fríggjadagur 8. august 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 8. august 2008
29
tíðindi
skulu ikki bestemma, hvat
ein blindur kann og ikki
kann.
Stjóri í egnari
fyritøku
Uni er sjálvstøðugt vinnurek
andi við egnari massasju
fyritøku, har hann arbeiðir
allan dagin – bæði úti á virkj
um og í klinikkini heima við
hús. Í fasta kundahópinum
finna
vit
trý
fiskavirki
umframt Taks, Ellisheimið í
Runavík,
Mjørkadal
og
fótbóltsfelagið
Víkingur.
Eina ferð um vikuna fara
hann og trúgvi fylgisveinurin,
labradorurin
Lotta,
einsamallir við bussinum til
Havnar, har hann masserar á
vakurleikastovuni Cosmeto
og á Blindastovninum. Tá
fara teir av uppi við SMS og
ganga sjálvir runt í Havnini.
Uni lærdi til massør, eftir at
hann hevði mist sjónina, og
hann greiðir frá, at hetta er
eitt sera vanligt yrki hjá
blindum.
Onkrastaðni í Asia er tað
soleiðis, at allir massørar eru
blindir, greiðir hann frá.
Rør og rennur
Umframt útbúgvingina sum
massørur, hevur hann eisini
tikið eina serliga telduútbúgv
ing, og undirvísir viðhvørt í
teldu á Blindastovninum.
Hann brúkar eitt serligt tali
forrit, sum eitur Jaws og er
ætlað blindum. Hetta ger, at
Uni eitt nú fær kannað
teldupost og fylgt við í
tíðindameldrinum,
serliga
innan ítrótt, sum hevur eitt
stórt pláss í hjartanum hjá
Una. Í hesum sambandi
fortelur hann um ta ferðina,
hann róði við áttamannafarin
um Heiðabátinum. Hetta var
so seint sum í 2000, og end
aðu teir við at vinna bronsu á
ólavsøku.
Ein annar á liðinum hevði
tá skipað soleiðis fyri, at eg
fekk eitt serligt steyp fyri
avrikið, fortelur hann glaður.
Hann og Emma ganga og
renna nógvar túrar saman, og
viðhvørt leigar familjan seg
inn í eina svimjihøll.
Tað er ikki lætt at vera
kropsliga virkin, tá man er
blindur. Har er so nógv, man
skal ansa eftir, og tí hava vit
lært okkum at renna saman
við einum elastikki millum
okkum, sigur Emma, sum
eisini er fegin um, at hava ein
virknan mann á heima
frontinum. Tí sambært Una
sjálvum er hann fyrst og
fremst familjumaður.
Um eg ætli mær at tøma
uppvaskimaskinuna, hevur
hann ofta longu verið har.
Eisini verða klæðini tikin av
snórinum, løgd saman og
uppá pláss. Og tað kemur
meiri enn so fyri, at gólvini
eru vaskað, tá ið eg komi
heim, forklárar Emma, sum
akkurát er byrjað á sjúkra
systraskúlanum í Havn.
Eg fari heimanífrá longu
klokkan 7 á morgni, áðrenn
hini eru uppi. Tí fer Uni upp
við børnunum og fær tey í
skúla hvønn dag, sigur
Emma. Hon greiðir eisini
frá, at Uni ikki er bangin fyri
at fáa nakrar snuddir av og á.
Tí sjálvandi smekkar hann
seg í viðhvørt. Um okkurt
stingur út í andlitshædd
hevur hann ongan kjans, tí
tað sær hundurin heldur ikki.
Men eisini hetta tekur Uni
við opnari pannu.
Hevur ikki
hæddarskrekk
Men tað, sum fekk okkum
norður í dag, var hendan
søgan um mannin, sum klív
ur uppi í stiganum, hóast
hann er blindur. Men hetta
er ikki fyrstu ferð Uni fæst
við handverk, tí hann hevur
altíð verið sera fittur í hond
unum. Hetta kom eitt nú til
sjóndar heima hjá foreldrun
um, har hann gjørdi eina
altan og legði nýtt gólv á.
Eisini hevur hann smíðað
skógvahillina í gongini og
sett nýggja úthurð í kjallar
an her heima.
Men hví velur ein blindur
maður at skifta klædningin
á húsinum sjálvur, í staðin
fyri at senda boð eftir hand
verkarum?
Tað komst einamest av,
at eg havi feriu og eri heima
– og so er tað sjálvandi eisi
ni nógv bíligari at gera tað
sjálvur. Eg havi góð amboð,
so sum tummastokkin her,
sum hevur punktskrift, og
eitt vaterpass, sum gevur
ljóð frá sær, sigur hann og
vísir okkum tummastokkin.
Eg havi góða føling við
tí, sum eg geri. Eg skal bara
halda meg til trinini á stiga
num og leggja hann niður,
tá eg eri liðugur, sigur hann.
Og Uni hevur sjálvandi ikki
hæddarskrekk.
Og eg kann halda fram
at arbeiða, eisini tá ið
myrkrið fellir á, sigur hann
og flennir.
Nógv fólk steðga á, tá tey
síggja hann uppi í stiganum.
Hann minnist ein dagin,
hann stóð har uppi undir
tekjuni. Tá hoyrir hann tveir
mans standa undir einum
húsaveggi og práta. Tá letur
í øðrum:
Noy eg voyt ikki. Nú
stendur hatta og mátar við
tummastokki og sær ikki
eitt petti.
gu Una
Uni arbeiðir fulla tíð sum massørur. Flestu kundarnir eru starvsfólk á virkjum og stovnum, sum
fáa regluliga vitjan av Una
- Eg havi góða føling við tí, sum eg geri. Eg skal bara halda meg til trinini á stiganum og fara hóvliga fram, sigur Uni. Pápi
hansara kannaði arbeiðið hjá soninum, og har var alt perfekt í vater og lodd. Tummastokkurin hevur punktskrift. Eisini
vaterpassið, sum gevur ljóð, er hent at hava, tá klædningurin skal skiftast
Uni og kona hansara
Emma og níggju ára
gamla Anna geva
kríatúrunum. Her Uni
við trúgva fylgisveininum
Lottu, sum er 13 ára
gomul nú