fríggjadagur 8. august 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 8. august 2008
35
Fløgan ”Døgg” hjá
kórinum Tarira er ein
áhugaverd debutútgáva
á sera høgum støði, ið
umboðar tað nýggjasta
og nakað av tí besta, ið
er skrivað av føroyskum
kórtónleiki
Ummæli
Leif Hansen,
tónleikafrøðingur
Eftir at hava virkað í eini seks ár
hevur kamarkórið Tarira nú givið
eina fløgu út. Talan er um
fløguna ”Døgg”, ið umfatar
norðurlendskan kórtónleik úr
hesi og farnu øld. Føroyski tón
leikurin fyllir sum vera man mest
við verkum efter Paula í
Sandagerði, Palla Hansen, Bjarna
Restorff, Kára Bæk, Unn
Patursson og kórleiðarunum
sjálvum, Sunleifi Rasmussen.
Millum tey bestu
Sigast skal beinanvegin, at vit
her hava eina fløgu, sum telist
millum tær bestu í føroyskum
høpi. Tónleikalistarliga er hon
sera áhugaverd, tí innihaldið er
umboðandi tað nýggjasta, ið er
skrivað av føroyskum
kórtónleiki. Konseptið ”Nýggjari
norðurlendskur kórtónleikur” er
nógv brúkt, og er tað eitt ótal av
norðurlendskum kórum, sum
leggja seg eftir at syngja júst
norðurlendskan kórlyrik. Tí eru
tey føroysku verkini tey mest
áhugaverdu á fløguni.
Tónleikurin á fløguni er til
tíðir sera krevjandi sangteknisk,
men mær tykir, at kórið í
høvðusheitum kemur væl frá
uppgávuni.
Kórið hevur eftir mínum tykki
ment seg nógv hesi seks árini og
er avgjørt ein umráðandi partur
av menningini av føroyskum
kórtónleiki sum heild. Kórið er
avgjørt samansett av bestu
sangararum í landinum, umframt
at kórleiðarin eisini má roknast
sum ein tann dugnaligasti her á
landi.
Ymsir klangmøguleikar
Samlað klingar kórið væl, men
samklangur væntar til tíðir í
einstøku stemmubólkunum.
Sopranbólkurin ber brá av ov
nógvum individuellum
eyðkennum, og til tíðir syngja
soprananir nóg so hart í mun til
restina av kórinum. Eitt dømi um
hetta er í verkinum hjá Holmboe
”Vem är du”, har sigast kann, at
soprananir ”yvirsyngja”.
Tenoranir hava til tíðir ein eitt
sindur spentan klang, og arbeitt
eigur at verið við at fáa lagt
klangin longur fram í munnin.
Eitt dømi um hetta er í byrjanini
í ”Mørkret taler til den
blommande busken”.
Hinvegin, so fáa vit høvi at
hoyra kórið í nógvum ymiskum
klangmøguleikum í ”Pater
Noster” hjá Bjarna Restorff.
Verkið er skrivað fyri dupultkór,
og hetta gevur rúm fyri einum
spinklari klangi hetta tí at kórið
verður deilt í tvey, og hetta haldi
eg, at kórið kemur sera væl frá.
Framførslan av verkinum
”Mørkret taler til den
blommande busken” hjá Palla
Hansen hevði verið betur, um
arbeitt hevði verið við at
einsrætta klangin, so at
kvinnunar og menninir í
veksilsanginum ikki høvdu
kappsungið, men sungið meira
saman.
Frálík debutútgáva
Kórið hevur ein máttmiklan
klang og ljóðar sera væl í teim
um stóru fortissimo støðunum.
Hetta ger seg eitt nú galdandi í
máttmikla verkinum hjá svenska
tónasmiðinum SvenDavid Sand
strøm ”En ny himmel och en ny
jord”. Tó at tað í støðum ikki er
heilt reint, so er hendan upptøkan
at rokna sum ein tann besta, eg
havi hoyrt, eitt føroyskt kór
sungið.
Ynskiligt hevði verið, um
kórið eisini dugdi at syngja
spakuligt og inniligt. Frálíki
sangurin ”Glitra” við tónleiki
eftir Unn Patursson er eitt dømi
um, at kórið simpelthen syngur
ov hart og ov mekaniskt, tí bæði
tónleikur og tekstur leggja upp til
ein inniligan og friðsaman sang.
Tá hettta er sagt, er tó eingin
ivi um, at hetta er ein fløga á sera
høgum støði og ein frálík
debutútgáva hjá besta kórinum í
Føroyum.
Debutútgáva á høgum støði
Hóast kórið syngur ov hart
og mekaniskt í løtum, telist
fløgan ”Døgg” hjá Tarira
millum tær bestu í føroyskum
høpi, heldur ummælarin
og tónleikafrøðingurin, Leif
Hansen