Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 151 - 11. august 2008 Summar Festival­ur­ in byrjaði fríggja­ dagin við horn­ orkesturtónl­eiki, sum druknaði í l­armandi kl­ovnaundirhal­di. Men síðani hertók Lena Anderssen Torgið og vísti, hví hon er stjørna SUMMAR­FESTIVALUR­ Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eitt skúlaorkestur úr norsku bygdini Godøy hátíðarhelt 30 ára føðingardag við at luttaka á føroyska Summar Festivalinum. Orkestrið hevði vitjað í Klaksvík, táið tað varð stovnað, og nú vóru tey komin aftur til stað­ ið, har tey byrjaðu. Orkestrið var væl mannað við bæði vaksnum og børn­ um, og tey spældu fínt. Men fáu áhoyrarnir, sum vóru komnir at lurta, máttu kíta seg fyri at hoyra tónarnar frá norska orkestrinum. Fyrst druknaði orkestrið í ljóðroynd hjá Mel C, og síðani byrjaði undirhaldið í Silvalandinum við nøkrum alt­annað­køvandi samba­ rútmum frá 80unum. Synd, at eitt stórt orkestur kemur heilt úr Noreg til Klaksvíkar fyri at druknað í larmandi klovnaundirhaldið. Tað er sjálvandi partur av festivalkonseptinum, at tú kanst ganga frá einari kon­ sert til aðra, og frá einum ljóðlandi til annað, men hetta riggaði ikki á Torgi­ num fríggjadagin. Orkestrið hevði ongan kjans. Hjarta í tónleikinum Tá ið Lena og Niklas byrj­ aðu at gera klárt til teirra framførslu beint aftaná, var Torgið manntómt og samba­ rútmurnar frá Silvalandinum buldraðu framhaldandi. Tíbetur stegðaði klovna­ framførslan tó, og sterka røddin hjá Lenu dróg fólk til pallin. Framførslan var framúr, og tá ið konsertin var liðug, var Torgið fult av fólki, sum klappaðu parið upp aftur til eyka nummar. Lena sang og dansaði, sum stóð hon frammanfyri einum stórum havi av menn­ iskjum, sum øll dansaðu við tendraðum ljósum, held­ ur enn frammanfyri stillum og smædnum áhoyrum, sum hon í veruleikanum gjørdi. Samstundis var sam­ anspælið millum hana og Niklas sum altíð so erligt og opið, at tað var sum at vera til eina lítla intim­ konsert. Løgini hjá Lenu og Niklas eru øll hitt­løg, og Lena er ein eminentur sangari, ein stjørna. Men tað sum undirritaða helt vera mest hugtakandi á konsertini hendan hálvkalda festivaldagin var saman­ spælið millum Lenu og Niklas. Við tveimum guitararum fyltu tey rúmið millum Klakk og Kjøl, sum vóru tey eitt heilt orkestur, samstundis sum tey vóru so samansjóða, at tað var sum høvdu tey bara ein hjarta­ sláttur. Flott. Orkestrið druknaði men Lena lýsti Við fl­eiri fangandi l­øgum og einum veru­ l­igum summarhitti fangaðu Faroe 5 fjøl­dina við einari góðari framførsl­u á Torginum SUMMAR­FESTIVALUR­ Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyrsti sangurin við Faroe 5 var yvirhøvur miseydnaður. Men hetta var ikki teirra feilur, men vánalig fyriskip­ an. Tá Anna Nygaard fór av palli umleið 25 minuttir áðrenn Faroe 5 skuldu á pall, stóðu tær klárar at leypa upp á pallin at gera ljóðprøvar, men av eini ella aðrari orsøk høvdu tær ikki verið á palli og gjørt ljóð­ prøvar klokkan 20.30, tá tær skuldu á pall. Av tí sama máttu áhoyrarnir bíða eina góða løtu, meðan tær gjørdu ljóðprøvar. Av tí sama miseydnaðist fyrsti sangurin fullkomiliga. Torført var at hoyra tær, og generelt var ljóðið einki ser­ ligt. Men hetta fingu tær tó bøtt uppá, tá tær beint eftir borðreiddu við teirra stóra summar hitti “Bara eitt spæl”, og fjøldin elskaði tær fyri tað. Við fleiri góð­ um eftirfylgjandi løgum fingu tær lív í fjøldina aftur, og ter undirhildu áhoyrar­ unum væl og virðiliga. Eitt, ið tó kundi verið betri, var sjálvsálitið hjá teimum. Til tíðir virkaðu røddirnar hjá teimum sera veikar, og torført var at fanga veruligu útstrálingina í framførsluni. Havast skal tó í huga, at tær enn eru sera nýggjar á føroyska tón­ leikapallinum, og at tær enn ikki eru vanar at framføra fyri størri fjøldum. Áhoyrarnir til hesa kon­ sertina vóru sera nógvir hóast alt, og samanumtikið fingu teir gott undirhalds­ virði. Um hugsað verður um ljóð, undirhaldsvirði og málbólk megnaðu tær við hesari konsertini at liva upp til tað, ið væntast kundi av teimum. Áhoyrarnir tóku tær til sín, og tað sá út til at tær elskaðu at standa á palli og undirhalda. Samanumtikið ein góð konsert, ið tó kundi verið betri, um ein hugsar um sjálvsálitið hjá teimum og fyriskipanina. Faroe 5 fangaðu fjøldina Hóast eina trilvandy byrjan, reistu Faroe 5 seg væl aftur við »Bara eitt spæl« og øðrum góðum løgum Við tveimum einsamøllum guitarum fyltu Lena og Niklas rúmið millum Klakk og Kjøl, sum vóru tey eitt heilt orkestur, samstundis sum tey vóru so væl samanspæld at tað var sum vóru tey bara ein persónur Bet You Are Wil­l­iam høvdu frál­íka konsert í Fl­agstjal­dinum Petur Háberg hevur fingið sar l­istaheitið Bet You Are Wil­l­iam. SUMMAR­FESTIVALUR­ dagfinn@sosialurin.fo dagfinn@sosialurin.fo Hesin bólkur av ungum úrmalingum vil nakað og duga. Stór fjøld hevði leitað sær í Flagstjaldið at hoyra tað, sum eg fyrst helt vera kristnan popp, men sum eg staðfesti er kristin rockur. Hetta er nútímans rockur, ið er trúgvur mótvegis tí, ið fyri er slóðað. Og karisma og image eru eisini í ordan, so bólkurin hevur heilt víst møguleikar. Góð framførsla, valspælt, og fólk vóru við. Flagstjald­ ið gevur ikki altíð bestu ljóðumstøður, men bólkurin og Petur ljóðaðu væl. At ein so ikki so væl hoyrdi sangar­ an og tað, ið hann segði mil­ lum løgini, er onnur søga. Hann er heilt sikkur William og hevur viljan og hjartað á rætta stað og eina æðr, ið pumpar blóð við rockpulsi. Frálíkt!. Ja, tú ert William