fríggjadagur 8. august 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 8. august 2008
fólkafundur
Orð og myndir:
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
“Tekur ónøgdin róðrið á lívs
leiðini, kann lívið skjótt gerast
ein píningur” Hesin setningur
rungaði í fjøllunum seinasta
sunnudag á fólkafundi uppi á
Skarði millum Fuglafjørð og
Oyndarfjørð, meðan eg sjálvur
stríddi meg niðan Kliv, sum er
fyrsta petti av bygdagøtuni
millum Hellurnar og Fugla
fjarðar, Hellumegin. Setningurin
telir 11 orð, knappur og sannur
og beinrakin.
Ov seinur á veg sum ikki
einaferð var eg, brúdleypið frá
náttini fyri í Róðrarneystinum á
Agjum, har brúðurin var úr
Hesti, og fittur partur av hestf
fólki var farin úr oynni, sat enn
fast í beinunum. Eg var spentur
upp á hendan fólkafundin, havi
luttikið í fleiri fyrr, og tað sum
gjørdi tað serliga spennandi
hesuferð var, at bygdamaður mín
og grannin Louis Houmann
skuldi halda røðuna. Hann er
longu byrjaður, nú vit eru komin
niðan fyrstu brøttu brekkuna, og
eg ergri meg, at eg ikki hoyri
hvat hann sigur.
Víða hvar um heim eru skørð,
har mannagøtur ganga um.
Rennir mær í huga Runsival og
Runsivalstríðið.
Tá var blóð í Runsivali,
sum vant á sævarfoð
vilstir vóru tólvjavningar
hvør mót øðrum stóð
So illa hevur ikki leikað á
hesum stað, tó Gulbrandur gamli
liggur grivin skamt her frá, fall
hann niðri á Hellunum, so
brandar hava gjelt her í námind
ini, segði Louis Houmann uppi á
Skarðinum, meðan vit stríddu
okkum niðan.
Vit knossa okkum niðan
Spreingisbrekku, sum er tiltikin
tung, og fleiri fólk eru ávegis.
Tað eru fremmandafólk. Beint
niðanfyri okkum í brúnni, har
Klivin endar, stendur ein telefon
peli so einsamallur eftir.
Telefonpelarnir vóru tiknir niður
fyrst í sjeyti árunum, teir fylgdu
bygdagøtuni og farbróður mín
Petur Ejdesgaard av Marknagili í
Oyndarfirði var við til at takan
pelarnar niður. Hann syrgdi fyri,
at hesin eini pelin stóð eftir,
soleiðis at fólk altið kunnu finna
Klivina, tí bratt og lívshættisligt
er báðumegin hana. Onkur kem
ur av oyndfjarðarvegnum av
ovasta svinginum, har er lag
gongt, men drúgvari. Her eftir
gomlu bygdargøtuni eru eisini
fleiri fólk. Onkur er frammanfyri
okkum, og har niðri gongur Rutt
hjá Anskar, sum er 68 ára gomul,
búsitandi í Havn, men uppvaksin
á Hellunum. Tað er ein øgilig
kondi hon hevur. Hon er 18 ár
eldri enn eg, og skjótt styttist
millum okkum. Hon kemur sum
ein fjøður niðan móti okkum og
uppi á Skarði, langt frá okkum
hevur Louis Houman tosað seg
heitan. Tað hoyra vit einki til.
Og sæla barnaland
Louis røðar nú um barnaárini í
Oyndarfirð. Mær er fortalt, at
hann var rørdur, tá íð hesin
parturin av røðuni kom út í frísku
fjallaluftina upp í polarvøkstri
num millum hæddir:
Sum smádreingir vóru vit
sjálvir noyddir at evna flestu
leikur, íð við nýttu og vit vóru
kreativir. Tráður, bátar og skip
vórðu evnað til, onkuntíð við
góðari leiðbeining frá Poul Mart
in, bátasmiði, sum var barnavinur
burturav.
Seiðamurtaveiða og ikki at
gloyma, tá íð sjósílini komu
niðan at gýta. Vit høvdu Stórá og
Laksá og uppi á Vatni, tað var
nakað serligt, tí her var so nógv
annað, fuglameingið, ryssan
Perla, hesturin Svávur. At sita á
rossabaki uttan saðil, bert faksið
at halda í, tað vóru dagar.”
Vit ganga fram við torvheiðu
num hjá Hellumonnum. Teir hava
altíð verið raskir, sum allir niður
setumenn. Niðursetumenn vóru
menn, sum tordu at bróta burtur
úr nýggjum og teir høvdu meira
drive og meira dirvi enn hinir
sum gingu eftir í tí gamla og
kenda. Søgan um føroysku niður
setubygdingar vísir hetta. Og
ofta hava fólk í gomlu plássunum
hug at tosa niður til niðursetu
fólkini, tí tey innast inni øvunda
hesum framfýsnu fólkum, sum
tora at fóta sær í óbygdum og
tora at líta á egnan mátt og megi.
Her standa toftirnar av fleiri
grothúsum við stórum steinum
langt upp í veggin. Sterkir vóru
teir. Rutt minnist lív her uppi, tá
ið hon var smágenta og fólk vóru
í torvi og tað er í dag ein full
komiliga farin tíð. Teir gomlu
heilsa okkum ósjónligir í niður
dotnum kráum og aftur í benið á
torvheiðunum, meðan vit streva
okkum niðan á Skarðið og Louis
Houmann er farin at samanbera
nýggju tíðina við, tá íð hann var
smádrongur.
Í dag er tað handilsvinnan, íð
stýrir barnaspælinum við leikum,
teldum og videospølum við
skotum og drápum, nú á døgum
skulu børn hoyra og síggja alt.
Máti skal vera við, hjá mær og
mínum javnlíkum sóu vit 34
Geytafilmar, áðrenn vit vóru
fyltir 14, nú eru fleiri filmar og
teldospøl um dagin, kanska eru
børnini í einum øðrum heimi um
dagarnar, segði Louis Houman
Louis Houmann røðir uppi á
Skarðinum og vit koma við
sveitta brot niðan í móti. Eru nú
sløttanum og vinda okkum niðan.
Síggja beint yvir á Sandrókina,
Fjallaprædikan
hjá Louis
Houmann
Louis Houmann úr Garðshorni í Oyndarfirði helt røðuna á
fólkafundinum.
30