fríggjadagur 3. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 147 - 3. august 2001
Nr. 147 - 3. august 2001
11
Hóast fólkatalið á
pappírinum veksur
úti í Mykinesi, er tað
ikki nógv, sum røkist
fyri, at bygdini skal
verða lív lagað.
Politikarnir hava
svikið, og tað verður
torført at fáa fólk at
flyta út sum nú er,
sigur borgarstjórin.
Hon hevur tó ikki
mist mótið.
ÚTOYGGJ
Heri á Rógvi
Myndir: Bárður Eklund
Johansen
Í Mykinesi er gott at vera.
Uttan at taka nakað frá
nøkrum, so má Mykines
vera at meta sum ein óføra
vøkur og serstak oyggj.
Dýrgripirnir, sum náttúran
hevur ognað oynni, eru í
allar mátar nakað, sum vit
føroyingar eins og onnur
síggja sum nakað serstakt.
Náttúruna eiga tey altso
góða úti í Mykinesi, men
tað er eisini ein annar part-
ur av Mykinesi.
Oyggin er eisini karmur
um eina bygd, og er eitt
lítið útoyggja samfelag er
úti í Mykinesi. Einans
tíggju fólk eru fastbúgv-
andi alt árið runt úti í Myki-
nesi, hóast tað á yvirlitinum
standa fleiri enn tjúgu
nøvn. Fólkatalið í oynni er
um summarið ikki lítið,
men tá veturin stundar til,
hvørva fólk aftur úr Myki-
nesi, og eftir standa nógvu
tómu húsini.
Í útoyggjaálitinum, sum
var givið út fyri kortum,
stendur at lesa, at tilflyting
er neyðug. Borgarstjórin í
Mykinesi sær tó nógvar
forðingar fyri, at hetta kann
henda. Sosialurin var ein
túr og vitjaði í Mykinesi.
Góða útbúgving
Millum gomlu lonirnar í
Mykinesi stenda eini so at
siga spildurnýggj hús. Tað
er í hesum húsum, at borg-
arstjórin, Katrina Johanne-
sen, saman við manni
sínum, Esbern í Eyðans-
stovu, búgva. Tey eiga nú
tvey børn. Fyri kortum
settu
tey
fastbúgvandi
mykinesmann nummar 10 í
verðina. Tað fekk eisini
nógva umrøðu, tá tey valdu
at seta fót undir egið borð í
Mykinesi. Orsøkin, at tey
valdu at byggja nýggj hús,
var einføld: tey kundu ikki
keypa nakað av hinum
húsunum í Mykinesi.
Sjálv er Katrina fødd og
uppvaksin
í
Mykinesi.
Hennara lívsleið hevur tó
leitt hana fram við øðrum
støðum eisini.
Eftir at hava gingið í
skúla bæði í Vágum og í
Havn, so leitaði hon sær til
ein
annan
høvuðsstað:
enska høvuðsstaðin, Lond-
on. Her fekk hon sær
útbúgving innan búskap,
t.e. ein sokallaðan “bache-
lor of science” í búskapi frá
lærdum háskúla har. Tað
kann tí sigast, at Mykines-
menn hava ein av best
útbúgnu borgarstjórunum í
Føroyum.
- Eg gjørdist troytt av
stórbýnum, sigur Katrina
Johannesen.
Tað er eisini rættiliga
langt úr Mykinesi til enska
høvuðsstaðin. Katrina sigur
seg ikki ivast í, at hetta var
rætta valið, og maðurin var
heldur ikki nakar trupul-
leiki at fáa við sær. Maður
hennara er úr Sandavági,
men býr altso nú í Myki-
nesi. Tað var í 1997, at tey
bæði saman við lítla sonin-
um settu búgv í vestastu
oynni í Føroyum.
Síðani hava tey sett ein
mykinesmann
afturat
í
verðina, men tað er ikki
komin nøkur barnafamilja
vestur í Mykines síðani.
Maður Katrinu arbeiðir hjá
SEV og Strandferðsluni,
umframt at tey hava eitt
gistingarhús í bygdini, sum
Katrina rekur. Seinasta
verkætlanin hjá teimum er
at ala dunnur, sum nú eru
einar 500 í tali.
Álitið
Fyrr í ár kom “Útoyggja-
álitið” út í bók. Hetta rætti-
liga drúgva álit greiður frá
støðuni hjá teimum ymsu
Katrina Johannesen, borgarstjóri í Mykinesi:
– Útoyggjaálitið hevur ikki
givið úrslit
Katrina Johannesen hevur ikki mist mótið, men hon ásannar, at tað skal politiskur vilji til, um nakrari bygd skal verða lív lagað í Mykinesi
- Vit hava roynt at fingið fleiri
verkætlanir í gongd, men alt strandar
hjá myndugleikunum, og einki úrslit
spyrst burturúr, sigur Kartrina.
útoyggjunum í Føroyum.
Eisini Mykines fær umrøðu
í álitum, og útlitini eru eftir
álitinum at døma ikki
serliga góð. Tilflyting skal
til, um bygdin skal kunna
yvirliva sum búpláss alt
árið runt, og tað er eisini
hetta sum Katrina ynskir.
Hon sannar eisini, at hetta
er alneyðugt, men má sam-
stundis viðganga, at tað
ikki sær ljóst út hvat hesum
viðvíkur.
Sjálv var Katrina við í ar-
beiðinum at gera útoyggja-
álitið, og hon heldur eisini,
at arbeiðið er væl úr hond-
um greitt. Tað var Olga
Biskopstø, sum stóð á odda
fyri arbeiðinum við út-
oyggjaálitinum. Eisini er
komið eitt sokallað “økis-
menningarálit”, sum meira
viðgerð vinnumøguleikar
fyri allar partar av Før-
oyum, sum liggja uttanfyri
høvuðsstaðin.
Katrina ynskir ikki at
kritisera
arbeiðið
hjá
nevndini, sum gjørdi álitið,
men heldur er tað viðgerðin
aftaná, ið ikki er follin í
góða jørð hjá borgar-
stjóranum í Mykinesi.
Sigast skal í hesum sam-
bandinum,
at
tað
eru
ymiskir glottar at hóma.
Gásadalur tykist eitt nú at
vera nærri einum bergholi.
-Tað verður nógv tosað
um áltið, tá ið tað kemur út,
men síðani hendir so at siga
einki, sigur Katrina.
- Nógv góð orð verða
søgd, men tað gongur ong-
an veg allíkavæl, sigur
Katrina.
Tann
aldudalur,
sum
Mykines, eins og aðrar
útoyggjar, fer ígjøgnum,
kann bygdin ikki líka lætt
tola við tíðini, heldur
Katrina. Áhugin fyri út-
oyggjunum er stórur til
tíðir, men tá tað kemur til at
gera nakað munagott, so
hendir ikki nógv, sigur
Katrina.
Eitt tílíkt álit sum hetta
birtir jú nakrar vónir, og tá
hesar so ikki vera til nakað,
so kennast oftani sera
harmiligt og lætt er at
missa mótið, sigur Katrina.
Hon vil tó fegin undir-
strika, at hon framvegis
hevur mót til at halda áfram
við at halda lív í Mykinesi.
-Tú kanst gott siga, at tað
er kærleikin til oynna, sum
ávirkar meg til at gera
hetta, sigur Katrin, tá spurt
verður um orsøkina til
nógva stríðið frá hennara
síðu.
Politikarnir
Eftir at útoyggjaálitið var
liðugt gjørt, so var málið,
sum so mangt annað, latið
politikarunum at viðgera.
Stór orð vórðu eisini søgd
frammanundan viðgerðini,
men úrslitið var, sambært
Katrinu, als ikki nøktandi
- Eg gjørdist nakað so
skuffa av politisku viðgerð-
ini av málinum, og eg
meini ikki, at politikarnir á
nakran hátt gjørdu nóg gott
arbeiði, sigur Katrina.
Hennara ónøgd fevnir
eisini um hennara “egnu”
løgtingsmenn úr Vágum.
Greitt er, at tað liggja
nógv áhugamál runt í
landinum, tá tað snýr seg
um útoyggjar. Hvussu er og
ikki so var úrslitið, sam-
bært Katrinu, av viðgerðini
í løgtinginum als ikki
nøktandi.
- Tað sær svart út, tá
politikarnir ikki gera nakað
fyri okkum, sigur Katrina.
Misnøgdin við myndug-
leikarnir fevnir tó um
meira, enn bert viðgerðina í
løgtinginum. Eftir hvat vit
skilja á lagnum, so er stórur
og svárur saknur á politisk-
um vælvilja í Mykinesi.
- Vit hava roynt at fingið
fleiri verkætlanir í gongd,
men
alt
strandar
hjá
myndugleikunum, og einki
úrslit spyrst burturúr, sigur
Kartrina.
Tað er næstan líkamikið,
hvat tey royna, tí tað verður
at kalla alt kolldømt av
myndugleikunum, heldur
Katrina.
Sjálv valdi Katrina eisini
at stilla upp til seinasta
kommunuval, og tað eydn-
aðist eisini henni at gerast
borgjarstjóri. Hetta starv
hevur hon røkt síðani árs-
byrjan, og tað liggur eitt
stórt arbeiðið fyri framm-
an. Hon helt ikki, at tað
varð gjørt eitt nóg muna-
gott arbeiðið, so valdi at
gera eitt legg í tann polit-
iska heimin, og harvið enn
eitt lógvatak fyri oynna.
Skapa vinnu
Tilflyting er alneyðug, og
skal talan verða um tilflyt-
ing, so má arbeiðið til,
sigur Katrina.
- Vit mugu skapa fleiri
arbeiðspláss í oynni, sigur
Katrina.
- Sjálvandi skulu vit hava
vinnuligt jarðbrúk í Myki-
nesi, men hetta verður
ivaleyst ikki nóg mikið,
sigur Katrina.
Sjálv eru tey fara undir
nøkur átøk sum eitt dunnu
alingin og innan ferðavinn-
una.
- Ferðafólkið leggur for
lítið eftir seg, og vit mugu
fáa meira burturúr.
Mykines verður óføra
væl vitjað um summarið,
og tað trýtur heldur ikki við
føroyskum
ferðafólki.
Nógv tóm hús standa í
bygdini, og hesi verða fyri
tað
nógva
vitjaði
um
summarið.
Næsta ár er valár, og tað
lættliga hugsast, at føgru
orðini aftur fara at regna
útyvir útoyggjafólkið í
Mykinesi.
Ein
verulig
loysn letur tó ikki leingi
bíða eftri sær.
Katrina sigur, at tað sær
svart út sum nú er, men tey
ætla at halda fram, men hon
ásannar, at tað verður
trupult hjá nýggjum familj-
um at seta búgv, tá einki
hús eru at fáa í bygdini.
Hvussu verður og ikki
við Mykinesi, stendur tað
fast, at tað eru nøkur, sum
vilja taka lógvatøk fyri at
tryggja framhaldandi bú-
seting í Mykinesi. Spurn-
ingurin verður bert, um
poltikarnir og lokalu kreft-
irnar finna saman um eina
framtíð fyri bygdina ella
ikki.
Lesið eisini frásagnir úr Mykinesi
í blaðnum í morgin
Mykines er framúr vøkur bygd, og nú er eisini ein barnafamilja fastbúgvandi. Katrina og
maður hennara taka í felag lógvatøk fyri at bygdin eisini skal vera til í framtíðini
– Eg gjørdist troytt av stórbýnum, sigur
Katrina Johannesen.
C
M
Y
K
11
10