Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 151 - 11. august 2008 Verður burðardygg veiða treyt fyri, at føroyskur fiskur kann seljast uttanlands, má vinnan fáa trygd fyri, at fiskifrøðingarnir hava rætt, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í Sveis eru tær stóru handils­ keturnar givnar at selja íslendskan tosk, tí handlar­ nir kunnu ikki fáa váttan frá íslendsku myndugleiku­ num fyri, at íslendska toska­ veiðan er burðardygg. Avgerðin hevur tó ikki stór­ vegis avleiðingar. Sveis telist ikki millum teir stóru fiskamarknaðirnar, og tá sveisarar keyptu mest av toskavørum frá íslending­ um, var nøgdin millum 2.000 og 3.000 tons. Sveis keypir heldur ikki nógvan fisk úr Føroyum, men formaðurin í Ráfiska­ keyparafelagnum, Símun Jacobsen, hevur kortini ávarað um, at føroyskur fiskur kann fáa trupulleikar á marknaðinum, um keypar­ arnir ikki kunnu fáa váttan fyri, at føroyska fiskiveiðan er burðardygg, og eina tílí­ ka váttan kunnu føroyskar fiskavørur ikki fáa í dag. Líkist grindarokinum Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Søren­ sen, heldur, at kravið um burðardygga veiðu er ógvu­ liga átøkt útlendska kravi­ num um, at føroyingar sku­ lu gevast at drepa grind. Hann vísir á, at kravið um burðardygga veiðu kemur frá fólki inni á evropeiska meginlandinum, sum einki vita um fiskiskap, og sum ikki leggja í at spyrja seg fyri hjá teimum, sum eru í fiskivinnuni. Formaðurin hjá reiðarun­ um vísir á, at fyri tey stóru londini so sum Bretland, Týskland og Frekland hevur eitt krav um burðardygga veiða ikki tann stóra týdn­ ingin, tí har er fiskivinnan lítið annað enn ein viðfán­ ingur samanborið við hinar vinnugreinarnar. ­Men fyri fiskivinnutjóðir sum Ísland og Føroyar, sum hava fiskivinnu sum høvuðs­ vinnu, kann eitt tílíkt krav fáa ómetaliga stóra ávirkan, sigur Viberg Sørensen. Krevja trygd Formaðurin í Reiðarafelag­ num ásannar, at føroyskur fiskur kann fáa sama krav um burðardygga veiðu, soleiðis sum tann íslendski toskurin hevur fingið í Sveis. Hann heldur, at so hevur nvinnan bara ein veg at fara. ­So mugu vit fáa trygd frá fiskifrøðingunum fyri, at tað, sum teir mæla til, er tað rætta og tað einasta ræt­ ta, sigur Viberg Sørensen. Sjálvur ivast hann stórliga, og hann er í øllum førum ikki í iva um avleiðingarnar, fáa fiskifrøðingarnir sína vilja. ­Okkara fiskifrøðingar mæla til stóran niðurskurð, og ICES mælti til at steðga fiskiskapinum. Fáa teir sín vilja, verður fiskivinnan útruddað, og so er ikki neyð­ ugt við krøvum kortini. Kravið um burðardygga veiðu kann útrudda fiskivinnuna Ann heldur fram árið út Ann Dahl Hansen byrjaði í avloysarastarvi í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi í vár, og heldur nú fram í hesum starvinum árið út. Orsøkin til hetta er, at presturin, sum hon var avloysari fyri ­ Marjun Lómaklett ­ hevur sagt seg úr starvi frá 31. juli at rokna. Í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru tríggir sóknarprestar. Harafturat er sjúkrahúspresturin 10% sóknarprestur. Tað triðja sóknarprestastarvið varð upprunaliga skipað sum hjálp hjá dómpróstinum, ið hevur fyrisitingarligar uppgávur. Ann Dahl Hansen (myndin) hevur síðani 1. apríl røkt hetta triðja starvið, meðan Marjun Lómaklett hevur havt farloyvi. Marjun hevur nú sagt seg úr starvi, og tess vegna verður starvstíðin hjá Ann í samráð við kirkjuráðini longd hetta árið út, verður sagt úr Bispagarðinum Trý skip landa í Sørvági Í dag tekur Landingarmiðstøðin í Sørvági ímóti sløkum 300.000 pundum: Grímur Kamban, sum partrolar við Kallsevni, landar 120.000 pund, meginparturin er upsi. Kallsevni landar á Tvøroyri. Teir hava hendan túrin roynt á Bill Baily. Vesturskin kom á Sørvág í morgun, teir hava 150.000 pund, eisini hjá teimum er meginparturin upsi. Vestmanna­ trolarin Skálafossur er eisini á Sørvági í morgun við 18.000 pundum, harav helmingurin er toskur -At krevja burðardygga veiðu er tað sama sum at krevja, at fiskifrøðin fær sín vilja, og so steðgar alt upp, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen Sparikass­ ar hækka rentuna Norðoya Sparikassi hækkar rentuna í dag, og rentan í Suðuroyar Sparikassa hækkar mikudagin Eftir at Tjóðbankin hevur hækkað rentuna, hava teir báðir sparikassarnir gjørt av at tillaga rentuna. Við gildi frá í dag hækkar innlánsrentan í Norðoya Sparikassa 0,35 til 0,50 % fyri flest allar innlánskontur. Tó hækkar rentan á vanligari bók og fíggjarkontu ikki, meðan rentan á kapitalpen­ sjónskonti hækkar við 0,60 %. Útlánsrentan bæði lán og kredittir hækkar við 0,50 %. Rentuhækkingin umfatar ikki útlán og innlán, ið verða rentað í mun til Cibor rentuna. Aftan á hækkingina er rentan av heimláni 6,75 prosent, og rentan av billáni við 40 prosentum í útgjaldi er 7,75 prosent. Samstundi broytir Norð­ oya Sparikassi nøkur tænas­ tugjøld. Konstnaðurin fyri manuellar flytingar hækar við kr. 10,00 upp í kr. 20,00. Samstundis lækkar kostnað­ urin fyri brævaflytingar úr kr. 10,00 niður í kr. 5,00. Somuleiðis verður gjald nú sett á kontoavrit send við posti og umsiting av fíggjar­ konti. Suðuroyar Sparikassi hækkar við virknaði frá mikudegnum 13. august rentuna á útlánum 0,35 pro­ sentstig. Tó hækkar bíligasta bústaðarrentan bert 0,25%. Samstundis hækkar rentan fyri ávís innlán við uppsøgn og fyri eftirlønarkonti við upp til 0,40 prosentstigum. Suðuroyar Sparikassi sig­ ur, at orsøkin til rentuhækk­ anina er, at tað framvegis í dag er vorðið dýrari hjá pen­ ingastovnum virhøvur at fíggja síni útlán á heimligu og altjóða marknaðinum. Aftan á broytingina er lægsta rentan fyri bústaðar­ lán í Suðuroyar Sparikassa verður soleiðis við virknaði frá 11. august 2008 6,75% p.a..