Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 11. august 2008 7 tíðindi Totalt professionellur og við hjartanum við í hvørjum tóna legði Hallur Joensen enn einaferð allar country fjepparar fyri sínar føtur SummarfeStivalur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Mureldur Hóast Eyðun og Terji fram­ vegis spældu á Vágsbøi, var Flagstjaldið longu stúgvandi fult av fólki, tá nýggi før­ oyski countrykongurin, Hallur Joensen, trein á pallin um hálvgum níggju­ tíðina leygarkvøldið. Í góðum hondum Lítil ivi er um, at hetta var løtan, mongu country fjepp­ ararnir høvdu bíðað eftir. Og tey gjørdust ikki vón­ svikin. Enn einaferð prógv­ aði sjarmerandi klaksvík­ ingurin, hvussu langt tað røkkur, tá professionalisma og kensluborna country huglagið ganga upp í eina hægri eind. Við løgum sum ”Give my love to Rose” hjá Johnny Cash fekk Hallur Joensen fjøldina at liva og vagga við – summi í onkrum, ið mest líktist einum kjálkadansi. Og meðan sterka røddin hjá Halli Joensen fekk ”Seven Spanish Angels” hjá Wille Nelson at runga út í hvønn krók, manglaði lítið í, til løtan gjørdist ársins besta country­ og dansikvøld hjá mongum. Sermerkti róligi og altíð professionelli framburðurin hjá Halli Joensen gav eina tryggja kenslu av, at tón­ leikararnir aftanfyri hann vóru í góðum hondum. Ikki tí vandi nakrantíð var á ferð, tí við sær á palli leygarkvøldið hevði Hallur Joensen ein óvanliga væl samanspældan hóp, settur saman av so frægum tón­ leikarum sum Jógvan Olsen, keyboard, Ólavur Øster, gittar og sang, Høgni Klakstein, trummur, Eyðun Nolsø, bass, Jákup Zacha­ riassen, steelgittar og Beddi Hansen, gittar og mandolin umframt Christinu Bærent­ sen og hennara framúr góðu countryrødd. Hallur beint frá hjartanum Við einum óvanliga væl samanspældum bólki aftanfyri seg legði nýggi føroyski countrykongurin, Hallur Joensen, allar country fjepparar fyri sínar føtur leygarkvøldið á Summarfestivalinum »Eg síggi teg hvønn tann einasta dag«. Soleiðis byrjar sangurin »Tú ert so deilig!«, men tað kann ikki heilt sigast um bólkin sjálvan og áhoyrararnar. Tað er ógvuliga langt í millum, at hesir síggja hvønn annan. Men deiligir eru teir, tá teir standa á palli. Og deiligt hava áhoyrararnir tað eisini, tá teir báðir standa á pallinum. Inni í tjaldinum gloymdu áhoyrararnir alt um ófantaliga veðrið uttanfyri, meðan Tór Verland Johansen og Janus Trúgva­ son undirhildu. Og undirhald var tað, tí Safir er meira enn bara tónleikur. Tað er meiri enn gittarin og djúpa røddin hjá Janusi Trúgvason, og cello­ in og snjalla røddin hjá Tór Verlandi Johansen. Safir er smíl og gleði, látur, orka og yvirskot. Frá byrjan til enda var futtur í og gott lag. Øll tey góðu og kendu løgini vórðu spæld. Eisini lagi »Mánin«, ið væl kann brúkast til at taka samanum konsertina í gjár. »Grønt, fríkst og ang­ andi, spælandi, fangandi« syngja teir, og júst hesi orð lýsa konsertina ógvuliga væl. Hon var eitt slag av eini mánaferð til eitt spenn­ andi stað, ið vit ikki sleppa at uppliva so ofta. Men tá vit so eru har, er tað ”áááh so skeg”, fyri at brúka síðstu regluna úr sanginum »Vaksin«. Ein serstakliga góð og løtt konsert, frá tveimum ógvuliga væl uppløgdum monnum, ið eru alt ov sjáldan at síggja á palli. - rólant Safir var deiligt! SIC prógvaði aftur, at teir eru ektaðir. Ein sera sannforandi fram­ førsla SummarfeStivalur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo SIC eru eins og Hate Speach var á sinni. Teir eru ektaðir og tí er tað so gott, at onnur enn fjepparar av hørðum tónleiki duga at síggja virð­ ini í grótharða tónlekinum. Stuttligt at síggja foreldur, ið hildu seg afturi í teltinum, tí nýkonu tannáringar teirra hava áhuga í hesum tónleiki­ num. Og stuttligt at síggja ljóðmenninar, ið heilt klárt nutu hørðu og øru fram­ førsluna hjá SIC. Ein gróthørð framførsla á SummarFestivalinum, men sera góð, uttan mun til, um ein so er tungmálmsfjeppari, ella ikki. Flagstjaldið er kanska ikki rætti karmurin um harða tónlekin, men SIC gjørdu sítt; SICkurt og gott, mest tí tað er ærligt. SIC er ektað Frá byrjan til enda var futtur í og gott