Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 150 - 8. august 2008 Working in a fish factory is more important than art... Ólavsøkuframsýningin 2008: Meira óruddilig enn kreativ? Ummæli Kinna Poulsen Ó lavsøkuframsýningin 2008 er ørkymlandi av fleiri orsøkum. Sum heild sýnist hon øgiliga fesjut og hóast hesin dámurin ivaleyst er tilætlaður til tess at vísa á gróðramikla og dynamiska skapan, er innihaldsligi saman­ hangurin alt ov trupul at fáa eyga á, og tá gerst óruddið meira óruddiligt, enn skapandi. Longu hugskotið aftan fyri ársins ólav­ søkuframsýning hevði, sum tað var lýst í teimum ymisku ólav­ søkubløðunum, ein heldur enn ikki desperatan dám. Tí sambært frágreiðingum skuldi ólavsøku­ framsýningin í ár ikki innihalda liðug verk, men skitsur. Og tað er líka mikið, hvussu so nógvar frágreiðingar og próvgrundir verða drignar fram, so broytir tað ikki ta sannroynd, at skitsur eru óáhugaverdar, er tað ikki ein sannur meistari sum til dømis Leonardo Da Vinci ella Rem­ brandt, ið hevur gjørt tær. At tora Tað góða við ársins ólavsøku­ framsýning er eitt sindur øvugt, at hon umframt eitt løgið bland av skitsum (arkitekturtekningar, bindimynstur, mótamyndir osfr.) inniheldur ikki so fá verk, ið, tó at tey eru hongd ófantaliga upp (við denti á kreativu skapanar­ prosessina), í grundini eru liðug verk. Til dømis tykjast stóru svart/hvítu fotomyndirnar í for­ høllini við skulpturellum lýsing­ um av kvinnum í klæðum hjá Barbaru í Gongini ógvuliga lidn­ ar. Tað sama er galdandi fyri ready­made installatiónina hjá Anniku av Lofti av tveimum stórum køliboksum, ið eru fyltar, ikki við vatnfløskum, men við smáu eskjunum, sum hon eisini brúkar í síni uppseting í Norður­ landahúsinum. Í nýggju installa­ tiónini í Listaskálanum er, sam­ bært myndaskránni, eitt tár í hvørjari eskju, og hóast bæði køliboksir og tár, eins og allar aðrar likamsveskur, eru sædd áður í myndlistini, er tað gott, at Annika av Lofti hevur dirvi til at staðfesta seg sjálva við verkum, ið eru stór í vavi. Heldur í fongsul enn á flakavirki Myndirnar hjá Unn Joensen eru, við einstøkum undantaki í eini frálíka løgnari pappírsmynd, ógvuliga óáhugaverd yvirmálað lørift, har skrivað er á við blokk­ bókstavum. Tað var tó á einum av hesum løriftum, at eg bar eyga við ensku orðingina, sum eg í ovfarakæti lænti til yvirskrift á hesi grein. Hugtakandi er ikki bert tað omnipresenta speiið hjá hesi ungu listakvinnuni (f.1974), men eisini hennara ósnobbuti og húðarleysi frásagnarháttur. Tað er jú soleiðis á ólavsøkuframsýning­ ini, at formidlingin, á sama hátt sum í fjør, er raðfest frammaliga, og tað er gott. Ein fín plakat er gjørd í sambandi við framsýning­ ina, har øll listafólkini verða presenterað, umframt frágreið­ ingar eru um framsýningina, sum ávikavist Listafelagið og tann eini kuratorurin, Kirsten Juste­ sen, hava skrivað. Hin kurator­ urin á framsýningini er Brynhild Næs Petersen. Aftrat hesum frágreiðingunum hevur hvørt listafólki fingið høvið til at skriva niður sínar hugsanir um myndlist ella um skitsugerð, og hetta er eyðsýniliga upplagt høvi til dustmiklar orðingar eins sjálvs­ hátíðarliga deymutar og lavendla­ posarnir, sum í góðu gomlu døg­ unum lógu í skuffum og skápum til tess at forða fyri modnaroyki. Sostatt eru nógvar av frágreið­ ingunum, ið eru knýttar at lista­ verkunum, um vælmeinandi, so heilt ótrúliga keðiligar og sjálv­ sagdar. Frágreiðing Unn Joen­ sens er øðrvísi saklig og stað­ festir stutt og greitt, at yvirmál­ aðu løriftini vísa hennara reak­ tión uppá eitt avslag frá einum listaskúla. Á onkrum av tí, sum er skrivað á hennara listarverk, hómast ein fitt og stuttlig roynd at sannføra seg sjálva um, at tað er meiningsfult og gott at starvast á flakavirki. Men royndin má sigast at miseydnast, tá hon at enda staðfestir, at hon heldur vil í fongsul enn á flakavirki. Tó, at tað als ikki er til at siga, hvørja leið innan listina Unn Joensen fer at velja, er hennara spei og Omanfyristandandi staðfesting var kanska tað, sum gjørdi, at tygara ummælari ikki í øðini yvir órudd og fjas, vendi útaftur av ársins Ólavsøkuframsýning, men í staðin dvaldist nóg leingi í Listaskálanum til kanska at hóma umhvarvið av einum nýggjum ungum ættarliði av føroyskum listafólkum