Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 151 - 11. august 2008 - Landsstýrið eig­ur at seta í verk vís- indalig­a kanning­ av árininum av stóru økisfriðing­unum við Føroyar. Heili 41% av landg­runninum eru friðað fyri trol, tó uttan at vit vita, hvussu nóg­v henda verja tryg­g­jar fiskastovnarnar, sig­ur meirilutin í vinnunevndini Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinnapartin fríggjadagin var vinnunevndin hjá løg­ tinginum liðug at viðgera málið hjá landsstýrismann­ inum í fiskivinnuálum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Hetta er málið, sum snýr seg um fiskidagar og aðrar broyt­ ingar í fiskiveiðiskipanini fyri komandi fiskiár. Tríbýtt nevnd Undir viðgerðini býtti vinnunevndin seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. Soleiðis fekst ikki semja í nevndini um eitt felags álit og tilmæli til løgtingið um fiskidagar. Tórbjørn Jacobsen hevur skotið upp at skerja fiski­ dagarnar hjá partrolarum við 20% og hjá húkaflot­ anum við 50% komandi fiskiár. Men so stórum skerjing­ um tók eingin í vinnunevnd­ ini undir við. Meirilutin í nevndini, sum í hesum førinum eru andstøðutinglimirnir Jákup Mikkelsen, Jacob Vester­ gaard, Kári P. Højgaard saman við Gerhardi Logn­ berg, tekur ikki undir við uppskotinum hjá lands­ stýrismanninum um so stórar skerjingar í fiskidøg­ um, men mælir í staðin til, at dagarnir verða skerdir við 3% í øllum bólkum. Teir fýra taka heldur ikki undir við einvíst at skerja bólk 5, sum eru útróðrar­ bátar, við 5.000 fiskidøgum eyka. Meirilutin vísir á, at hesir dagarnir eru ein semja, sum er gjørd við allar skipabólkar, og teir halda, at tað skaðar trúvirðið hjá politiska myndugleikan­ um, um dagarnir einvíst verða skornir burtur. Landsstýrismaðurin hev­ ur nevniliga skotið upp at taka hesar dagar burtur úr dagatalinum hjá bólki 5, umframt at dagarnir, ið tá eru eftir, skuldu minkast við 50%. Føroyabanki Meirilutin tekur undir við at verja Føroyabanka, men tekur ikki undir við total­ friðing, tí hildið verður, at hetta hevði gjørt tað truplari at staðfesta gongdina á Bankanum, eisini vísinda­ liga. Tí mælir meirlutin til, at ávís veiða við snellu verður loyvd á Føroyabanka – eisini í komandi fiskiári. ­ Vit halda tað eisini vera týdningarmikið at gera tillagingar í dagatalinum stígvíst í samsvari við ta tøkniligu menning, sum er í vinnuni. Meirilutin sigur, at tá ið talan er um verju av einstøk­ um fiskasløgum, er daga­ talið ikki rætta amboðið. Tá eiga í staðin økisfriðingar at verða nýttar. ­ Landsstýrið eigur at seta í verk vísindaliga kann­ ing av árininum av stóru økisfriðingunum við Føroy­ ar. Heili 41% av landgrunn­ inum eru friðað fyri trol, tó uttan at vit vita, hvussu nógv henda verja tryggjar fiskastovnarnar, sigur meirilutin í vinnunevndini. Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gerhard Lognberg mælir eisini til, at landsstýrismað­ urin tekur stig til samráð­ ingar við allar skipabólkar við tí endamáli at fáa eina semju um, at allur fiskiflotin skal liggja í 14 dagar um summarið – og frá 18. desember til 6. januar á hvørjum ári. Løgtingsmaðurin skjýtir upp, at úrslitið av semjuni verður lagt fyri løgtingið sum uppskot til broyting í lógini um vinnuligan fiski­ skap – at koma í gildi skjót­ ast gjørligt. Gerhard Lognberg heldur, at veiðitrýstið við hesum sum heild fer at minka meira, enn 3% skerjingin av døgum viðførir. ­ Eg haldi eisini, at lands­ stýrismaðurin eigur at taka atlit til teir útróðrarbátar í bólki 5, sum hava havt loyvi at fiskað nakrar dagar á Føroyabanka og sum hava gjørt stórar íløgur í nautiska útgerð, sigur løgtingsmað­ urin, sum heldur ikki tekur undir við, at djúpvatnstrol­ ararnir koma við í fiski­ dagaskipanina. Meiriluti í vinnu­ nevndini mælir til trý prosent skerjing Fiskiflotin skal hava legudagar Verður tað, sum meirilutin í vinnunevndini skjýtir upp, verður fiskidagatalið í komandi fiskiári skert við 3% Mynd: Sjóborg Klaksvík jalig altjóða ummæli Tíðindamaður frá kendu ferðabókini Lonely Planet skrivar hugtikin um Klaksvík: »The Faroe Islands form a mesmerizing 18­piece jigsaw puzzle, adrift between Iceland and Norway in the North Atlantic. Colorful villages huddle in emerald­green valleys beneath inscrutable barren peaks. Dramatic headlands plunge sometimes 1,000 feet into the frothing ocean swell. In Klaksvík, the Faroes’ second ’city,’ you could tour the Faroes’ foremost brewery (by appointment), cruise in a beautiful 1940s sloop or take an easy 1 ¼­hour hike up to Klakkur viewpoint for some truly inspiring fjord­land panoramas. But don’t miss Leikalund (Klaksvíksvegur 82; 011­298­457­151; www.leikalund.com). Tucked beside Klaksvík’s loveable little museum, this unique bookshop/ music store/cafe features a cozy, wooden­beamed back room with occasional live music gigs.« Lonely Planet er ein hin mest virda ferðabók í heiminum, og tískil er tað ikki smávegis lýsingarvirði, ið Klaksvík fær frá Mark Elliott, tíðindamanni, skrivar Klaksvík.fo. Teir fýra í meirilutanum í vinnunevndini, sum mæla til 3% skerjing av fiskidøgum í øllum bólkum, Jacob Vestergaard, Jákup Mikkelsen, Kári P. Højgaard og Gerhard Lognberg