og staðfestast kann, at framførslan í Klaksvík hóskvøldið var serstakliga væl eydnað. Og so kann tað gera tað sama, um summi hava hug at stempla bólkin millum lægstu felagsnevnarar, tá um tónleikasmakk ræður