Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2008 31 illa hevur ísurin fyri mongum túsund árum síðani tøssað hesa rók, ja, so illa at ikki grør græs enn í brekkuni niðanfyri hana. Tað tykist sum eitt forbannilsi hongur yvir hesi sandoyðimørk, sum er eins oyðin og bannaða fikutræið á Jesu døgum. Ein alfaravegur Louis er uppvaksin í Garðshorni millum fróðarfólk og ræðið liggur fyri hjá honum. Omma hansara í Garðshorni, Saloma, var fyrsti dramatikarin eg møtti, og ommusonurin líkist henni. Hann er komin aftur til neyta­ konurnar sum gingu um Skarðið tvær reisur um dagin og er farin at røða um ta ferðslu, sum var her fyrr. Vit eru enn langt burtur og hoyra onki. ­ Konufólk úr Fuglafirði gingu í fisk í Oyndarfirði aftur og fram fyri tvær krónur um dagin. Vit kunnu líkasum ikki ímynda okkum stríðið. ­ Havi hoyrt, at tá íð farið var á fjall handan Skarð, fór fjallskip­ anin á Skarðið, mannaði seg, róku síðan oman á bakkan á Hellunum, har rættin stóð. Um heystið var skurðseyðurin síðani rikin sum haftseyður um Skarðið til Fuglafjarðar. Hagin var í felag. Skurðurin varð býttur í Fuglafirði og tað er drúgvført arbeiði. Tá íð býtt var fóru hellumenn aftur til gongu við seyðinum um Skarðið í náttar­ myrkri til. Tað var ein langur fjalldagur hjá hellumonnum, segði Lous Houmann. Í hellu­ bókini hja Helenu Samuelsen verður greidd frá feigdardegi á Hellunum, sum júst stavar frá tí sum Louis her umrøður. Vit koma niðan undir Skarðið. Nú er bygdargøtan komin Rustar­ megin og brúgvin oman fyri ber upp fyri. Vit síggja ikki fólka­ fundin enn, men hoyra røðaran og hann hevur tak á fólkinum. Ganga fram við eini keldu, sum spríkir beint undir skarðinum. Allarhelst er hon vígd, tað eru keldur fram við mannagøtum. Her er Guds náttúra, tá íð hon er reinast. Einsti farvegurin av fólki er niðurtrádda gøtan og so onkur rustaður kongur sum stavar frá gomlu telefonlinjuni. Og varð­ arnir fylgja okkum trúliga. Mentaðu fuglfirðingarnir hava fingið ung í arbeiði her fyri at laða teir upp aftur. ­ Postflutningurin til Hellurnar, Oyndarfjarðar og Elduvíkar gekk um Skarðið og eg kann minnast Sofus og Fredrik í Liðanum, Hans Hendrik úr Áarstovu og Annfinn úr Elduvík og Dánjal á Bakka úr Oyndarfirði ganga við posti. Í samband við postflutn­ ingin havi eg hoyrt, at ein maður frá danska postverkinum kom higar at ganga postrutuna úr Elduvík til Fuglafjarðar í sam­ band við áseting av løn til post­ berarar, segði Louis Houman, sum sjálvur eigur manga ferðina um Skarðið, tá íð hann gekk í Hoydølum í sekstiárunum, áðrenn vegurin kom til Oyndar­ fjarðar. Einaferð var veðrið so tøssut, at hann mátti læna undirklæðir frá Sofus bilstjóra, tá íð hann kom til Fuglafjarðar. Dalabøndur ­ Ein ferð, íð hevur fest seg í minnið var tá íð fleiri oyndfirð­ ingar løgdu leiðina um Skarði til Fuglafjarðar at hyggja eftir sjón­ leiki. Hetta var á fyrsta sinni, at eg var til sjónleikaframførslu, og eg var 12 ára gamal. Eg gjørdist so hugtikin, at eg minnist fleiri brot enn, sjónleikurin nevndist Hjá Dalabóndum. Vit nærkast Skarðinum. Nú hoyrist røddin á Loua klárari, men enn eru vit so mikið langt burturi, at vit skilja ikki orðini. Vit vita í hvussu er, at vit eru alt ov sein. Eg tivi og onki sæst til møði á Rutt. Hon er løtt sum ein hara. Røðan er bygd á eina yrk­ ing, ið Louis hevur yrkt og sum hevur verið prentað í bløðunum. Seinasta ørindi ljóðar soleiðis: “Brádliga birtist søgumyndin skeggsíðir menn við útróðrarskríni neystahurðar upp á víðan vegg sterkar hendur um toll og stokk draga bátin eftir lunni á sjógv stinga frá – setast til árar nú ljóðar kingosálmurin eins dragandi og rennisjógvur hin almáttugi í rongini ­ Vit kunnu lata hugin reika, hugsa um tey mongu í tráddu hesa gøtu um Skarðið, kvinnur og menn, børn, summi borin í leypi, skeggsíðir menn í koti og knæbuksum, hetta ella húgvu á høvdi, knív við lið, í húðaskóm, vóru eitt við foldina, kunnigir við tað heimliga, alheimurin var teimum fjarur, í haganum vóru søgur um teir fornesku, bóðu hin almáttuga verða sær við lið á leiðini og signaðu seg mørgun og kvøld, tá ið toran og veðurljós gingu. ­ Hesar kvinnur og menn kundu eisini halda sær á gaman í dansitíðum, bátsgildum, neyta­ konugildum og vertskapi. Kærleikin og ástin trivust og tí standa vit her í dag. Prestur loypti ólag í Vit eru komin niðan á og hoyra Loua enda takka fjøldini fyri, at hon vildi lýða á. Tað var tað vit fingu við “live” av røðuni. Hann var so beinasamur at geva mær røðuna og tað er henni eg havi skrivað burtur úr í nátt. Sangur ljómaði í fjøllunum og Frits Johannesen, sum eru hálvur oyndfirðingur, treiv í ein kingusálma, og sang hann so vakurt við síni veldugu rødd, at turr eygu vættust. Her eru bara fuglfirðingar at síggja. Ikki ein tann einasti oyndfirðingur og so slett ongin hellumaður. Eru teir vorðnir púrasta ómentaðir handan Skarð, spyrji eg meg sjálvan. Oyndfirðingar eru kanska, men hellumenn eru umskiltir. Tað er prestur, Uni Næs, sum hevur loypt ólag í og sum hevur konkurerað við kunningarstovuna í Fuglafirði. Hann skuldi av landinum í summarfrí dagin eftir og tí hevur hann skundað eina gudstænastu í bønhúsinum á Hellunum, klokkan eitt, heilt uttanfyri vanliga kirkjutíð og tað var bert ein tíma áðrenn fólkafundurin á Skarðinum skuldi byrja, og alt hetta var gjørt fyri at fáa roknistykkið hjá presti at ganga upp í kallinum. Hellumenn eru umskiltir, tí teir kunnu ikki vera í tveimum støðum í senn og teir vilja hava gudstænastuna og tað breyð, sum Meistarin breyt, í tí nátt hann svikin varð. Nógv fólk var samankomið á 15. fólkafundinum á rað á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar. Petur Martin Rasmussen, leiðari á Kunningarstovuni skipar fyri