Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 150 - 8. august 2008 tíðindi Linda Andrews og hennara ómetaliga væl spælandi bólk­ur vísti á Summarfesti­ valinum, hvussu Gospel sk­al spælast. Úr enda í annan var framførslan topp pro­ fessionell Ummæli Niels Uni Dam post@sosialurin.fo Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góð­ar royndir í útlondum sum Linda Andrews - Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað­. Men á Summarfestivalinum var sera trupult at lata vera við­ at varnast Lindu, ið­ legð­i dent á, at Føroyar er hennara heim, ið­ hon er errin av, ikki minst, tá hon vísti Før- oyar fram fyri sínum útlendsku tónleikavinum. Eg smeltaði Við­ sær hevð­i Linda fýra føroyskar kórsangarar, ein føroyskan James á trumm- um og tríggjar fantastiskar útlendingar á gittara, bassi og keyboard. Bólkurin var so ótrúliga vælspælandi, at tónleikurin kýndi oyrunum. Soloir vóru leverað­ar hegn- isliga og við­ stórum krea- tiviteti. Bæð­i Linda og kór- ið­ sungu sum dreymar, og ljóð­mað­urin gjørdi sítt til fulnar. Sjálvt ein svorð­in R’n’B hatari sum eg smelt- að­i og bleiv rørdur av tón- leikinum. Hetta kanska ser- liga tí Linda er ein gospel diva, ið­ ikki dettur í út-tam- bað­u R’n’B grøvina, í øll- um førum ikki so ofta og ikki long pettu í senn. Løg- ini vóru eisini øgiliga væl arrangerað­i, soleið­is at tað­ var áhugavert at lurta, at vøkur kór og góð­ balansa var millum instrumentini. Løgini vóru í stóran mun av fløguni Relevation, ið­ Linda gav út herfyri. Gospel løg ið­ høvdu týdning fyri hana, tá hon var yngri. Eisi- ni sluppu vit at hoyra, “Nú eg ásjón tína søki” av fløg- uni “Vit kunngera Jesus”, ið­ man vera mest kenda hjá Lindu í Føroyum Star quality Linda hevur nógvar royndir sum kórsangari og kórleið­- ari. Men tað­ er eitt stórt lop at skula vera oddakvinna í einum bólki, og her vóru ávísir veikleikar at síggja. Serliga tá tað­ snúð­i seg um útstráling og kropsmál. Hennara armasvingan og peikifingrar tyktust dekan ov ónátúrlig. Har var ikki tað­ kropsliga gruvið­, ið­ ofta eyð­kennir gospelsangarar. Eisini vóru hennara lítlu røð­ur millum løgini marg- háttligar - pedagogiskar á ein løgnan hátt. Tú kendi ikki, at hetta var ein odda- kvinna við­ stjørnudusti, sum tosað­i við­ okkum, men kanska heldur ein pedagogur á eini tónleikaterapi work- shop, eg veit ikki um hetta er gott ella ringt, men tað­ kendist løgið­. Gospel í heimsflokki Linda Andrews var komin heim við bólki sínum, at framføra í heimlandinum Føroyum Mynd: Niels Uni Dam