Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2008 21 tíðindi Eager To Please borð­ reid­d­i við einum massivum veggi av ljóði, tá bólkurin fylti Flagsteltið við sínum harða rokki Ummæli Niels Uni Dam post@sosialurin.fo Eftir at Smokie vóru lidnir at spæla, áttu Eager To Plea­ se heiðurin at taka um end­ an. Nógv fólk fór beina leið til hús, tí farið var um mið­ nátt, so teltið var minnið enn hálv fult, meðan Eager To Please spældi. Hetta tók­ tist ikki at merkja bólkin, ið var serstakliga væl upplagd­ ur. Ljóðmyndin var somikið ógvislig, at teltið var fylt á tremur av henni. Fyri eina­ ferð skuld ljóðaði tað væl í hesum ofta so svikaliga tel­ ti. Rokkur uttan hóvasták Tónleikurin var ein long røð av teirra egnu løgum, ið eru at finna á teirra fyrstu fløgu, sum kom í handlarnar fyrr í summar, umframt okk­ urt, ið teir ikki hava givið út enn. Hetta er rokkur uttan so nógv hóvasták við rót í rokkinum í sjeyti­ og áttati­ árunum. Rokkur, ið klæðir væl at verða spældur live, og hetta megnaðu Eager To Please til fulnar. Ein frægd at hoyra Botnurin koyrdi sum ein damptrumla undir gittarum, ið eisini vóru sera væl spældir og væl hjálpt av góðum ljóðarbeiði gav hetta løgunum optimalar umstøð­ ur. Tað var ein sonn frægd at hoyra teir tríggjar gittar­ leikararnar spæla saman og hvør sær geva ljóðmyndini nakað eyka. Oyrini vóru for­ kelaði av tveimum sologitt­ arum, ið dittaðu sær at spæ­ la okkurt, sum best kann lýsast sum ein dupult solo (ummælarin er greiður yvir ansøgnina í hesum hug­ taki) Melodiirnir telja niður Løgini hava tó nakrar veik­ leikar, sum forðaðu konser­ tini veruliga at fáa luft undir veingirnar. Hetta er øgiliga klassiskur lættisoppakendur hard rokkur, sum vit kenna hann frá hópin av bólkum. Hetta setir sjálvandi stór krøv til kompositiónirnar, ið lætt kunnu enda sum vánalig avrit av øðrum løg­ um. Á melodi síðuni meg­ nar Eager To Please ikki at liva upp til hesi krøv. Melodiirnir eru ikki nóg fangandi, til at tú fellur fyri teimum, men nóg banalir til, at tú troyttast skjótt av teimum,. Hetta er synd fyri ein so væl spælandi bólk, ið antin átti at fingið sær hjálp við lagskrivingini ella bara dyrka tað at spæla lániløg og geva teimum ein Eager To Please dám. Sangarin Dagfinn Joen­ sen syngur væl, og røddin er heilt góð. Tó uttan at vera nóg serlig, nóg vøkur ella nóg áhugaverd til at klára at geva teimum heldur veiku melodiunum tað eyka, ið kundi lyft teir eitt sindur. Teir klisje mettaðu tekstirnir standa tí so øgiliga týðiligir í síni væntandi dygd. Tað kundi verið áhugavert at hoyrt bólkin sungið á før­ oyskum. Hetta hevði givið teimum eina áhugaverda dimensión. Húskallar livd­u ikki upp til vónirnar, ið ivaleyst vóru settar eitt sind­ur ov høgt. Kult bólkurin megn­ aði ikki at vera áhu­ gaverd­ur longur enn stuttar løtur í senn Ummæli Niels Uni Dam post@sosialurin.fo Sum ummælari sleppur tú onkuntíð at ummæla okkurt, ið tú veruliga gleðir teg til. Hetta kann vera torført, tí um tú hevur serligan forkær­ leika fyri onkrum, kann vera trupult at lurta og hygg­ ja við einum opnum sinni. Tá eg stóð á Vágsbøi í sirmi og sá Húskallar koma á pall­ in, var eg veruliga spentur. Hetta fór uttan iva at vera ein heilt serlig konsert og møguliga eisini tann einas­ ta, eg nakrantíð fór at uppli­ va við hesum Føroya størsta kult bólki. Ein garrvillur gekkur Meðan ljóðið av eini stór­ slignari intro, ið millum annað blandaði ymisk løg av bandinum hjá Húskallum í eina ljóðkolagu, buldraði í hátalarunum, komu húskall­ arnir inn. Teir vóru ílætnir myrkamorreyðar troyggjur, keppar og føroyskar húgvur. Hjarta í mær sló skjótari, tá teir byrjaðu at spæla, knapp­ iliga fór lagið yvir í Gekka sangin, og Gekkurin sjálvur garrvillur kom hoppandi inn í sínum knarvkoti, syngj­ andi eyðkenda eyðkennis­ lagið hjá Gekkinum: bimm­ diddi­rimm­dimm­dimm. Hetta var so øgiliga bein­ rakið, og so øgiliga óvæntað, at eg og øll hini á Vágsbøi góvu okkum yvir og flentu hjartaliga. Hetta var herligt Hetta boðaði frá góðum. Tá Jákup Alberg nú kom hopp­ andi inn á pallin í gummi­ skón, hálvhosum og føroys­ kari húgvu við eini banjo í hondini og byrjaði at syngja um Hans Ansgar, kundi eg ikki annað enn rópa av ovfarakæti ­ Hetta var her­ ligt. Ein svøk framførsla, ið ivaleyst bert fór at vaksa uppaftur svakari. Men nei, longu tá sangurin um Hans Ansgar var liðugur, var eg farin at troyttast av sangin­ um hjá Jákup Alberg. Longdist eftir Kaj Sum gamal fjeppari eri eg greiður yvir, at Jákup Alberg á ongan hátt kann metast sum ein upplagdur sangari. Hann syngur nasalt og ja, beinleiðis illa. Hetta er ein partur av sjarmuni og riggar onkursvegna á bandi­ num Hjá Húskallum. Men á konsert á Vágsbøi í sirmi og snýkjandi náttarkulda var sjarman eitt sindur tor­ før at finna, og tá Jákup Alberg hevði sungið fleiri onnur løg, var eg farin at leingjast illa eftir hinum sangaranum, Kaj. Tá Kaj endiliga kom aftur á pallin, hesaferð uttan gekkaskort og kot, vaks vónin aftur. Kaj, ið vanliga er ein góður sangari, saman við hesum stóra úrvalsbólki av tónlist­ arligum úrmælingum ­ Tað kundi næstan bara verða gott. Men ak, aftur skuff­ aður. Kaj orkaði als ikki at syngja, og tann vanliga so góða røddin var ein skuggi av sær sjálvari. Tað tók flei­ ri løg, áðrenn Kaj fekk skil á røddina, og upphitaður kundi syngja” Bóndin hungrar” og “Ria” til stóra frægd fyri áskoðararnar. Hesi løg riggaðu væl, men vóru ikki nóg mikið at bjar­ ga heildarupplivingini. Lokkaðir at luttaka? Ein søga gongur um upptøk­ urnar av Húskalla bandi­ num, at Kaj, Jákup Alberg, Jón og hinir húskallarnir væl vistu, at hetta bandið var nakað heilt serligt, ið lætt kundi gerast nakað, ið teirra vinir í føroyska tón­ leikalívinum fóru at halda hánt um. Tí lokkaðu teir flesta allar etableraðar tón­ leikarar at spæla ein part av eini solo á einum lagi. Hetta soleiðis, at teir við síni lut­ tøku, ikki á sama hátt kundu finnast at bandinum. Eg veit ikki, um tað er sama prinsipp, ið er brúkt tá bólkurin skuldi setast saman til Summarfestivalin, ella um allir teir bestu før­ oysku tónleikarnir hava staðið í bíðirøð fyri at slep­ pa við. Men tann 12 manna stóri bólkurin telur nakrar av okkara allar bestu tón­ leikarum. Tí var tað eitt sindur skuffandi, at bólkurin ikki fekk gjørt eina meira áhugaverda ljóðmynd. Het­ ta ljóðaði mest sum ein tun­ að útgáva av Taxi, og tað klæddi ikki Húskalla løgun­ um og vokalunum betur enn næstbest. Ov høgar vónir til Húskallar Einki roks frá Eager To Please Jákup Alberg hevur eina av mest sermerktu røddunum í føroyskum tónleiki Mynd: Álvur Haraldsen Eager To Please eru ein av Føroya best samanspældu bólkum