Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2008 39 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur LANDSLIÐIÐ Uni Holm Johannesen og Rólant Waag Dam Truplu arbeiðsumstøðurnar hjá Jógvani Martini Olsen vórðu enn einaferð staðfestar, tá landsliðið hesaferð varð úttikið. Áðrenn landsliðsvenjarin yvirhøvur hevði úttikið hópin var greitt, at hvørki Súni Olsen ella Jón Rói Jacobsen vóru tøkir. Tann fyrri var og er framvegis skaddur, men tann seinni ikki setti seg føran fyri at spæla hesaferð, tí hann júst hevur skift felag og er upptikin av lestri. Tá so Jógvan Martin Olsen hevði sett navn á teir leikarar, hann so ynskti at hava við til Portugal, komu tvey avboð aftrat. Fyrst boðaði vinstri vongverjin Einar Hansen frá, at hann hevði fingið eitt lítið bein­ brot. Síðani kom miðverjin Fróði Benjaminsen við somu boðum. Fýra mans, sum allir heilt víst høvdu byrjað inni á á Municipal Stadium í Aveiro í Portugal mikudagin 20. august. Leif ella Christian Høgni Av hesum fýra, eru tríggir ógvuliga royndir í lands­ liðshøpi. Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen og Fróði Ben­ jaminsen eru allir lyklaleik­ arar hjá Jógvani Martini Olsen. Teir báðir síðst nevndu skuldu og skulu ætl­ andi manna miðverjuna á føroyska landsliðnum. So­ leiðis verður ikki móti Portu­ gal. Hvørjir vera teir so? Johan Troest Davidsen byrjaði inni í venjingar­ dystinum móti Estlandi. Jógvan Martin Olsen hevur stórt álit á unga miðverj­ anum úr Runavík, og tískil skal roknast við, at hesin helst verður við frá byrjan í miðverjuni. Undir hansara lið tykist mest sannlíka boðið at vera Egil á Bø. 34 ára gamli miðverjin úr EB/ Streymi er ongantíð áður útttikin til landsliðið, men Jógvan Martin Olsen gjørdi á tíðindafundinum í gjár greitt, at Egil á Bø hevur verið millum sterkastu og støðugastu verjuleikararnar í landinum seinnu árini. Og tá einki annað upplagt boð til miðverjuna er, má tað metast at vera ógvuliga sannlíkt, at Egil byrjar inni. Sjálvandi kundi Bartal Eliasen byrjað inni, men tá hesin ikki var við í upprunahópinum, men kom við upp á avboð hjá Fróða Benjaminsen, má hann metast at standa aftanfyri Egil á Bø í røðini til miðverjasessin undir liðini á Johan Troest Davidsen. Er ivamál um teir báðar miðverjusessirnar, so er lítil ivi um, at tað verður Jónas Þór Næs byrjar á høgra bakki. Hann spældi allan dystin á tamb móti Estlandi á hesum plássinum, og tá eingin annar natúrligur høgri bakkur er í hópinum, fær tað illa verið nakar annar, ið tekur henda kjansin. Á vinstra bakki skuldi Einar Hansen verið. Tað verður hann ikki, og tískil skal eisini nýggjur maður finnast har. Einasti veruligi vinstri vongverjin í hópin­ um, er Leif Niclasen, sum spældi var áleypari í triðbestu deildini í fjør. Leif Niclasen hevur tó víst stórar dygdir á plássinum, og hevur kanska verið besti og mest støðugi vinstri bakk­ urin í ár. Men at tveita hann beint í eldin móti heimstjørnunum úr Portugal, er ógvuliga djarvt. Spurningurin er bara, hvørjar aðrar møgu­ leikar Jógvan Martin Olsen hevur. Atli Danielsen hevur áður verið vongverji á landsliðnum, men verður hann settur á vinstra bakk, vantar fólk á miðvøllinum, og tískil verður tað helst Leif Niclasen, ið skal røkja tí uppgávuna. Ein annar triðji møguleiki til vinstra bakkin, er Christ­ ian Høgni Jacobsen. Har hevur Christian Høgni spælt fleiri ferðir í landsliðshøpi, men tað er við at vera nøkur ár síðani. Sum støðan er í løtuni er tað tó ikki óhugsandi, at Jógvan Martin Olsen setir hann har. Miðvøllurin vekk Eisini nýggjur sentralur miðvøllur skal mannast. Tem Hansen og Súni Olsen byrjaðu inni í venjingar­ dystinum móti Estlandi, men eru ikki við móti Portugal. Tem er ikki úttikin og Súni er skaddur. Teir, ið kunnu manna sentrala miðvøllin eru Atli Danielsen, Mikkjal Thomas­ sen, Høgni Madsen og Bárður Olsen. Teir báðir fyrstu eru royndir og hava gjørt tað gott á landsliðnum. Tískil koma teir helst eisini at byrja inni, meðan Høgni Madsen og Bárður Olsen helst mugu taka til takkar við at koma inn frá beinkinum. Í borðunum báðum er óbroytt. Jákup á Borg og Símun Samuelsen vóru har seinast, og vera tað eisini hesaferð. Tað sama er galdandi í álopinum, har Rógvi Jacobsen og Christian Lamhauge Holst ivaleyst fara at spæla. Vinnaraviljin Í samrøðu við Sosialin herfyri eftirlýsti land­ sliðsvenjarin vinnaravilja á landsliðnum. Við úttøkuni av Egil á Bø, Andreas Lava Olsen, Bartal Eliasen, Høgna Madsen og Bárði Olsen, hevur Jógvan Martin Olsen fingið nakrar vinnaratypur. So er bara eftir at vóna, at hetta smittar av á úrslitið! Óroynt landslið móti heimsstjørnum liðið Øssur Hansen (B68) René Tórgarð (EB/Streymur) Marni Djurhuus (EB/Streymur) Jónas Þór Næs (NSÍ) Róaldur Jacobsen (B36) Bárður Olsen (EB/Streymur) Bogi Løkin (NSÍ) Andreas Lava Olsen (Víkingur) Bogi Gregersen (Skála) Arnbjørn Hansen (EB/Streymur) Jóhan Dávur Højgaard (B68) Líkt er til, at Egil á Bø fær sín fyrsta landsdyst sum 34 ára gamal Líkt er til, at teir fýra í verjuni, sum skulu ansa Deco, Nani og Nuno Gomes einans hava tilsamans fimm landsdystir á baki