Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2008 37 sjálvspei djarvt og sera sjáldsamt í føroyskum listahøpi. Tí er tað at fegnast um, at hon nú er sloppin inn á Listaháskúla Íslands, har eisini Annika á Lofti gongur. Mutatión Halldis Olsen (f.1983) prógvar við sínum svarthvítu prentmynd­ um, at tað ber til at nýta meira vanliga og gamaldags tøkni og allíkavæl fáa góð verk burturúr. Aftur í hesum føri ørkymlar skitsutankin á framsýningini, tí prentskitsurinar hanga so ófanta­ liga við góðum avbrigdum mill­ um vánalig, sum órógva. Betri hevði verið, um listakvinnan hevði valt fimm tær bestu burtur­ úr og hongt tær í glas og rammu, so at tær komu til sín rætt. Mynd­ evnið er eitt sindur løgið og stav­ ar frá einum surrealistiskum dreymi hjá listakvinnuni um muterað neyt, sum hevur givið henni myndaligan íblástur. Í dramatisku myndunum á ólav­ søkuframsýningini hevur lista­ kvinnan spælt sær við løgnum samansetingum sum t.d. at seta eitt júgur á eitt træ. Hóast hug­ leiðingar um mutatión hava eitthvørt moderna yvir sær, leiður stílurin tankarnar aftur í tíðina til romantikk og symbol­ ismu við einum ávísum mynda­ málsligum skyldskapi við Will­ iam Blake (1757­1827), Fran­ cisco de Goya (1746­1828) og Odilon Redon (1840­1916). Huglagið í myndunum er dapurt, uppøst og mystiskt á sama hátt, sum verkini hjá teimum trimum nevndu úrmælingunum vóru tað. Men Halldis Olsen tykist allíka­ væl lutfalsliga sjálvstøðug til dømis í teirri frálíku monument­ alu lýsingini av eini kúgv, sum er naturalistiskt endurgivin, sæð burtur frá júgrinum, sum situr skeivt, og sum harvið deformerar djórið. Innan ta yngru føroysku myndlistina hava vit sæð alt ov mikið av surrealistiskum djórum og menniskjum í lýsingum, sum minna eitt sindur um tær hjá danska málaranum Michael Kvium (f.1955), tó at tær verri enn so eru so væl úr hondum greiddar, sum myndir Kviums. Í mun til teir ungu Kvium­hermar­ arnar eru myndirnar hjá Halldis Olsen tíbetur bæði betri teknaðar, eins og tær tykjast innihaldsliga búnari og fleirtýðugari. Broderað blóð Einki er nevnt nakrastaðni um, at øll tey framsýnandi á ólavsøku­ framsýningini eru kvinnur, so henda óhepna støðan er kanska íkomin av tilvild, kanska av neyð. Tað tykist heldur ikki, sum um framsýningin inniheldur nakran feministiskan boðskap, um ein ikki fordómsfult skal peika á bindimynstur, kjólar og krukkur, sum verandi serliga kvinnuligt. Tað einasta verkið, sum á tílíkan hátt tykist tilvitað um sítt signalivirði, er Marianna Bjørgheim (1983), sum hevur eina uppseting av pappírsmynd­ um og broderaðum myndum, sum eisini kundu virka í eini rúmligari installatión, har til dømis fotograferaða uppsetingin av einum turskistativi við perl­ aðum lundum hevði riggað væl í rúminum. Tematiska samanset­ ingin av ektaðum og kunstigum, av náttúru og mentan, er gjøgn­ umgangandi við eitt nú estetiser­ aðu myndunum av grindahvali­ num, ið er staðsettur í einum interiøri og við ómaksfult bro­ deraðu blóðblettunum. Heldur ikki í hesum verkinum er lætt at síggja, at tað snýr seg um skitsur, sæð burtur frá teirri óryggiligu upphangingi. Ein vakrari upp­ hanging av innrammaðum myndum hevði hóskað betur formliga og innihaldsliga. Ólavsøkuframsýningin í kreppu Ein vinsælur ummælari kann, hvussu gott lagið enn er, ikki káva út yvir, at ólavsøkufram­ sýningin á sínum seksti ára føðingardegi er í kreppu. Henda framsýningin er søguliga sæð tann týdningarmesta føroyska listaframsýningin, og tað er hon, av tí hon er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, sum av somu orsøk hevur fingið ómetaliga stóran ans millum fólk. Sum tann best vitjaða listaframsýningin, ið eisini síðan byrjanina næstan á hvørjum ári er vorðin ummæld, hevur hon havt risastóra ávirkan á myndlistarligu menningina her á landi. Eisini er ólavsøkufram­ sýningin staðið, har týðandi lista­ fólk so sum Ingálvur av Reyni, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen og brøður hans, Marius Olsen og Hans Pauli Olsen, ­ ja staðið, har at kalla øll tey góðu føroysku listafólkini eru komin fram í almenningin á fyrsta sinni. Fyri júst fimmti árum síðani varð eitt av meistaraverkum Steffan Danielsens; Kirkjan í Nólsoy framsýnd á fyrsta sinni á Ólavsøkuframsýningini, sum í dag bert er sum ein viðfáningur, ein skuggi av sær sjálvari. Hetta sæst eisini á tí øgiligu minkingini á áskoðaratalinum, ið fyri fáum árum síðani lá væl oman fyri túsund bæði ólavsøkuaftan­ og dag, meðan talið í ár lá um fýra­ hundrað. Hóast siðvenjur broyt­ ast eigur ólavsøkuframsýningin ikki at fara fyri skeyti, tí hon er tann framsýningin, ið eigur at tryggja øllum føroyingum høvið til at uppliva myndlist av høgari góðsku eina ferð um ári. Tó, lættari er at finnast at, enn at finna loysnir. Eg veit ikki, hvat eigur at vera gjørt. Trupulleikin er íkomin av listastríðnum og ónøgd við leiðaran á Listasavninum. Kanska kundi man, tað lutfalsliga stutta tíðarskeið, sitandi stjóri (eftir egnari útsøgn her í Sosiali­ num) verður sitandi í stjórasessi­ num, í staðin latið Heystfram­ sýningina upp á ólavsøku. Á henda hátt kundi listaáhugin millum ólavsøkugestirnar verið varðveiddur, til nýggj leiðsla tekur við á Listasavninum. Men hetta hendir helst bert, sum tikið verður til: In my dreams... Arkitekturtekningar og model borga saman við bindimynstrum og mótamyndum fyri eini øðrvísi framsýning Unn Joensen stígur við sínum fratøru myndum úr heildini Deformerað djór í áhugaverdu tulking Halldis Olsens Myndaheimur Halldis Olsens er hugtakandi í sínum gátuføri á la William Blake Perlaðir lundar á snóratræi Estetiseraður grindahvalur Ólavsøkuframsýningin er at síggja á Listasavni Føroya í Gundadali fram til 17. august