Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 • fríggjadagur • 3. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Í Hull eru teir seks miðvallarar, sum stríðast um tvey pláss, men føroyski landsliðsmaðurin hevur avgjørt ikki mist mótið YRKISFÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Annan leygardag verður sjøtul settur á eitt nýtt kappingarár í Onglandi. Nógvir føroyingar fylgja við í eingilskum fótbólti, har føroyingar taka á við Manchester United, Liver- pool, Arsenal, Chelsea, Tottenham og fleiri øðrum liðnum. Og so eru tað tveir, sum halda við Everton! Eingin ivi er um, at tað í komandi kappingarári fer at verða fylgt væl við, hvussu tað fer at hilnast hjá Hull. Frá tíðini undan 2. heims- bardaga og inntil í seksti árunum var býurin væl kendur í Føroyum, tí før- oysk skip ofta seldu ís- fiskalastir har. Nú verður býurin áhuga- verdur, tí ein føroyskur fót- bóltsspælari skal vera við til at lyfta Hull City úr fjórði bestu deildini og upp har, sum bæði tann hálva milliónin, sum býr í Hull, og onnur halda, at tað hevði verið meiri hóskandi, at liðið átti at spælt. Stór kapping Julian Johnsson hevur fingið sína søk fyri, men hann ætlar sær ikki niður við nakkanum: – Vit eru 24 fulltíðar yrskisspælarar, sum stríðast um at sleppa á besta liðið. Tríggjar tær fyrstu vikurnar gjørdu vit lítið annað enn at renna, men nú eru vit farnir at venja við bólti og at spæla venjingardystir. Annan leygardag skal Hull í fyrsta umfarinum í landskappingini spæla á útivølli ímóti Exeter. Roknar tú við at fáa møguleikan á besta lið- num? – Tað vóni eg sjálvandi, men tað er stór kapping um plássini. Vit spæla 4–4–2, og vit eru seks spælarar, sum stríðast um tey bæði sentralu miðvallar plássini. Millum aðrar kappist eg við Phil Popp, sum er 31 ára gamal og júst er komin frá Leicester, har hann hevur verið í fýra ár, og so við onkrar spælarar, sum eru komnir frá Bradford og Tottenham, har teir ikki hava megnað at gjørt seg galdandi. Men uttan mun til, hvussu tað verður nú beinanvegin, so rokni eg avgjørt við at sleppa at royna meg. Kappingarárið er langt, og vit skulu spæla kanska einar hálvt hundrað dystir. Gott skoðsmál Týskvøldið spældi Hull á heimavøllinum, Boothferry Park, ímóti skotska Kilmar- nock. Hull vann 3–1. Eins og í venjingardystinum, sum teir í vikuskiftinum spældu ímóti Sheffield Wednesday, so spældi Hull við einum liði í 1. hálvleiki og einum heilt øðrum liði í 2. hálvleiki. Julian spældi í 2. hálvleiki. Hull vann 3–1, og øll málini vórðu skorað eftir steðgin. Julian skoraði eitt mál fýra minuttir eftir steðgin, men dómarin kolldømdi tað fyri rangstøðu. Julian held- ur, at tann dómurin var ivasamur. Sambært eing- ilskar fjølmiðlar legði Julian við einari sending í dýpdina upp til 3–1 málið. Venjari í Hull City er Brian Little. Miðskeiðis í níti árunum var hann venj- ari í Aston Villa, sum tá kappaðist við tey bestu. Í síni fótbóltstíð spældi Bri- an Little m. a. við New- castle. – Eg havi skift orð við hann, men hann tosar ikki so nógv við spælararnar. Bæði í dystinum ímóti Sheffield Wednesday og ímóti Kilmarnock segði venjarin, at tað gekk best hjá tí liðnum, sum eg var so heppin at vera á. Tað ger tað sjálvsagt uppaftur huga- ligari og styrkir um trúnna uppá, at eg fari at sleppa upp í part. Kappingin er ógvuliga hørð, men tað visti eg av, og eg eri til reiðar at stríðast alt tað, sum skal til. Líka væl landsliðið Í fyrradagin fekk Julian Johnsson landsliðsboð. Allan Simonsen og hansara menn skulu til Jugoslavia, og Julian gleðir seg nógv at hitta landsliðsfelagarnar. Henda fyrsta mánaðin hev- ur hann búð á gistingarhúsi. Familjan hevur verið saman við honum, men nú eru tey farin til Føroya at ferðast. Tey rokna við at hús verða tøk at flyta í um einar tvær vikur. Hvat siga teir til, at tú akkurát nú tað verður farið undir landskappingina, fert úr felagnum fyri at umboða Føroyar? – Tað havi eg tosað við teir um, og teir eru sera positivir. Teir siga, at teir kenna tað sum ein heiður, at spælarar úr Hull taka lut í landsdystum. Í kvøld skulu Julian og teir aftur í eldin. Teir skulu spæla venjingardyst á heimavølli ímóti jugoslav- iska FK Obilic úr Beograd, sum m. a. fyrireikar seg til fyrsta innleiðani umfarið í UEFA Cup. Har verður fyrri dysturin spældur mitt í komandi viku. Áðrenn teir í Hull fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið hildu spælararnir summarfrí. Julian kom beinleiðis úr norsku landskappingini og til Hull. Ert tú ikki troyttur av fótbólti? – Eg havi sjálvur valt hetta her, so tað kann er ikki vera. Eg rokni ikki við at fáa frí fyrrenn komandi summar. Tað er útilokað at koma heim at halda jól, tí tað eru nógvir dystir á skránni um ársskiftið. Men eg taki ein dag í senn, og so gleði eg meg at vera saman við landsliðnum, sigur Julian Johnsson. Julian trívist væl í grótharðari kapping – Vit eru 24 fulltíðar yrskisspælarar, sum stríðast um at sleppa á besta liðið. Tríggjar tær fyrstu vikurnar gjørdu vit lítið annað enn at renna, men nú eru vit farnir at venja við bólti og at spæla venjingardystir, sigur Julian Johnsson Mynd: Álvur Haraldsen Leygardagin fara ítrótt- arfólk at kappastí FM í frælsum ítrótti. Kappingin verður hildin á ítróttarøkinum á Svangaskarði, og kapp- ast verður í renning, longdarlopi og kúlu- stoyti. Í renningini eru grein- arnar hesar: 100 metrar, 400 m, 800 m og 5000 m. Kappingin er opin, og tað merkir, at øll, sum eru yvir 14 ár, kunnu luttaka í kappingunum leygardagin. Neyðugt er tó við til- melding, og hon skuldi gerast í seinasta lagi hóskvøldið kl. 20.00 FM-kappingar nar byrja leygardagin kl. 13.00. ek FM í frælsum ítrótti verður leygardagin 13 12 Nr. 147 - 3. august 2001 Barrfólk og servitrisa Søkt verður eftir barrfólki og servitrisu at byrja skjótast gjørligt. Løn eftir avtalu. Tlf. 319767 ella 219696 Skrivstovufólk Á Dómaraskrivstovuni verður søkt eftir fólki við hollari skrivstovuútbúgving til setan tann 1. sep- tember 2001. Talan er um eitt starv við niðursettari arbeiðstíð – 30 tímar um vikuna. Viðkomandi verður settur sambært felagssátt- mála millum Statsansattes kartel og Finans- ministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Kathrinu Magnussen, skrivstovuleiðara, ella Niels Tang Christensen, rættarassessor, tlf. 311003. Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli verða at senda Dómaraskrivstovuni í seinasta lagi 17. august 2001. Sorinskrivarin í Føroyum, tann 27.juli 2001 Niels Tang Christensen ra. Víkingur 900 Framúr útróðrarbátur Longd 9,60 m, breidd 3,40 m við stórari last, 12 stk.350 l kassar.Motorur Cummins 300 hk.Til sølu uttan fiskiloyvi. Báturin er eisini væl egnaður til alivinnu og ferðafólkaflutning. Boð undir kr. 500.000,- ongan áhuga. Nærri kann fáast at vita við at ringja tlf. 332379. Starlet 29 útróðrarbátur Við øllum nautiskum tólum,línuspæli,5 elektron- iskum snellum frá Oilwind. Motorur Perkins 120 hk. Til sølu. Báturin er í sera góðum standi. Boð undir kr. 400.000,- ongan áhuga. Nærri kann fáast at vita við at ringja tlf. 332379. Rustviðgerð Rustviðgerð við dimatrol Vit rustviðgera bil tygara bæði skjótt og væl ring og fá eitt tilboð 223880 NÁTT- T- T BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið : • Vestm.-Tórsh. kl. 20.50 • • Tó • órsh. kl. 03.30 • T frá City (Koyrt verður um Kvívík) Onnur kv ld kann koyrast avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf.286254 Leið Vestmanna lýsingin ið var í hósdagsblaðnum var skeiv Teldukoyrikortið Undirvíst verður mánadag og mikudag frá kl. 13.00 - 16.45 SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH Tel: 318813, Fax: 313374 T-postur: fh-sth@post.olivant.fo, http: //sth.olivant.fo Skeiðini verða hildin treytað av at nóg nógvir luttakarar tekna seg. Nágreiniligir upplýsingar um skeiðinnihald og tilmeldingarblað fáast við at venda sær til Heysthálvan 2001 Stóra byrjar 20. august Teldukoyrikort Undirvíst verður týsdag og hósdag frá kl. 8.30 - 12.15 SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH Tel: 318813, Fax: 313374 T-postur: fh-sth@post.olivant.fo, http: //sth.olivant.fo Skeiðini verða hildin treytað av at nóg nógvir luttakarar tekna seg. Nágreiniligir upplýsingar um skeiðinnihald og tilmeldingarblað fáast við at venda sær til Heysthálvan 2001 byrjar 21. august ROTTANGAR Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000 Sosialurin 311820 Vit hava alt tilfar til kloak Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 C M Y K 12