Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 150 - 8. august 2008 ] Jákup á Borg fær sín fyrsta dyst frá byrjan, tá B36 skal spæla ímóti einum nógv skerdum HB-liðið UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Stórdystur verður í Gunda­ dali sunnudagin. B36 og HB hittast í grannauppgerð. Liðini hava fyri vana at kappast um fremsta sessin í deildini, annaðhvørt sína­ millum ella við annað lið. Sum vant liggja liðini í ár sera jøvn – B36, á øðrum plássi, er eitt stig framm­ anfyri HB á fjórða plássi. Liðini hava ávíkavist 27 og 26 stig. EB/Streymur er fremst við 35 stigum! Sama lið, størri vónir B36 yvirhálaði HB seinasta umfar. Tað gjørdu teir við at vinna 0­1 á B71. Í hesum dysti byrjaði Jákup á Borg á beinkinum, men kom á vøllin í seinna hálvleiki. – Sunnudagin verður Jákup helst inni frá byrjan, váttar Heðin Askham, venjari hjá B36, tá vit spyrja, um landsliðsleikarin byrjar inni. Líkt er til, at hetta verður ein av heilt fáu broyt­ ingunum á liðnum hjá B36. Somu menn sum seinast sita í øllum førum uttanfyri. Hesir eru Súni Olsen og Herbert í Lon Jacobsen. Harnæst er far Ingi Højsted framvegis ikki spælt ein heilan dyst. Um hann so byrjar inni og verður tikin út, ella byrjar á beinkinum og verður settur inn, eins og teir báðar síðstu dystirnar, er eitt val Heðin Askham má taka áðrenn sunnudagin kl. 14.15, tá dómaraseðilin skal vera útfyltur. Hóast at týdningarmiklir leikarar sita uttanfyri, er B36­venjarin bjartskygdur. – Í løtuni eru vit væl fyri. Vit hava verið eitt sindur skeptisk, men leikararnir eru langt frá niðurslitnir, hóast vit at kalla ongan summarsteðg hava havt, sigur Heðin Askham, sum kortini ikki vil góðtaka, at hansara menn eru favorittar. – Í veruleikanum er Jákup á Borg einasti leik­ arin, sum er komin aftrat. Súni Olsen fær so ikki spælt sum er, og Herbert í Lon Jacobsen er skaddur, so liðið er at kalla tað sama sum tað alla tíðina hevur verið, men vónirnar eru bara blivnar størri, vísir Heðin Askham á. Skaðar og leikbann Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, letur illa at, tá spurt verður til støðuna í HB­leg­ uni. – Poul Thomas Dam fór skaddur av vøllinum seinast. Johan Ejvind Mouritsen royndi at venja í gjár, men tað gekk illa. Fróði Benjaminsen er langtíðarskaddur og Kári Nielsen hevur leikbann, ramsar Rúni Nolsøe upp. Hann vónar tó, at onkrir av hesum leikarum kunnu blíva tøkir. Fróði Benja­ minsen og Kári Nielsen eru tó heilt víst úti, men HB­ venjarin vónar, at Johan Ejvind Mouritisen og Poul Thomans Dam koma fyri seg, hóast hann ikki er serliga bjartskygdur hesum viðvíkjandi. – So B36 er stórfavorittur til henda dystin, slær Rúni Nolsøe fast. Hóast hetta og vánaligu manningarstøð­ una, fer HB inn eftir øllum stigunum. – HB fer ongan­ tíð inn eftir einum javnleiki, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá HB. B36 - HB: Jákup á Borg byrjar inni móti HB ÍF ynskir at økja um fjarstøðuna til KÍ og ÍF, meðan ÍF vil økja um fjarstøðuna til botnin og fáa ÍF aftur UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Ársins uppflytarar hittast mánakvøldið. Merkisvert er, at báðir liggja omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tað ynskja liðini framhaldandi at gera, og tískil verður talan um serstakliga spennandi dyst, sum verður mánakvøldið. Høgni Madsen við Heimamenninir í Fuglafirði er ógvuliga væl fyri mann­ ingarliga. Høgni Madsen á miðvøllinum er við aftur, eftir at hann sat leikbann av sær seinasta umfar. Eisini væntast Sasa Jovanovic klárur aftur. Hann kom frá TB síðsta kappingarár, men hevur verið nógv skaddur higartil. – Vit hava heimavøll og ímóti B68 skulu vit sjálv­ andi hava trý stig, soleiðis at vit varðveita fjarstøðuna niður til hini liðini, sigur Helgi L. Petersen hjá ÍF. Badara tøkur aftur Á Toftum sita tveir mans uttanfyri. Tað hava teir gjørt stóran part av árinum. Hesir eru Jóhan Petur Poulsen, sum ikki kemur at spæla fót­ bólt aftur í ár. Hin er Land­ ing, sum er sterkur verju­ leikari frá Senegal. Hann væntast tøkur í september. Ein triðji leikari, sum ikki var tøkur síðsta dyst, var Badara. Hesin var leikbannaður men er nú klárur at spæla aftur. Bill Mc Leod Jacobsen, venjari hjá B68, er ivaleysur, tá hann verður spurdur um, hvat teir ætla við dystinum. – Vit skulu hava trý stig. Vit steðgaðu sigursgongdini hjá ÍF og vunnu 3­1 í Fuglafirði seinast, og tað fara at gera aftur nú, sigur avgjørdi venjarin hjá B68. ÍF – B68: Vilja økja um fjarstøðuna Nýggjur landsliðsbúni Puma, sum framleiðir leikbúnarnar hjá føroysku landsliðunum, hevur fyri at framleiða nýggjar búnar til hvørja undankapping, sum byrjar. Næsta mánað verður farið undir HM­undankappingina, og aftur hesaferð er ein serligur búni snigivin. Hesin varð vístur fram á tíðindafundi í FSF­húsinum í gjár, tá hópurin, sum skal til Portugal í næstum, varð úttikin. Troyggjan er ikki ólík henni, vit hava sæð seinnu árini. Onkrar smáar broytingar eru tó, millum annað er rond­ in á aðrari ermuni reyð og hin blá. Annars er heimavallartroyggjan hvít sum vant, og útivallartroyggjan blá. Útivallartroyggjan hevur reyða og hvíta rond. Bartal Eliasen á landsliðið 31 ára gamli Bartal Eliasen skal loysa Fróða Benjaminsen av í venjingardystinum móti Portugal tann 20. august. Hetta boðaði FSF frá fyrrapartin í dag. Fuglfirðingurin hevur áður verið á landsliðnum, og er hann skrásettur fyri fýra A­landsdystir. Seinast hann spældi fyri Føroyar var í 2002. Nú seks ár seinni skal sterki verjuleikarin hjá ÍF aftur tørna til. Tað skal hann, tí Fróði Benjaminsen í gjár boðaði frá, at hann hevði fingið eitt lítið beinbrot, sum heldur honum uttanfyri í nakrar vikur. Sunnudagin verður Jákup helst inni frá byrjan, váttar Heðin Askham, venjari hjá B36