mánadagur 11. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 151 - 11. august 2008
Íslendskt felag bíðar eftir loyvi
at selja tvøst í Føroyum
Íslendingar hava útflutt eitt tons av sildrekatvøsti til Føroya, men sølan er ikki byrjað
enn. Orsøkin er, at felagið hjá teimum, sum skjóta sildreka, hevur ikki ES-
góðkenning til at selja tvøst í Føroyum. Men felagið væntar at fáa slíka góðkenning
fyrsta dagin. Tað sigur Gunnar Bergmann Jónsson, stjóri í felagnum, við íslendska
kringvarpið. Hann sigur, at ætlanin er at útflyta fimm tons av tvøsti afturat til Føroya.
Einki grindadráp hevur verið í summar, og tí er marknaður fyri sildrekatvøsti í
Føroyum, siga teir, sum skjóta sildreka í Íslandi. Útflutningurin til Føroya ger, at teir
nú vilja hava størri kvotu. Higartil í ár hava íslendingar skotið 27 sildrekar. Í Íslandi
keypa matstovur nógv tvøst, skrivar heimasíðan uf.fo
Kend duo vitjar
Hesar komandi dagarnar fer duo’in Ingeborg
Christophersen á blokkfloytu og Jonas Højrup á
guitara at hava konsertir kring landið. Ein
konsert verður týskvøldið í Gøtu kirkju og ein
onnur mikukvøldið í Listasavninum á Sandi.
Tað er Konsertfelagið, sum saman við lokalum
kreftum skipa fyri tiltakinum. Spæld verða verk
eftir til dømis Vivaldi og Édouard Lalo, umframt
nýggjan tónleik, ið er skrivaður beinleiðis til
duo’ina. Umframt hesar konsertirnar hava tey í
summar havt konsertir í Noregi og Danmark.
Hóast millum 7000
og 9000 fólk hava
verið í Klaksvík
um vikuskiftið, har
Summarfestivalurin
hevur verið, letur
vakthavandi í Klaksvík
væl at. Tó hava rættiliga
nógv smærri ting
verið og nógv full fólk.
Løgreglan í Havn hevur
eisini verið úti um seg í
vikuskiftinum
LøgregLurapport
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Náttina til fríggjadagin var
løgreglan í Havn úti og gjørdi
ferðmátingar. Tveir bilførarar
vóru tiknir á Kaldbaksveg-
num, har báðir koyrdu 108
km/t.. Hesir fáa báðir klipp
og bót. Fríggjakvøldið varð
ein førari tikin á vegnum
Millum Fjarða fyri at koyra
117 km/t., og hesin fær
somuleiðis klipp í koyrikortið
og tilhoyrandi bót.
Fríggjamorgunin var ein
bilur farin útav omanfyri
Sørvág við tveimum út-
lendskum fólkum í. Mað-
urin, sum er íslendskur,
varð seymaður í vørrina,
meðan kvinnan, sum er
týsk, fekk ilt í ryggin. Bæði
vóru koyrd á sjúkrahús.
Fríggjadagin um klokkan
tvey var eitt ferðsluóhapp í
Kollfjarðatunnilinum. Ein
bilur, sum kom koyrandi
norðeftir, kom yvir á mót-
sætta akbreyt og rendi í
síðuna á einum mótkoyrandi
bili. Tann árendi bilurin
fekk ikki koyrt víðari, með-
an hin rýmdi av staðnum.
Orsøkin var at hann hevði
einki koyrikort, men hann
var fangaður seinni og
viðgekk brotsgerðina.
Sunnudagin
seinrapart
fekk løgreglan fráboðan
um, at ein bilur var farin
útav í seinasta svinginum
omanfyri Statoil í Koll-
fjarðardali. Bilurin gjørdist
vrak, og ferðafólkið í bili-
num fekk nakrar pentur.
Løgreglan kannaði føraran
fyri rúsdrekka og um hann
hevði koyrikort, men har
var alt í lagi.
Sló hýruvognsførara
og ferðafólk
Leygardagin varð løgreglan
útkallað til eitt harðskaps-
mál í Havn. Ein maður
hevði sett seg inn á forsetrið
í einum hýruvogni, har tvey
fólk longu høvdu sett seg
inn. Tá hesi so talaðu at,
kvitteraði hann við at sláa
eftir førara og ferðafólki.
Hesin maðurin, sum er
kenningur hjá løgregluni,
er varðhaldsfongslaður í
tvær vikur.
Fríggjakvøldið um klokk-
an nýggju, fekk løgreglan
fráboðan um eitt egyptiskt
ferðafólk, ið hevur gingið
runt og selt ymiskar vørur,
so
sum
tekningar
og
málningar og annað, uttan
at hava neyðuga søluloyvið
í lagi. Løgreglan hevur enn
ikki fingið fatur á viðkom-
andi, og biðjur fólk um at
lata frætta frá sær, um tey
vita nakað um útlendingin.
Afturat hesum hevur løg-
reglan tikið ímóti tveimum
ferðafólkaskipum,
sum
hava verið á Havnini um
vikuskiftið, og gjørt tey
neyðugu eftirlitini í sam-
band við Shengen avtaluna.
Afturat hesum hava verið
onkur smáttaríir, full fólk,
sum eru koyrd heim og
onkur húsaófriður, har løg-
reglan mátti út at fáa semju
í lag aftur.
Nógv full fólk
í Klaksvík
Nú Summarfestivalur hevur
verið í Klaksvík, hava nógv
fólk verið har um vikuskift-
ið. Løgreglan hevur havt úr
at gera við smáttaríum og
fullum fólkum, men yvir-
høvir hava fólk skikkað sær
væl á festivalunum.
Hósmorgunin vóru tveir
feðgar farnir til hendurs, og
annar av teimum varð tikin
við á støðina. Seinnapartin
hósdag kom tann fyrsti fulli
gesturin inn at sita rúsin av
sær, og á miðnátt hósdagin
kom nummar tvey gestur
inn.
Ein persónur legði seg
ímillum eina handtøku hós-
náttina, og hetta úrslitaði í
at tann, ið upprunaliga
skuldi handtakast slapp til
rýmingar, og hann, ið legði
seg ímillum varð handtikin
fyri at forða løgregluni í
arbeiði. Hin persónurin var
tó handtikin seinni.
Nøkur
slagsmál
hava
verið, og løgreglan hevur
verið boðsend at skilja
sundur aftur. Men teir hava
fingið góða hjálp frá vakt-
arfólki og samarittum, og
hetta hevur generelt spæl
væl av.
Lá beinbrotin uttanfyri
Kiosk Vár
Fríggjadagin á miðdegi
fekk løgreglan í Klaksvík
fráboðan um at ein maður
lá uttanfyri Kiosk Vár í
Klaksvík. Tað vísti seg so,
at maðurin hevði brotið
beinið, og tískil varð hann
koyrdur beint á sjúkrahúsið
til viðgerðar.
Leygarmorgunin
fekk
løgreglan
fráboðan
um
ófrið við Keypssamtøkuna í
Klaksvík. Har hevði onkur
tikið nakrar vognar, ið
verða nýttir til at koyra vøru
í, og rent á bilar við hes-
um.
Um klokkan eitt náttina
til sunnudagin fekk løgregl-
an fráboðan frá tveimum
fólkum, ið sótu og passaðu
eitt barn fyri eina mammu,
sum var farin á bingo, men
sum ikki varð komin aftur-
íaftur. Sum tað ljóðaði á
hesum fólkunum varð hetta
ikki fyrstu ferð, og barna-
verndin er nú farin upp í
málið.
Tveir feðgar vóru eisini
farnir til hendurs í Klaksvík
og pápin varð tikin við á
støðina.
Um klokkan fimm sunnu-
morgunin kom løgreglan
fram á ein mann, sum sat
avdottin aftanfyri róðrið í
bilinum. Hesin varð so vakt-
ur og foreldrini ringd upp
og biðin at koma eftir
honum.
Annars hava sera nógv
full fólk verið inni á støðini
og annars eisini koyrd á
sjúkrahúsið. Tey fólk, ið
búgva í Klaksvík, ella fingu
upplýst hús, har tey kundu
gista, vórðu koyrd heim,
meðan hini, og kanska ser-
liga avbygdafólk sum ikki
vistu nakran góðan í Klaks-
vík vóru tikin inn í brumm-
una at sova rúsin av sær.
Onkur varð eisini koyrdur
til Havnar at sova rúsin av
sær.
Samanumtikið letur vakt-
havandi í Klaksvík tó væl
at, og sigur at í mun til
hvussu nógv fólk hava verið
í Klaksvík um vikuskiftið,
so hevur gingið friðarligt
fyri seg. Nógv smáttaríir
hava verið, og løgreglan
hevur verið boðsend ofta,
men í høvuðsheitum hevur
alt gingið væl.
Løgreglan hevði úr at
gera um vikuskiftið
Samgongan
spælir víðari
Fyrrapartin fór minnilutasamgongan á
fund við Sjálvstýrisflokkin, fyri at royna
at fáa eina samstarvsavtalu í lag. Komið
verður á mál seinnapartin siga vónríku
partarnir
poLitikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Samgongan, sum hevur verið í kreppu síðan Gerhard
Lognberg tók stuðul sín aftur, fekk um vikuskiftið
ein nýggjan bjargingarring, at halda seg til. Allan
fyrrapartin í dag hevur samgongan fundast við
umboð fyri Sjálvstýrisflokkin, og sambært pørtunum
verður komið undir land einaferð seinnapartin í dag.
Tað vóru tveir positivir tjóðveldismenn, sum
Sosialurin hitti í einum lítlum steðgi í Tinganesi
fyrrapartin. Bæði Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacob-
sen søgdu seg hava góðar vónir fyri einum frukta-
góðum samstarvi við Sjálvstýrið. Tað eru ikki ávís
mál, sum eru á breddanum, men hvussu flokkarnir
skulu samstarva formliga.
Kári á Rógvi segði við Sosialin, at talan nú er um
at innføra ein nýggjan kultur í føroyskum politikki,
har minnilutasamgongan heldur fram at vera formliga
í minniluta, men við einum samstarvsflokki sum eitt
slag av back up.
- Vit eru ikki ein stuðulsflokkur hjá minniluta-
samgonguni, men royna í løtuni at finna ein leist fyri
hvussu vit samstarva framyvir, segði hann við
Sosialin. Sostatt er talan um, at finna nakrar nýggjar
mannagongdir fyri politiska arbeiðið í tingi, har
Sjálvstýrisflokkurin hevur ávirkan á eitt nú fíggjar-
lógina og onnur mál, sum hava týdning fyri flokkin.
Tað vóru bjartskygdir politikarar, sum fingu sær ein lítlan
steðg í Tinganesi í morgun