Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 3. august 2001 15 Fleiri av gomlu soldátunum eru við aftur, og tað er tunn- ligt frammarlaga á vøllinum Allan Mørkøre er vrakaður á landsliðnum. Hetta er greitt, nú Allan Simonsen hevur kunngjørt hvørjar átjan spælarar hann vil hava við til Jugoslavia. Ferðalag- ið fer úr Føroyum annan sunnudag, dystuirn verður annan mikudag, og teir koma aftur til Føroya hós- dagin. Umframt Allan Mørkøre, so eru tveir aðrir av royndu landsliðsmonnunum ikki við. Talan er um Sámal Joensen, sum akkurát nú er farin aftur at venja, eftir at hann hevur gingið rygg- skaddur í einar seks vikur, og so Uni Arge, sum hevgur givið avboð, tí hann ikki hevur vant í meiri enn ein mánað. Nógvir í verjuni Pól Thorsteinsson var ikki við í heimadystunum ímóti Sveis og Jugoslavia. Tað var, tí hann var misnøgdur við, at hann ikki fekk lut í lønini, tá Føroyar vunnu í Luksemburg. Men nú er B36 verjuspælarin við aftur. Jens Kristian Hansen, sum var liðformaður á landsliðnum, hevur ikki verið við í ár, tí hann hevur verið skaddur. Nú er hann tøkur aftur, og eftir at hava hugt eftir steypafinaluni ólavsøkudag, hevur Allan Simonsen gjørt av, at Jens Kristian framvegis er evni til landsliðið. Óli Johannesen var ikki við í dystinum ímóti Sveis. Hann er tøkur aftur, og nú kann hann av álvara leggja seg út í kappingina um landsliðsmetið. Í Jugo- slavia verður hann fyri 52. ferð á landsliðnum. Lítið framrættað Tá Todi Jónsson og Uni Arge eru burtur, og tá tríggir verjuspælarar eru komnir í hópin, síðan landsliðið seinast var sam- an, kundi tað bent á, at talan verður ikki um nógv álopsspæl í Jugoslavia: – Tá teir vóru í Føroyum, var okkara avrik ikki gott. Kanska vóru okkara vón- brotnir eftir tepra 1–0 tapið ímóti Sveis. Í hvussu so er fara vit ikki niður til Jugo- slavia fyri at spæla serliga framrættað, ásannar venj- arin. Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen verða báðir í ferðalagnum. Venjarin heldur hetta vera spælarar av tí rætta slagnum soleiðis at skilja, at teir kunnu brúkast bæði frammarlaga og aftarlaga á vøllinum. Tað er annars at leggja til merkis, at hóast onkrir spælarar hava skift felag, so er spæliloyvið framvegis í gamla felagnum. Her verð- ur hugsað um Øssur Han- sen, sum skal spæla við B93. Sambært yvirlitið frá FSF, so er spæliloyvið framvegis á Toftum. Og tað verður eisini hugsað um Christian Høgna Jacobsen. Hann er í Esbjerg og roynir at fáa sáttmála, men spæli- loyvið er framvegis í NSÍ. Teir átjan, sum skulu til Jugoslavia annan sunnu- dag, eru hesir: Jákup Mikkelsen, Molde FK, Jens Martin Knudsen, NSÍ, Hans Fróði Hansen, B68, Johan Byrial Hansen, OB, Pól Thorsteinsson, B36, Jens Kristian Hansen, B36, Óli Johannesen, Hvidovre IF, Øssur Hansen, B68, Fróði Benjaminsen, B68, John Petersen, B36, Jákup á Borg, B36, Súni Olsen, FC Zwolle, Julian Johnsson, Hull City FC, Rógvi Jacobsen, HB, Kurt Mørkøre, KÍ, Helgi L. Petersen, GÍ, Jón Rói Jacobsen, HB, og Christian Høgni Jacobsen, NSÍ Allan hevur vrakað Allan Metmaðurin á lands- liðnum er vónbrotin av, at hann er vrak- aður og av mátanum, sum hetta gekk fyri seg uppá FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Stóra bumban, tá Allan Simonsen í fyrradagin kunngjørdi, hvørjar spælar- ar hann vil hava við sær niður til Jugoslavia í aðru viku, var, at Allan Mørkøre ikki er ímillum teir átjan út- valdu. – Mamma mín ringdi til mín og spurdi, um eg hevði givið avboð til landsliðið. Eg hevði ikki hoyrt út- varpið, men mamma helt seg hava hoyrt navnið á Kurt bróður, men ikki mítt navn. Soleiðis greiðir Allan Mørkøre frá, tá vit spyrja hann um, hvussu hann kennir tað at vera vrakaður á landsliðnum. Allan Mørk- øre hevur síðani 1990 spælt 53 landsdystir. Hann hevur metið í landsdystum: – Eg eri vónbrotin av, at eg frá at vera fastur maður á liðnum í tólv ár í einum nú eri settur fullkomuliga uttanfyri hópin. Og eg eri eisini vónbrotin av mátan- um, sum eg hoyrdi tíðind- ini. Tá tú hevur verið so leingi uppií, so haldi eg, at tað hevði ikki verið meiri enn rímuligt, at eg fekk at vita, at eg ikki var úttikin og hví, sigur Allan Mørk- øre. Allan ikki á bonkin Í fyrrakvøldið ringdi Allan Mørkøre til Allan Simon- sen fyri at fáa at vita, hví hann brádliga ikki er í landsliðshópinum, og hann fekk somu frágreiðing, sum Allan Simonsen gav okk- um, tá vit fyrrapartin í gjár høvdu samband við venj- aran: – Vit halda ikki, at Allan Mørkøre hevur verið á toppinum í ár. Tað tykist sum um hann ongantíð rættuliga er komin fyri seg eftir skaðan, sum helt hon- um burtur frá HB liðnum, og tí hava vit valt ikki at hava hann við hesa ferð. Men eg vil undirstrika, at eg vóni ikki, at hetta verður endin á landsliðstíðini hjá Allani. Tá hann aftur er komin á tað støðið, sum hann áður hevur verið, verður hann aftur førur at geva sítt íkast á lands- liðnum. Tað hava vit ikki hildið, at hann er akkurát nú. Men tað er langt lop frá at vera fastur maður og til at vera settur fullkomuliga uttanfyri? – Um vit ikki ætla at brúka Allan Mørkøre, so er tað best, at hann ikki er. Vit taka viðhvørt ungar spæl- arar við fyri at geva teimum royndir. Allan Mørkøre hevur allar royndirnar. All- an er vónbrotin, og tað eig- ur hann at vera. Eg vóni, at vónbrotið fer at hava við sær, at kann knýtir nevarnar og fer at prógva bæði fyri sær sjálvum, mær og øllum hinum, at tað var venjarin, sum mistók seg hesa ferð, sigur Allan Simonsen. Umhugsar sína støðu Allan Mørkøre ásannar, at hann kanska ikki hevur ver- ið á toppinum alla tíðina higartil í ár, men hann heldur, at aðrir landsliðs- spælarar hava havt sama trupulleika, uttan at hetta hevur havt avleiðingar fyri teir, og hann undrast á, at venjarin leggur so lítið í royndirnar hjá honum, tá teir fara niður til Jugo- slavia, sum Føroyar hava fingið so mangan bakka- luaran frá. – Í løtuni eri eg so mikið vónbrotin av, at eg eri úti- hýstur og mátanum, sum tað gekk fyri seg uppá, at eg umhugsi, um eg yvir- høvur skal taka av, um venjarin aftur heldur meg vera kvalifiseraðan til landsliðskjans, sigur Allan Mørkøre. – Allan skal vera vón- brotin. Bæði eg og allir aðrir fótbóltsspælarar hava upplivað at missa møgu- leikan, sum vit hildu okk- um eiga. Tá tað verður vent til nakað positivt, er tað gott, og eg vóni, at tað fer at verða soleiðis hjá Allani Mørkøre, sigur Allan Simonsen. Mamman bar Allani Mørkøre boðini 15 14 Nr. 147 - 3. august 2001 Dysturin ímóti Onglandi varð mettur at vera tann best spældi á fyrsta dystardegnum NM FYRI U17 Jóannes Hansen Tíðin tykist tíbetur vera farin, tá føroyingar eru kanónføði í NM kapping- unum fyri unglingalands- lið. Vónandi var dysturin mikudagin ímóti Onglandi boðberi um hetta Tað eydnaðist ikki før- oysku unglingunum at vinna á Onglandi, men tað vóru avgjørt uppmuntrandi lutir, sjálvt um talan var um 4–1 tap. – Fýra dystir vóru á skránni. Mikukvøldið fingu vit at vita, at dysturin ímillum okkum og Ongland varð mettur at vera tann best spældi. Tað eru vit sjálvsagt fegnir um, men samstundis mugu vit stað- festa, at okkara hava fram- vegis nógv at læra. Teir spældu væl, men teir fingu enn eina ferð staðfest, at mistøk og kanska ikki at vera fullkomuliga samlaður um uppgávuna alla tíðina, verður eirindarleyst sektað. Tað er Karl Vidtfeldt, FSF nevndarlimur og ferðaleiðari á Danmarkar ferðini, sum vit hava í telefonini. Áðrenn vit fara víðari í prátinum um dystin ímóti Onglandi, minnir hann á, at tað eru spælarar úr t. d. Liverpool, Chelsea, Tottenham og Arsenal, sum føroysku dreingirnir spældu ímóti. – Í 1. hálvleiki megnaðu okkara ikki at skapa so nógvar upplagdar møguleikar. Men fyrra partin av umfarinum høvdu onglendingarnir heldur ikki upplagdar møguleikar, tí okkara vóru spælstýrandi. So var tað, at teir eftir lítari løtu sektaðu tvey mistøk. Í tí fyrra førinum slapp ein av miðverjunum framvið, uttan at nakar av okkara fór eftir honum í borðinum. Innleggið var gott og fluktað upp undir nettakið. Lítla løtu seinni vóru vit aftur óhepnir. Bólturin varð lyftur upp um málverjan, hann fór í stólpan og aftur í málverjan, áðrenn hann fór í málið, greiðir Karl Vidtfeldt frá. Gamla sjúkan, at mótstøðumenninir skora í síðstu løtu, gjørdi um seg bæði í 1. og í 2. hálvleiki. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki rann ein av mótstøðumonnunum frá føroysku verjuni, og í yvirtíðini av 2. hálvleiki gjørdu teir sær dælt av, at okkara høvdu mist í uppspælinum í øðrum borðinum. Góða løtan Tað var Jóhan Petur Poulsen úr B68, sum minkaði um munin til 1–3. Hann kom inn á miðvøllin í 56. minutti, og í 57. minutti skoraði hann. – Ingi Højsted, sum spældi sera væl á miðvøllinum, vann ein bólt, spældi víðari til hangandi álopsmannin, Rók av Fløtum, og hann snittaði til Jóhan Petur, sum rann frá verjuni og setti framvið málverjanum. Eftir hetta høvdu vit fleiri góðar royndir. M. a. stútaði Jóhan Petur eftir horna beint omanfyri málið, og eina ferð bjargaði málverjin sera væl, tá Jóhan Petur – eftir uppspæl og innlegg úr borðinum – royndi seg úr stuttari fjarstøðu, sigur Karl Vidtfeldt. – Eg stóð og frøddi meg um, at tað skuldi eydnast okkara at vinna 2. hálvleik, tá teir í yvirtíðini skoraðu til 4–1, sigur Karl Vidtfeldt, sum ikki heldur seg hava sæð eitt føroyskt lið við so bólttryggum og taktist skilagóðum spælarum yvirhøvur sum hesum: – Breiddin er góð, og tað tykist ikki, sum at liðið viknar, sjálvt um útskiftingar verða framdar. Tað er hugaligt. At dreingirnir eru skilagóðir sæst kanska av, at okkara tólv ferðir eydnaðist at draga mótstøðumenninar rangstaddar, meðan okkara bara eina ferð duttu í felluna. Seinnapartin í gjár spældu Føroyar í Nr. Aaby ímóti Noregi. Mikudagin sóu føroysku spælararnir Finnland vinna 1–0 á Noregi. Birgir Sondum var dómari í tí dystinum. Í hinum bólkinum vann Slovakia mikudagin 3–1 á Íslandi, og Danmark vann 2–0 ímóti Svøríki. Føroyar–Ongland 1–4 (0–3) NM kapping í Danmark Á Varde stadion í Varde mikudagin 1. august 2001, kl. 15.00 Dómarakvartett: Santtu Keto, Finnland, Henning Knudsen, Claus Johansen og Jesper Overgaard, Danmark 150 áskoðarar 0–1: Danny Jeffreys 22. 0–2: Mark Smyth 23. 0–3: Stacy Long 40. 1–3: Jóhan Petur Poulsen 57. 1–4: Stacy Long 80. Føroyar: 16. Gunnar Nielsen, HB – 2. Hanus Thorleifsson, Skáli, 4. Eli Thorsteinsson, HB, Rasmus Nolsøe, TB, 14. Jónas Tór Næs, B36 – 7. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 3. Símun Samuel- sen, VB (8. Bárður H. Joensen, HB, 41.), 6. Ingi Højsted, B36, 9. Magnus Skoralíð, LÍF – 10. Rókur av Fløtum Jespersen, HB, 11. Tummas Pauli Olsen, B71 (15. Jóhan Petur Poulsen, B68, 56.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Allan Kjærbo, VB, 12. Bergur Midjord, B36, 13. Justinus R. Hansen, NSÍ, 17. Poul N. Poulsen, VB, 18. Páll M. Joensen, HB Gult kort: Eli Thorsteinsson 33. Venjari: Mattias Davidsen Hjálparvenjari: Bill Jacobsen Ferðaleiðari: Karl Vidtfeldt Ongland: 12. Joe Watson, Tottenham Hotspur FC – 2. Thomas Harban, Barnsley FC (3. Gary Borrowdale, Crystal Palace FC, 41.), 4. Lewis Dodds, Sunderland FC, 6. Dorian Small, Arsenal FC, 8. Shane Tolley, Peterborough United FC (5. Aaron Nowacki, Fulham FC, 41.) 10. Danny Jeffreys, Chelsea FC (15. Lewis Gobern, Wolver- hampton Wanderers FC, 58.), 11. Mark Smyth, Liverpool FC, 13. Liam Watson, Watford FC, 14. Adam Eckersley, Manchester united, 16. Stacy Long, Charlton Atletic FC, 17. Owen Price, Tottenham Hotspur FC Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Steveb Drench, Blackburn Rovers FC, 7. Adam Oldham, Barnsley FC, 9. Marcus Benson, Northampton Town FC, 18. Wayne Routledge, Crystal Palace FC Føroyingar takast við teir stóru Tvíspor, 1.flokkur Hestur Ríðari Eigari Bústaður Tíð 1.Sólvindur Hans Pauli Poulsen Marita Askham Havn 32,1 2. Lokkur Gunrid Hansen Rólant Reinert Havn 32,1 3. Fokið Nina Brockie Susan Brockie Havn 34,6 Tvíspor, 2.flokkur 1. Fram Anfinn Reinert Júst Rubeksen Havn 33,6 2. Sitting Bull Svenning Reinert Johan á Plógv Havn 34,9 3. Blesi Leif Sjúrður Petersen Mortan Andreasen Kvívík 35,8 Tvíspor, ung 1. Kolbrún Teitur Fossáberg Óli Johan Láberg Havn 34,3 2. Linsa Øssur Andreasen Jóhan Hendrik Davidsen Miðvági 35,6 3. Drós Sigtór Lützen Sigtór Lützen Syðradali 35,7 Trav 1. Stígandi Heri Dahl Kristian Debes Havn 62,1 Á ólavsøku skipaði Føroya Ríðingafelag fyri kapping í Havnadali. 40 ross vóru við í kappingini, og kappast varð í fleiri flokkum. Tveir hestar settu met, og tað var í tvíspor. Her komu Sólvindur og Lokkur so gott sum javnur í mál. Báðir fingu tíðina 32,1, og tað var betri enn gamla metið, sum var 32,8. Hóast bæði Sólvindur og Lokkur fingu somu tíðina, so hevði Sólvindur munin, og hann varð dømdur at hava vunnið. ek Tveir settu met Hesir báðir settu met á ólavsøku. Hans Pauli Poulsen reið á Sólvindi og Gunrid Hansen á Lokki Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14