fríggjadagur 8. august 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 150 - 8. august 2008
At 39 ára gamli Uni
Rasmussen er blindur,
forðar honum ikki í
at liva eitt vanligt og
virkið lív. Seinastu tíð
ina hevur hann fingist
við at klæða sær hús
ini. Onnur skulu
ikki bestemma, hvat
ein blindur kann og
ikki kann, er hansara
motto.
Lagnan
Rigmor Dam
Myndir: Høgni Thomsen
Vanliga varnast vit valla
mannin í stiganum, tá ið
hann klæðir hús síni. Men tá
ið 39 ára gamli Uni Rasmus
sen stendur og balanserar í
toppinum á smala alumini
umsstiganum upp móti hvíta
húsavegginum í Norðragøtu,
tá eru mong, sum steðga á,
halda ondini og hugsa sítt. Tí
Uni sær ikki fram fyri seg –
hann er starblindur.
Trilvandi følir Uni seg
fram til hvørja einastu skrú
vu, sum hann tekur úr hvíta
plastklædninginum.
Eina
fyri og aðra eftir pilkar hann
gomlu pláturnar av, blakar
tær niður í tún og setir vakran
cognaclittan við upp í staðin.
Ein kaldur marsmorgun í
‘90 gjørdist lagnudagur han
sara. Uni og bróðurin vóru á
veg til Havnar, har hann gekk
í skúla, tá ein hvirla tók bilin.
Forrúturin fór í smildur og
mongu
glaspettini
vórðu
atvoldin til, at Uni, longu
sum 21 ára gamal, misti
sjónina fyri lívið. Men hóast
myrkrið fyri eina stund
tóktist vinna á ljósinum,
kundi onki taka lívsviljan frá
unga søldfirðinginum.
Fyri hálvum fjórða árum
síðani giftist hann inn til
Emmu í Norðragøtu, har
hann nú er partur av einari
familju við trimum skúla
børnum, 9, 12 og 13 ára gom
ul.
Eg tori næstan ikki at
hyggja at, tá ið hann klívur
upp í stigan og arbeiðir uppi
í hæddunum, sigur Emma
brosandi, nú Uni er farin at
klæða húsini av nýggjum.
Men sjálvandi er hon eisini
errin av manninum.
Trilvandi gjøgnum
dagin
Uni er minst líka virkin
sum ein vanligur 39 ára
gamal føroyingur. Hendur
nar eru rætt skrúvaðar á, og
við einari fortíð sum bil
mekanikari, teldusnillingur
og seinni eisini útlærdur
massørur ber næstan alt til.
Tað einasta, sum eg sak
ni, er at kunna ganga fjøllini
sum ein frælsur maður, sig
ur Uni, sum annars luttekur
í øllum arbeiði, inni sum
úti: fletting, at royta fugl,
hagreiða grind og at røkja
kríatúrini á trøðni norðanfy
ri í bygdini.
Tað løgnasta var at skula
læra at eta við knívi og gafli
av nýggjum. Hvussu kennist
eitt epli ella ein kjøtbiti at
prika í, og hvussu nógv vig
ar eitt passaligt petti á gafli
num? greiðir Uni frá, nú vit
sessast um hugnaliga køks
borðið, har Emma hevur
dekkað upp. Og meðan prát
ið gongur, verða vit førd
inn í ein heim, har hendur
og hundur, saman við hin
um sansunum, virka sum
eygu Una. Og nógv er, sum
vit síggjandi ikki hugsa um
í gerandisdegnum. Til døm
is brúkar ein blindur nógva
orku til at minnast, hvar alt
liggur.
Tað nyttar onki, um onk
ur bara tveitir okkurt frá
sær, til dømis eitt amboð
onkrastaðni í garasjuna. Eg
má hava greitt at vita, hvar
alt verður lagt, annars finni
eg tað ikki aftur, sigur Uni.
Treiskur og áhaldandi
Vit eru mong, sum kundu
lært nógv av Una, tí hann
sær heldur møguleikarnar
enn forðingarnar.
Tað, at eg eri blindur, skal
ikki forða mær í tí, sum eg
havi hug til. Tað er bara at
fara í gongd og at royna seg
fram. Tað er eisini ymiskt,
hvat síggjandi duga. Og eg
eri ikki bangin fyri, at tað
skal miseydnast. So royni eg
bara um aftur, og riggar tað
ikki, so má eg bara biðja um
hjálp, sigur hann og staðfestir
avgjørdur:
Eg plagi at siga, at onnur
Hendur og hundur eru ey
”
Tað, at eg eri
blindur, skal ikki
forða mær í tí,
sum eg havi hug
til. Eg royni meg
bara fram, og
miseydnast tað, so
biðið eg um hjálp,
sigur Uni